fríggjadagur 24. august 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 24. august 2001
19
í Cuba. Hann var eisini við
Maradona áðrenn, hann fór
í hundarnar í Punto del Este
- og Interpol kannar hann í
sambandi við narko-ill-
gruna. Hvat sigur tað?
Líkamikið hvar hann fer, so
fara somu trupulleikar altíð
at vera í hølunum á honum.
Narko er ein vognur, sum tú
kanst loypa á. Men tú kanst
ikki altíð loypa av. Tann
dagin Maradona doyr fer at
vera
ræðuligur,
meira
ræðuligur enn tá Eva Peron
doyði.«
Borinsky heldur á.
»Hvat ger hann við seg
sjálvan? Maradona tjenar
pengar upp á Maradona,
krevur samsýning fyri blað-
samrøður og selir sína egnu
søgu. Tá hann kollapsaði í
Uruguay, rindaði eitt blað
honum 100.000 dollarar
fyri
eina
samrøðu
úr
sjúkrasongini.
Maradona fekk eisini
eina millión dollarar í for-
skoti fyri hansara lívssøgu,
sum seldi óført í kjalar-
vørrinum av, at hann gjørdi
av at gerast tekniskur venj-
ari hjá felagnum Almagro,
hóast hann ongantíð hevði
verið til ein dyst, og bert
møtti til eina venjing.
Seinni segði hann »ikki
spyrja meg um Almagro.
Eg havi ikki skrivað nakran
sáttmála.«
Tora ikki
Bókin er, sum væntað, ein
blandaður landhandil, har
Maradona leggur eftir FIFA
og Pele og annars prátar
leyst og fast um lívið.
Tað eru ikki øll, ið halda,
at hetta er undirhald á
høgum støði, minst av
øllum maðurin, sum leiddi
átta ára gamla Maradona
burtur úr fátækradóminum
og legði honum lag á á 1.
liðnum
hjá
Argetinos
Juniors. Francisco Cornejo
var nógv meira enn bara ein
venjari,
tá
Maradona
stevndi móti tí, ið skjótt
skuldi gerast heimins besti
fótbóltsleikari - tann besti
nakrantíð, ið eygunum hjá
fleiri. Cornejo, sum í dag
stendur á odda fyri einum
fótbóltsskúla, ið kallast San
Diego, ber ótta fyri, at
hansara besti næmingur
ikki longur kann lærast.
»Kann eg hjálpa honum
nú? Nei. Eg má síggja í
eyguni, at tað er absolutt
onki, eg kann gera fyri
hann« segði ein sorgarfull-
ur Cornejo.
»Um eg gjørdi okkurt, so
vildi hetta oyðilagt okkara
samband. Eg haldi tað
sama, sum øll onnur halda
um verandi støðu, men eg
vil ikki gera hann illan við
at lufta eina meining, sum
er sera torfør at seta orð á.
Eg eri øgiliga keddur um
alt hetta. Tað er sum um ein
av synunum hjá mær hevur
hesar trupulleikarnar. Onki
er eftir av tí dreinginum,
sum eg einaferð kendi.«
Og soleiðis er lagið.
Sjálvt ikki Cornejo hevur
mansmót ella viljan at siga
sína hugsan við Maradona
fyri at fáa hjálpa honum
burtur úr sínum egna vit-
loysi.
Sjálvur er Maradona ikki
í iva um sín ódeyðileika.
Fyri stuttum segði hann:
»Eg kann ikki doyggja fyrr
enn allir fýra beatlarnir eru
í himmiríki. Bara ein er har
nú, so eg eri tryggur.«
Hetta ljóðar ikki, sum ein
maður, sum er í tøttum
sambandi við veruleikan.
Ein tíðindamaður frá út-
varpsstøðini
La
Red
Fernando Pacini - ein vinur
hjá Maradona - royndi at
verða objektivur, tá hann
greiddi frá: »Eg var saman
við honum nakrar dagar í
Cuba og kann siga so mikið
sum, at hann hevur tað betri
nú, enn hann hevði tað tá.
Hansara vøddar eru fram-
vegis í ússaligum standi,
men hann tekur tey neyð-
ugu fyrivarnini.
Eg veit ikki, nær hansara
medisinsku
trupulleikar
hvørva, men hann roynir at
byggja upp aftur og er ikki
liðugur enn. So mikið veit
hann. Hann má ansa sær
hvønn dag.
Tað var friður á honum í
Havana. Har var friðarligt,
men hann kendi seg einsa-
mallan. Her í Argentina -
ja, her er hann Maradona.
Eg veit ikki, hvat hendir
næst, men eg veit, at hann
ætlar sær at spæla móti
Brasilia og eg trúgvi, at
hann hevði klárað seg væl.
Eg haldi, hugskotið er
skilagott og eg veit, at eis-
ini fleiri fólk innan fót-
bóltsheimin
her
høvdu
fegnast, um tað hendi.
Fólk í Argentina høvdu
sjálvsagt fegin viljað sent
ein 40 ára gamlan leikara á
vóllin móti Brasilia fyri at
vísa júst, hvussu langt
framman fyri tey eru.
