Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 196 - 13. oktober 2008 Valið til býráðið verður um ein góðan mánað, og menninir í egningar­ skúrinum lata ikki koma til sjóndar hvat teir fara at velja hesaferð. Tá løgtingsvalið var í januar mánaði, vóru poli­ tikkararnir óførir at vitja inn í skúrarnar at fáa eitt prát. ­ Eg sá onkustaðni, at Bjørn Kalsø kom inn í ein annan skúr tilfeldigvís akkurát, tá fólk frá Sosi­ alinum vóru har. ­ Og ja, eg havi sjáldan sæð løgmann meiri aktivan í mínum langa lívi, enn tá hann hjálpti til at bera stampar umborð á útróðrarbátin her á Stongunum sum skuldi til útróðrar. ­ Men, sigur tann triði. Eg vænti heilt erliga ikki, at okkara menn fara at gera tað sama. Tað plaga teir ikki at gera, og spurningurin er um teir tora at hitta egnaran í skúrinum, so illa sum teir hava stýrt hesi seinastu árini. ­ Ja, hugsa tær til, at hetta hava verið so sera góð ár til inntøkur, men skuldin hjá kommununi er bara økt og økt. Nú eiga vit næstan ikki okkum sjálvi longur, sigur ein av yngru monnunum. Sandur og standmynd Hann er júst liðugur við ein stamp, og fer útum eftir einum nýggjum. Hann sær kanska ikki allan vegin inn á sandin ella í Vágstún, har tvey prógv eru um, hvussu ein kann brúka pening skila­ gott ella minni skilagott: Útfyllingin av sandinum liggur sum ein ruin, og stóra standmyndin er fyri mongum eitt týðiligt tekin um, hvussu dýr ið mentan kann vera fyri eina skuld­ arbundna kommunu. Hyggur hann norður­ eftir, so er málið um sam­ anleggingina við Hvanna­ sund eisini eitt sum kemur honum til hugs hesa løt­ una. Ein snøggur og kostn­ aðarmikil faldari varð gjørdur fyri at lokka sunda­ fólkini upp í Klaksvíkar kommunu, men hetta eydnaðist altso ikki. Í dag skilir hann nógv betur hví, ið tey vóru so avgjørd har norðuri. Tey vilja sjálva ráða yvir sínum ognum, millum annað teirra 11 mió krónum á bók. Tað sum undrar hann og mong onnur var, at upp­ gerðin yvir inntøkur, út­ reiðslur og ikki minst láns­ byrðuna hjá klaksvíking­ um bygdu í roynd og veru á gomul tøl – heilt afturi frá 2006. Tá sóu tølini munandi betri út enn í dag. ­ Ja, hugsið tykkum til: Tá stóð Klaksvík til einans at skylda 111 mió krónur, men í dag er talið vorðið minst 140 mió. Hví skuldu tey har norðuri hjálpa okk­ um við okkara botnleysu skuld? ­ Jú, eg skilji tey væl! Hemmiligt Flestu egnararnir í skúr­ inum eru úr Klaksvík, men ein teirra kemur allan vegin av Viðareiði og higar at egna. Hann fær eisini síni skot við á leiðini av lokalu egnarunum. - Ja, tað eru mong sum halda, at tit á Viðareiði eru so smekkfull í pengum. Hvussu er við tí, - eigur ikki kommunan nógvan pening á bók? Liggja ikki onkrar milliónir undir mad- rassunum har norðuri? Viðingurin er annars spakmæltur, men hesaferð er hann skjótur við svari­ num. Fyrr áttu viðingar fleiri bátar, men teir eru allir seldir. So spurningurin er, hvussu nógvar inntøkur koma í hesa norðastu kommununa av útróðri. ­ Eg veit so ikki, hvussu nógvan pening vit eiga. Eg haldi at tað er hemmiligt! Vit fara so ikki at avreiða hesar í tann tóma kommunukassan her í Klaksvík, sigur hann við einum brosi. Tey duga norðanfyri er týðiliga misnøgdur við býráðsarbeiðið hesi seinastu fýra árini: ­ Nei, eg haldi, at vit hava alla orsøk at vera misnøgdir og eisini skuffaðir av teimum í býráðnum. Eg haldi, at teir skuldu verðið skiftir út allir sum ein, og at nýtt og yngri fólk kom inn ístaðin. ­ Tað kann væl vera, svarar hin aftur. Men tað er upp til okkum og hinar veljararnar at avgera. Tað nyttar í øllum førum einki, um eg biði onkran velja Steinbjørn ella Hans Arna. Tað er tín og mín atkvøða sum avgerð valið. ­ Ja, letur í einum triðja. Sóu tit listan hjá Folkens (tað er: fólkaflokkurin)? Har vóru ikki færri enn 13 nøvn á listanum. Gud vit, hvat teir hugsa fyri sær. Teir hava so í øllum førum stuðlað væl uppundir at koyra kommununa