Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. august 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 162 - 24. august 2001 Nr. 162 - 24. august 2001 21 Flux hevur fingið nýggjan gittarspælara og hevur skrivað hópin av nýggjum sangum, sum verða at hoyra á konsert í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið TÓNLEIKUR Pop.fo Rockbólkurin Flux fer at spæla á tveimum konsert- um um vikuskiftið. Fríggja- kvøldið verða teir á palli í Atlantis í Klaksvík saman við Clickhaze, og leygar- kvøldið spæla teir á gamla Meiarínum í Havn saman við Diatribes. Flux var við í ársins Prix Føroyar finalu, og har spældu teir sín orkufulla og melodiøsa rocktónleik. Teir vóru eisini við í finaluni fyri tveimum árum, men hvørgu ferðina eydnaðist teimum tó at fáa plasering. Gittarspælarin, Rasmus Rasmussen, er nú komin við í bólkin, og tað hoyrist á spælinum hjá teimum. Rasmus hevur áður spælt í millum annað Diatribes og Happy, og hann er eisini kendur frá útvarpssending- ini, Roykstovan, sum hann hevði eitt langt skifti. Flux hevur gjørt hópin av nýggjum sangum seinastu mánaðirnar, og tað verður nakað av hesum, sum verð- ur at hoyra á konsertunum um vikuskiftið. Fara nú til Klaksvíkar Clickhaze hevur langt frá verið gerandisgestur í Klaksvík, men nú fara tey at spæla sín sermerkta rocktónleik fyri norðoying- um. Á konsertini í mentanar- húsinum Atlantis fríggja- kvøldið fara Eivør, Petur og hini í Clickhaze at spæla sjálvgjørdan rocktónleik, sum hevur verið væl lýddur á konsertunum kring landið og í útlandinum. Á konsertini í Havn leyg- arkvøldið fara Diatribes eisini at spæla. Hesin bólk- urin var við í grótharða undanumfarinum í Prix- kappingini í Vági, tá Click- haze vann og Týr gjørdist nummar tvey. Hóast tað ikki eydnaðist at koma í finaluna, hava Diatribes tó ikki lagt seg afturá. Teir hava vant nógv og eru nú í gongd við at gera eina fløgu, sum verður upptikin í Føroyum. Konsertin við Clickhaze og Flux verður í Atlantis fríggjakvøldið klokkan 22.00 Konsertin við Flux og Diatribes verður á gamla Meiarínum í Havn leygar- kvøldið kl. 22.00. Sangarin og key- boardspælarin í rock- bólkinum, Tangz, fara sunnudagin til Svø- ríkis at ganga á vird- um svenskum tón- leikaskúla. Teir ætla tó at halda fram við spæla í Tangz, sum er farið undir upptøk- urnar til eina nýggja stakfløgu TÓNLEIKUR Pop.fo Rókur Jacobsen og Dánjal á Neystabø fara næsta árið at búleikast nærindis Gøte- borg í Svøríki, har teir fara at ganga á tónleikaskúla. Billstrømska Folkhøg- skola er væl dámdur tón- leikaskúli, har bíðilistin er langur fyri at sleppa inn. Rókur og Dánjal komu tó ígjøgnum nálareygað í upp- tøkuroyndini, og í komandi viku byrja teir á skúlanum. – Vit gera tað fyri at royna nakað nýtt. Tað er vanligt at fara til Danmark- ar í slíkum ørindum, men vit hava valt at fara til Svø- ríkis, tí tað ljóðar minst líka spennandi. Helst fara vit til Danmarkar í øðrum út- búgvingarørindum, so hví ikki royna Svøríki hesaferð, sigur Rókur Jacobsen, sangari í Tangz. – Svøríki er eitt sera áhugavert land, tá tosað verður um tónleik. Teir taka tónleikin í sera stórum álvara og framleiða nógvan góðan tónleik. Tað hava vit eisini hugsað um, tá vit valdu Svøríki, sigur hann. Betra teoretiska partin Billstrømska Folkhøgskola verður vanliga roknaður sum fyrireiking til tónleika- útbúgvingar á universiteti í Svøríki. Tað ber til at ganga á skúlanum í tvey ár, men Rókur og Dánjal hava ikki gjørt upp við seg sjálvar, um teir verða so leingi í Svøríki. – Í fyrstu syftu fara vit yvir har í eitt ár. Vit ætla at royna skúlan, og so fæst at síggja, um vit halda fram eftir tað fyrsta árið. Tað er ein spurningur um, hvat vit fáa burtur úr, og hvussu vit fara at trívast har, sigur Rókur Jacobsen. Umstøðurnar á skúlanum eru góðar. Tað er ikki so kostnaðarmikið at ganga har, tí nógvur stuðul verður veittur skúlanum. Umstøð- ur til at spæla og venja tón- leik eru sjálvandi sera góð- ar, og eisini liggur væl fyri at brúka internetið í geran- disdegnum. Frálæra er í 35 tímar um vikuna á skúlanum, og so at siga alt hevur samband við tónleik. Einir fýra tímar verða í onkrari bókligari lærugrein, men restin snýr seg onkursvegna um tón- leik. – Eg fari persónliga fyrst og fremst eftir at betra meg í tí teoretiska partinum, tí eg havi