Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 196 - 13. oktober 2008 Tað luktar av arbeiði her í egningarskúri­ num á Stongunum. Átta ídnir menn standa hvør við sín­ um stampi og gera sítt til at halda landinum uppi – ikki minst teirra egnu fíggjarliga tungu kommunu. Prátið gongur lívliga, um útróður, samfelag, lokalmál og komandi býráðsvalið. ­ Eg veit líka, letur í tí eina. Vit hava staðið her í mong ár. Og her verða vit standandi, óansæð hvør kemur at stjórna Klaksvíkar kommunu eftir valið. Her verður helst lítil broyting í! Fíggjarstýring Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: - Noy galø, nú var tú ov seinur. Hevði tú verið her fyri einum hálvum tíma síðani, so skuldi tú hoyrt nakrar sannleikar um kommununa! - Eg veit ikki um vit orka at byrja uppá tað orðaskiftið einaferð enn, sigur ein av ónevndu egnarunum við umboðið fyri Sosialin. Hesir menninir hava stríðst fyri seg, og brúka nú løturnar í einum av mongum egningarskúrum, til at egna sær nakrar stampar hvønn einasta dag. Soleiðis for- vinna teir sær nakrar eyka krónur, aftrat teirri mangan ódrúgvu fólkapensjónini. - Nå, so tú ætlar at fáa eina samrøðu við okkum. Tað verður ikki bara lætt, tí vit tosa altso bara fyri pengar, sigur ein av tilkomnu egnarunum. Hinir bresta út í látur. - Tú voyst, hvussu tað er: Ein sakførari, hann skal hava so og so nógv fyri at tosa fyri teg. Vit skulu ikki bara hava so og so nógv. Men vit skulu hava rættiliga nógv fyri at práta við teg! Teir koma tó skjótt til sættis um, at teir eru fegnir um at sleppa at siga sína hjartans hugsan um skilið – ella rættari sagt fíggjarliga óskilið – í Klaksvíkar kommunu. Fram er komið, at kommunan skyldar rættiliga nógvan pening og at neyðugt verður at traðka á fíggjarligu bremsuna kom- andi árini. Tað er tí ikki uttan orsøk, at fólk hava hug at ilskast inn á býráðið og borgarstjóran sum hava stýrt ov illa á tí fíggjarliga økinum. - Lívið hevur bara lært meg so mikið, at ein maður sum ongatíð ger nakað lort, hann ger altso ov lítið!, sigur ein av egnarunum. Hinir nikka játtandi til hesa útsøgnina. hóast tað langt frá er vist at teir allir fara at stuðla afturvalinum av verandi borgarstjóra, Steinbjørn O. Jacobsen. - Eg haldi í øllum førum, at hann er ein góður maður. Hann er eitt gott menniskja, og má bara innaftur, tí hann vil gera nakað gott fyri okkum. - Tað er bara keðiligt at skuldin er vorðin so stór hesi seinastu árini, og at inntøkurnar eru farnar niður í nærum einki! Okkara íkast Tað er ruskut í veðrinum seinnapartin henda hós- dagin í farnu viku, tá Sosialurin vitjar egning- arskúrin. Uttanfyri er bæði vindur og sera grovir ælingar, men her inni í tí eina egningarskúrinum er friður, men ikki tøgn. Hesir menninir hava allir gingið í lívsins skúla, og duga tí væl at síggja og skilja, hvat gongur fyri seg í samfelagnum uttanum teir: Í teirra høvdi melur ikki einans agn, fiskur og lína. Teir ynskja allir sum ein, at teirra reini og fríði býur skal vaksa og mennast í framtíðini. Men teir harmast kortini um, at fíggjarstøðan skal vera so vánalig. - Tað er sera keðiligt, at støðan er sum hon nú einaferð er. Tað ringasta er kortini tað, at kommunan fær einki gjørt, tí vit eru bundin niður í stórari skuld. - Tann stóri trupulleikin er ikki tað at ov nógv er gjørt, men at ov lítil inntøka hevur verið tey seinastu árini. Vit royna í øllum førum at geva okkara íkast í tóma kommunukassan við egningini, sigur ein teirra. Ein annar egnari er