á heysin. Og nú ætla teir sær so at yvirtaka alt býráðið!? Einki grenj við arbeiði Hesir vísu egnararnir í skúrinum á Stongunum hava eisini gjørt sær sínar metingar um, hvussu komm­ unan skal koma burtur úr hesi truplu støðuni. Teir eru greiðir yvir, at tað krevur góða sálarliga styrki at vera politikkari, líkamikið um tað gongur væl ella illa fíggjarliga. Kanska er verri at vera politikkari, tá trupulleikar eru at hóma í havsbrúnni. ­ Eitt stig at bøtt um støðuna kundi verið at minkað um fólkið í býráð­ num og í umsitingini. Tað eru alt ov nógv fólk harinni, og eg haldi heilt erliga eisini, at tey fáa ov lítið av skafti. ­ Tað eitist, at tey skulu vera óunnverilig. Eg haldi, at færri fólk høvdu fingið munandi meiri av skafti, kem­ ur frá einum eldri manni. ­ Ja, sigur ein annar. Eg havi onkutíð havt ørindi har, men tá tað endiliga er opið og tú kemur inn hagar, so fært tú ikki fatur á nøkr­ um. Tey eru altíð upptikin við onkrum øðrum. Semja er um, at har eru ov nógvir kokkar í býráð­ num, og at tann rætturin teir borðreiða við fyri fólkinum er ikki nóg góður. Neyðugt er at senda fleiri av hesum kokkunum úr messuni og út á dekkið at arbeiða. ­ Tann stóri spurningurin er sjálvandi, hvør skal til hús. Tað er ikki serliga stutt­ ligt at avgera tað, tí fleiri fólk er nústaðni sett í starv. Men eg ivist onga løtu í, at fleiri teirra fáa minst 30.000 krónur um mánaðin – so her er beinanvegin peningur at spara. ­ Ja, hetta kenna vit alt til, vit sum hava balst á sjónum alt okkara lív. Í dag verður beinanvegin tosað um at geva kreppuhjálp, um fólk gerast arbeiðsleys. Eg havi so ongatíð fingið bjóða slíka hjálp. Um vit høvdu gjørt ein ringan túr, so ráddi bara um eitt – og tað var at skunda okkum avstað aftur sum skjótast! Hann fær ikki sagt meiri, tí nú er ein øgiligur larmur, nú gágguknúsarin er farin í gongd. Tá maskinan um­ síðir tagnar, er ein annar egnari í ferð við at siga eina søgu, frá tíðini tá hann var til skips. ­ Eg var í hemara fyri nógvum árum síðani. Vit vóru 12 mans umborð, og vit skipaðu okkum soleiðis, at fýra høvdu altíð frí. Seinni gjørdust vit bara átta mans, og tá varð tað sum í himmiríki. Allir mans arbeiddu og eingin grenjaði tað allarminsta. ­ Soleiðis áttu teir eisini at gjørt í Klaksvíkar kommunu! - Tað eru alt ov nógv fólk í býráðnum, og eingin veit hvat tey gera, verður sagt úr egningarskúrinum Útróðurin hevur altíð verið høvuðsvinnan í Klaksvík. Fer hann fyri bakka, Kósin steingir og trolarar verða seldir úr býnum, fer ikki at standa so væl til Eg havi so ongatíð fingið bjóða slíka hjálp. Um vit høvdu gjørt ein ringan túr, so ráddi bara um eitt – og tað var at skunda okkum avstað aftur sum skjótast Nógvir bátar á feltinum Tað hevur gingið væl hjá Christian í Grótinum og hann er komin útaftur at royna. Í dag eru nógvir bátar á feltinum. Fyri at taka nakrar bátar so eru Strøm­ egg, Isafold, Ruth, Fiskeskjær (myndin) og nógvir aðrir. Tað er annars ikki so gott veður har í dag. Skipini royna einar 70 fjórðingar úr Bergensleiðini. Ætla samanlegging í Sandoy Fríði Nolsøe, ið situr í minnilutanum í Sands Kommunu eigur eitt av uppskotinum til fundin í dag kl. 17. Uppskotið um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu á Sandi. Valið skal fara fram samstundis tá ið kommunuval verður 11.november. Kommunustýris­ limurin mælir eisini til í uppskotinum, at kommunan heitir á hinar kommununar í oynni at gera tað sama. Spurningurin er hvussu heitir borgarstjórarnir eru í oynni fyri eini samanlegging, men greitt er at so verður samanlegging gjørd við lóg. Sandoyggin er rættiliga dýr at reka, við so fáum fólkum, og sjálvt fólkatalið fer at minka enn meiri, skrivar heimasíðan bkv.fo. Ein máti kundi verið at fingið Sand­ oynna inn í Tórshavnar Kommunu. Sandoyggin hevur verið ein kommuna fyrr, og tað riggaði als ikki. Sandoyggin er ov lítil til eina kommunu.