Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 196 - 13. oktober 2008 Nýggjar lættlisnar bøkur Sjey nýggjar lættlisnar bøkur eru komnar í Krabbarøðini. Tvær eru til annað torleikastig, So býttur eri eg ikki og Heilt til grannabygdina. Fimm eru til fjóðra torleikastig: Húsini í súreplagarðinum, Leið meg Samira, Turbo og Spøkilsishúsið, Snýs, njós, histi og hosti og Blinka, blunka, venda og snara. Hesar báðar seinastu eru fyrstu fakbøkurnar í røðini. Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur, sum í felag geva bøkurnar út Rás2 hevur rundað sín fyrsta føðingardag. Stjórin er væl nøgdur við gongdina og heldur, at framtíðin sær spennandi út Rás2 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í dag hevur Rás2 hildið sín fyrsta føðingardag. Eitt gott ár er liðið, síðani Miðlavarp­ ið keypti Rás2 frá undan­ farnu eigarunum, og í eitt ár hevur nýggja Rás2 verið í luftini. ­ Vit eru sera væl nøgd við gongdina higartil. Vit merkja ein stóran áhuga fyri Rás2, undirtøkan er góð, og tað gevur okkum hug at halda fram, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2. Rás2 hevur frá byrjan lagt seg eftir at verða frískt og livandi, og hóast summi fólk halda, at ov nógv fjant og fjas er á rásini, so órógvar tað ikki stjóran. ­ Vit skulu verða altern­ ativt radio. Vit skulu ikki verða public service støð nummar 2, og tí hava vit eis­ ini ein lættan tóna. Soleiðis verður tað eisini frameftir, sigur Jonhard Hammer. Hvat ynskir tú tær í føðingardagsgávu? ­ At Kringvarpið gevur rúmd fyri Rás2 og ikki roynir at leggja fót fyri okk­ um við almennum pengum. Tað eigur at verða rúm fyri Rás2, og tað eigur Kring­ varpið eisini at virða. Í dag hevur Rás2 hildið føðingardagin. Opið hús var seinnapartin í Miðla­ húsinum, og Rás2 hevði eisini serliga føðingardags­ sending. Tveir av vertunum á Rás2 – Eyðfinn Drewsen og Heri Simonsen Alvin Ellebye Andersen hevur verið tøkningur á Rás2 Høgni Hoydal og Jóannes Eidesgaard gevur hvørjum øðrum jólagávur fyri opnari mikrofon Jan Muller tosar við Karl Martin Samuelsen í Pegasus Jens Marni Hansen er ein av mongu tónleikarunum, sum hava spælt live á Rás2 Niels Uni Dam er gestur í morgunsending Pink-damurnar hava sett lit á Rás2 fyrsta árið Annika Mittún Jacobsen, nýggi kringvarpsstjóri, var gestur á Rás2, tá hon var sett í nýggja starvið Rúm fyri Rás2