mánadagur 13. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 196 - 13. oktober 2008
Hóast veðrið ikki
var av tí besta fríggja
dagin, so lýsti stóra
tiltakið »Alheims
sálarheilsudagur«
upp í Havnargøtum
TilTøk
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jan Müller
Havn: - Tað er neyðugt at
upplýsa og aftur upplýsa
fólkunum um, hvat tað er at
vera sálarsjúkur.
- Megna vit at bróta tøgn-
ina, tabu’ið og tutlið í krók-
unum, eru vit komin langt á
leið í arbeiði okkara.
Hetta var nakað av tí sum
kom fram henda fríggjadag-
in, har umstøðurnar hjá
teimum sálarliga sjúku vóru
havdar á lofti og lýstar.
Miðdepil fyri øll hesi
ymisku tiltøkini var Tórs-
gøta í Havn, her bæði fram-
løgur, fyrilestrar, tiltøk og
nógvur tónleikur var á
skránni frá klokkan 15
seinnapartin til langt út á
náttina.
Tey avvarðandi
Í samband við dagin legði
Annlis Bjarkhamar fram
eina størri ritgerð, har hon
hevur prátað við 30 avvarð-
andi hjá sálarliga sjúkum.
Henda
ritgerðin
varð
fyrst løgd fram fyri tíðinda-
tænastuni, og seinni um
dagin fyri tí politiska mynd-
ugleikanum, har millum
annað nýggi almannaráð-
harrin, Rósa Samuelsen og
umboð
fyri
Tjóðveldið
lýddu á.
Á hesum fundinum vóru
eisini leiðarar innan psyki-
atriska økið. Og tí verður
vónað, at okkurt munagott
fer at henda á hesum øki-
num í framtíðini.
Seinni um kvøldið var
eitt alment tiltak við somu
dagsskrá, har støðan hjá
teimum avvarðandi varð
lýst út frá ritgerðini, eins og
dentur varð lagdur á, hví
tað er so týdningarmikið at
hesin stóri bólkurin ikki
verður gloymdur í viðgerð-
ini.
Dagurin endaði við stór-
ari konsert á Reinsarí’inum,
har kendir bólkar spældu í
fullsetta rúminum.
Greiða frá kappingarlógini á Hafnia
Vinnunám skipar mikukvøldið 12. november fyri einum kunningarfundi um nýggju
kappingarlógina, sum kom í gildi 1. januar 2008. Fundurin verður almennur, men er
serliga ætlaður handverksmeistarum. Á fundinum fara umboð frá Kappingarráðnum m. a.
at greiða frá, nær ein fyritøka er ráðandi á marknaðinum, og nær ein fyritøka misnýtir eina
tílíka ráðandi støðu. Tosað verður eisini um kappingaravlagandi avtalur, útbjóðingar og
hvørji amboð kappingarmyndugleikin hevur til at tryggja, at ásetingarnar í kappingarlógini
verða yvirhildnar. Kunningarfundurin verður hildin á Hotel Hafnia mikukvøldið 12.
november kl. 19. Meira fæst at vita á www.industry.fo
Sálarheilsa í ein heilan dag
Tónleikurin ljómaði í fullsettu høllini í Reinsarí’inum
Nógv fólk lýddu á, meðan
teir kendu bólkarnir spældu
sín tónleik