El Diego, sum hevur
fingið
síni
høgg
frá
brasiliamonnum gjøgnum
árini, er sum sagt fegin og
fúsur.
Ein dyst - hvat so?
Ein dyst aftrat. Men hvat
so. Fer Maradona at duga at
liva uttan rúsevni og til-
biðjanina á fótbóltsvøll-
inum?
Sjálvur iðrar hann seg
ikki á nakran hátt um sína
fortíð og ber ikki á nakran
hátt ótta fyri framtíðini.
Í bókini staðfestir Mara-
dona: »Eg kann hyggja
heimin í eyguni. Eg fór ikki
illa við nørkum øðrum enn
mær sjálvum og burtursær
frá familjuni so skyldi eg
ikki nøkrum nakað. Eg
stríðist fyri mínum lívi dag
og dagliga. Eg havi míni
fólk kring meg. Eg havi
mínar vinir. Mín kona
stuðlar mær treytaleyst og
eg eigi tvær døtrar, ið eru
líka so deiligar, sum eg
altíð droymdi um, at tær
fóru at verða. Oman á tað,
so eri eg fult virdur í tí
landi, sum eg elski. Hóast
alt tað, sum er hent, so fái
eg respekt frá Argentina og
tað njóti eg til fulnar.«
Fyri
Maradona
ger
treytaleysi kærleikin frá
vinum, familju - ja, at kalla
øllum í Argentina - allar-
helst meira skaða enn gagn.
Og kortini. Uttan hetta,
hevði hansara stóra - men
veika - ego helst ikki hildið
eitt minutt aftrat.
Kelda: Soccernet
Myndir úr bókini:
el Diego
Maradona hevur altíð verið maðurin, sum fólk antin elska ella hata. Tey, sum hata hann, fara
helst ongan tíð at gloyma málið hjá honum móti Onglandi
Hjá teimum, sum elska fótbóltskynstir hansara stendur seinna málið hjá honum móti Onglandi
helst enn klárari í minninum
Treytaleysi kærleikin frá øllum kring hansara persón, gera helst meira skaða enn gagn fyri
Maradona. Her verður hann saman við døtrum sínum, Dalma og Gianinna, fagnaður, eftir
heimkomuna til Boca í 1995
19
18
Nr. 162 - 24. august 2001
Óhugsandi, ótrúligt,
ið hvussu er ikki
meira enn ein skrøgg-
søga. Í einum hvørj-
um øðrum landi er
tað helst so - og við
einum hvørjum øðr-
um fótbóltsleikara
somuleiðis. Men ikki
tá talan er um argen-
tinska fótbóltshalgi-
menni Diego Mara-
dona
FÓTBÓLTSHETJA
Niclas Johannesen
Í ramasta álvara hevur
Diego Maradona staðfest,
at hann ætlar sær eitt
comeback. Ein dyst aftrat.
Fyri
Argentina.
Móti
Brasilia.
Farin um tey fjøruti og
minni enn eitt ár aftan á, at
hann nærum fórst í narko-
deyðanum, ljóðar hetta
vittleyst í oyrunum hjá
teimum flestu. »Tað er satt,
eg ætli mær at spæla eina
ferð aftrat fyri land mítt«,
segði Maradona. »Men
bara móti Brasilia. Líka
mikið hvørji mistøk eg havi
gjørt, tá tað snýr seg um
narkotika, so eri eg fram-
vegis Maradona. Eg eri
framvegis El Diego.«
At hann ætlar sær at
spæla ein síðsta dyst móti
fremsta fótbóltsfíggindan-
um Brasilia, hevur fingið
fleiri at hálvgum smílast.
Men ikki í Buenos Aires.
Har
halda
tey
flestu,
íroknað fleiri av toppunum
í argentinska fótbóltssam-
bandinum, at talan er eitt
frálíkt huskot.
Hetta er seinasti kvali-
fikatiónsdysturin til HM
endaspælið og Argentina
hevur longu undan dyst-
inum tryggjað sær luttøku
til endaspælið í 2002. So nú
verður fyrispurningurin hjá
Maradona viðgjørdur á
hægsta stigi og útlitini fyri,
at Maradona verður við á
vøllinum,
tá Argentina
spælir móti Brasilia 5.
September í ár eru ikki
vánalig.
Og júst her liggur trupul-
leikin, ikki bara fyri Mara-
dona sjálvan, men eisini hjá
læknum og vinum, sum
vilja
hjálpa
Maradona
burtur úr kokain misbrúk-
inum, sum fleiri ferðir
hevur verið líka við at drig-
ið hann niður í grøvina.
Aftur á fótum
Í so máta er onki nýtt undir
sólini. Vælkomin aftur til
sjálv-villleiðandi, smikur-
fylta heimin hjá tí mest
víðagitna fótbóltsleikaran-
um nakrantíð og sjálv-
útnevnda illmenninum.