skjótur at svara til: - Ja, tað er púra vist, at tað er líka nógv gjørt hesi seinastu fýra árini, meðan Steinbjørn hevur verið borgarstjóri, sum øll árini ið Jógvan sat. Tað má sjálvandi kosta! Eina løtu er tøgn, og so kemur ein søga frá einum av monnunum – ikki óvænt- að um Húshamar, sum á sinni hitti ein kendan lær- ara, sum av læknanum varð ráddur frá at arbeiða eina tíð. Tá var Húshamar skjót- ur at spyrja hin, um hann so heldur ikki kundi vera lær- ari – altso um lærarastarvið kundi metast sum arbeiði! - Eg má bara gleðast um, at eg hoyri alt fleiri og fleiri ungfólk siga, at tey fara at læra til handverkarar. Fyrr hevur ein altíð hoyrt um teldur og skúlar, men nú er helst ein broyting við at koma í. Tað er gott at onkur er, sum tímir at brúka hendurnar at arbeiða við! Dugi ikki at vera misfornøjaður Teir harmast sjálvandi um støðuna í kommununi, men vænta kortini, at hon fer at reisa seg aftur úr øskuni. Ein teirra fer út eftir einum nýggjum stampi. Hann veit, at herúti gongur tjakið lívliga um fíggjarligu støðuna í kommununi. Sagt verður, at høvuðstrupul- leikin til støðuna er at kommunan hevur ikki havt nóg góða ráðgeving og útgreiningar í sambandi við tær ymisku verkætlanirnar í býnum. Aðrastaðni verður mis- nøgdin víst við tað flóvisliga í, at kommunan enn einaferð má niður á knø, og tað í tíðum sum hava verið sera góðar og við nógvum inn- tøkum innan fiskivinnuna. Nú verður kanska neyðugt at hækka skattin og steðga fleiri verkætlanum. - Hjá mær er tað so, at eg havi einki problem av hesum. Eg eri fornøjaður við tað sum er. Ja, eg dugi faktiskt ikki at vera mis- fornøjaður, kemur frá tí eina prátingarsama egnaranum. Hesum er ein annar mað- ur, ið stendur við rygginum ímóti honum als ikki samdur við honum í. Hesin Ringar tíðir krevja gott agn Egningarskúrarnir á Stongunum eru ein verð fyri seg. Her verða mong gullkornini søgd og nógvar krónur lagdar í tann annars fíggjarliga tunga kommunukassan í Klaksvík Tað er líka nógv gjørt hesi seinastu fýra árini, meðan Steinbjørn hevur verið borgarstjóri, sum øll árini ið Jógvan sat. Tað má sjálvandi kosta Hetta hava verið so sera góð ár til inntøkur, men skuldin hjá kommununi er bara økt og økt. Nú eiga vit næstan ikki okkum sjálvi longur Jon Hestoy heldur fram sum formaður í Prentsmiðjufelagnum Týsdagin 7. oktober hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Sóley Lind. Av hesum stillaði Jon uppaftur og varð afturvaldur. Sóley Lind stillaði ikki uppaftur, og harafturat tók Hjalgrím Samuelsen seg úr nevndini. Í teirra stað vórðu valdir Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen. Í nevndini í Føroya Prentsmiðju- felag sita sostatt Jon Hestoy, Føroyaprent, Eirikur Lindenskov, Sosialurin, Árni Gregersen, Dimmalætting, Eyðun Húsgarð, Prentmiðstøðin, og Kristoffur Laksá, Estra. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni. FaroExpo verður aftur í næstu viku Í ár verður FaroExpo fyriskipað fyri fjórðu ferð. Byrjað verður mánadagin 20. oktober og hildið verður áfram til hósdagin 23. oktober. FaroExpo vendir sær til ídnaðar- og tænastufyritøkur innan fiski-, ali- og oljuvinnuna og almennar stovnar, ið eru viðkomandi fyri hesar, skrivar www.industry.fo. 55 fyritøkur eru tilmeldaðar - 20 útlendskar og 35 føroyskar. Skipað verður fyri sonevndum partenariati í ítróttarhøllini í Runavík. Sum partur av FaroExpo verða eisini fyrilestrar í Kelduni í Skálafirði. Evnið á ráðstevnuni er “Vinnandi málstýring flytir mørk”.