Hetta er ein heimur, har
sjálvt ikki hansara nærm-
astu vinir og heldur ikki
maðurin, sum var hansara
»fótbóltsfaðir«, tora at siga
við Maradona, at hann nú
aftur stendur á bakkanum
og starir niður í dýpið - og
tann einasta villingarsjónin
hann sær er sín egni
ódeyðiligleiki.
Fyri stuttari tíð síðani var
Maradona aftur í argentiska
høvuðsstaðnum
Buenos
Aires, har hann varð sædd-
ur at vinda seg sjálvan upp,
syngjandi
við
lokalum
poppstjørnum, dansandi á
tekjum í sambandi við
fótbóltsfepurin, sum altíð
herjar, tá hansara lið Boca
Juniors eru í meldrinum.
Hetta var ein heilt onnur
mynd
enn
tann,
sum
umheimurin sá í januar, tá
hann var borin inn í ein
sjúkrabil, eftir at hann
small saman í frítíðarstað-
num Punto del Este í
Uruguay. Nú sær hann út
sum sjálv ímyndin av góð-
ari heilsu og hansara vekt er
fallin stórliga.
Einasti skuggin, ið hong-
ur yvir tí klæna Maradona
eru minnini frá HM-kapp-
ingini í 1994, tá hann var
sendur til húsa, tí royndir
vístu, at hann innihelt ein
cocktail av vandafullum,
ólógligum evnum - evni,
sum hjálptu honum at tapa
seg
undan
kappingini.
Undan hesum hevði hann
havt fimtan mánaða leik-
bann, tí ein onnur roynd
vísti, at hann hevði tikið
kokain.
Framvegis hetja
Hóast
hansara
mongu
svipsarar, so er Maradona
framvegis
ein
hetja
í
Argentina. Tað er gerandis-
kostur, at viðhaldsfólk hjá
Boca Juniors syngja navnið
hjá Maradona, tá Boca
spæla.
Og Maradona heldur á
við at vera sum ein vilja-
sterk, sjálv-oyðleggjandi
tragedia undir uppsigling.
Tann
sami
skarin
av
»vinum«, sum aldrin lyftu
fingur frá síðu, tá fótbólts-
hetjan snøgt sagt oyðilegði
sín egna kropp, hongur
framvegis í hølunum á hon-
um. Onnur eru so ør-
kymlað, at tey halda, tað er
bara ein spurningur um tíð,
so er Maradona aftur fang-
aður í tí óndu ringrásini.
Sergio
Batista,
sum
spældi saman við Mara-
dona í HM-kappingunum í
1986 og 1990, var ein av
hansara fáu erligu vinum
millum
annars
mongu
nikkandi høggormarnar, tá
Maradona loksins mundið
forkomið sær í misbrúkið.
Batista, sum sjálvur vann
á kokain misbrúki fyri sjey
árum síðani, ávari Mara-
dona og segði, at best hevði
verið fyri hann at fari úr
Argentina, frá »vinunum«,
sum eru tengdir at hansara
misnýtslu-døgum. Batista
segði, at Maradona rætt og
slætt mátti byrja av nýggj-
um og tveita gamla viðførið
burtur.
Batista, sum er venjari
hjá Argentinos Juniors, har
bæði hann og Maradona
byrjaðu teirra fótbóltsyrki,
royndi at vera bjartskygdur,
tá hann segði: »Enn hevur
hann ikki gjørt nóg mikið.
Eg veit ikki, um hann er
sloppin heilt leysur. Men
higartil sær tað út til, at
hann er komin góða leið.
Skarin av vinum kring hann
er ikki stórvegis broyttur.
Men Maradona er broyttur -
haldi eg.«
»Eg spældi ein dyst við
honum fyri nakað síðani og
hann var glaður og sær
nógv betri út enn hann
hevur gjórt. Hann veit, at
hetta er ein tungur bardagi.
Tað er ikki lætt, men
týdningarmiklast
er,
at
hann hevur eldhugin, er
glaður og roynir at njóta
lívið, sína familju og vinir.
Tað er tað, ið kann hjálpa
honum burtur úr hansara
trupulleikum.
Meðan Batista roynir at
mála við ljósum strokum,
so eru onnur minni bjart-
skygd.
Ein eldri blaðmaður á El
Grafico, Diego Borinsky,
segði: »Fólkini kring hann
vita, at hann framvegis
tekur narkoevni, men tey
siga bara »Ja, Diego« og
gera onki. Tá tað er sagt, so
skal eisini leggjast aftrat, at
hann er ikki til at hava
tamarhald á. Tað, sum
Maradona ynskir at gera,
ger Maradona. Ikki er so
langt síðani, at hann rendi á
við bili í Cuba, tí hann
koyrdi á skeivari síðu«
»Ein maður, ið kallast
Ferro Vieira var við honum
Maradona: Ein dyst aftrat - móti Brasilia
Diego Armando Maradona er søgan um lítla drongin, sum mentist úr fátækradøminum í Boca
til at herast heimsins besti fótbóltsleikari. Hóast tað síðani HM í 86 fyri tað mesta hevur gingið
niðureftir hjá honum, so ætlar Maradona sær nú at spæla ein seinasta landsdyst fyri Argentina
C
M
Y
K
18