fingið lítla og onga undirvísing í tónleikateori. Eisini vóni eg at kunna betra ymsar teknikkir, sum eg ikki eru nóg góður til, sigur Rókur. – Eg og Dánjal hava spælt eitt sindur av cafétón- leiki í Føroyum, og tað verður vónandi okkurt høvi til tað í Gøteborg. Halda fast í Tangz Tangz hevur spælt nógv í ár. Teir vóru við á Prix Før- oyum og hava eisini framført fleiri ferðir síðani. At tveir av limunum í bólk- inum nú fara uttanlands at ganga á skúla, fer tó ikki at merkja, at Tangz fer í søguna. – Vit eru samdir um at halda fram við Tangz, og vit ætla eisini at spæla, tá vit fáa høvi til tað, sigur Rókur Jacobsen. – Tað verður helst eitt sindur øðrvísi næstu tíðina, tí eg og Dánjal verða í Svø- ríki, men vit ætla at sam- skifta við hinar í bólkinum um tónleik, og vit ætla eis- ini at gera okkurt saman, tá feria er. Tangz er farið undir upp- tøkurnar til eina útgávu, sum møguliga kemur út í ár. Talan verður um eina stakfløgu við einum fýra sangum, og fyrsti sangurin er so gott sum komin undir land. Hesin sangurin varð tikin upp í Studio Pegasus fyri nøkrum vikum síðani. Helst fer Tangz aftur í studio í heyst at gera fleiri upptøkur. – Enn vita vit ikki, nær fløgan kemur út, men eg hevði vónað, at vit kundu gjørt hana lidna í heyst. Vit hava tó ikki tosað so ná- greiniliga um tað, so vit fáa at síggja, hvussu tað fer at ganga við hesum, sigur Rókur Jacobsen. – Vit gera eina stakfløgu, tí vit hava ikki umstøðurnar til at taka eina heila fløgu upp beint nú. Vit mangla ikki sangirnar, men tað snýr seg meira um at finna tíð og pengar til at gera eina heila fløgu. Føroyski sangskriv- arin fer at skriva løg, gera upptøkur og spæla konsetir í New York, Nashville og Los Angeles komandi vikurnar TÓNLEIKUR Pop.fo Mánadagin fór Teitur Lass- en til USA, har hann fer at verða næstu vikurnar. Teit- ur hevur áður verið í USA og fingist við tónleik, og hesaferð liggur leiðin til New York, Nashville og Los Angeles. Teitur fer at skriva løg, gera upptøkur, og hava onkrar konsertir í stóru amerikansku býnum. Fyri tveimum vikum síð- ani kom nýggj stakfløga við Teiti Lassen út í Føroy- um. Á hesi útgávu eru tríggir sangir. Ein teirra hevur Teitur skrivað einsa- mallur, meðan hinar báðar hevur hann skrivað saman við Jeff Cohen. – Jeff Cohen er sang- skrivari úr New York. Hann er helst tann persónurin, sum eg havi skrivað flest løg saman við seinastu tvey árini, sigur Teitur Lassen. Tá Teitur var heima í vet- ur, brúkti hann nakað av tíðini í studio, og tað er úr- slitið av hesum, sum føroy- ingar kunnu hoyra á nýggju fløguni. Tekstirnir í sangunum eru á enskum, og teir snúgva seg um gerandislig- ar hendingar og støður. – Heldur enn at finna upp á okkurt tilvildarligt, skrivi eg ofta um hendingar, sum hava sett seg fastar, tá eg geri tekstir, sigur Teitur. Flux við nýggjum gittarspælara Rókur og Dánjal til Svøríkis at royna seg Flux fer at spæla á konsertum í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið. Teir hava fingið nýggja gittarspælara og hava gjørt nógvar nýggjar sangir seinastu tíðina – Eg fari persónliga fyrst og fremst eftir at betra meg í tí teoretiska partinum, tí eg havi fingið lítla og onga undirvísing í teori. Eisini vóni eg at kunna betra ymsar teknikkir, sum eg ikki eru nóg góður til, sigur Rókur Jacobsen, sum nú fer til Svøríkis at royna seg á tónleikaskúla Teitur á ferð í USA Grót góða byrjan á útivølli Stívliga 60 fólk vóru tilvóru til konsert- ina við Krit og Marigold í Havn farna leygarkvøld, og tað eru fyrireik- ararnir í Grót væl nøgdir Tónleikasamtakið Grót fekk eina góða byrjan, tá teir skipaðu fyri fyrstu konsertini í høvuðsstaðn- um. Higartil hevur so at siga alt virksemið hjá Grót verið í Losjuni í Gøtu, men nú er Grót farið á rull kring landið. Lagt varð fyri við kon- sert á Margarinfabrikkini í Havn, og hugnaligu høl- ini hjá Grímu vóru góður karmur um konsertini. Stívliga 60 fólk vóru til konsertina við Krit og Marigold, sum spældu sjálvgjørdan rocktónleik. Grót heldur, at tað manglar ein pallur fyri føroyskar tónleikabólkar, sum spæla sítt egna tilfar. Komandi vikuskiftið fer Grót at hava konsert í At- lantis í Klaksvík, har Clickhaze og Flux fara at spæla. Konsertin verður fríggjakvøldið. Leygar- kvøldið verður aftur kon- sert í hølunum hjá Grímu. Pop.fo KROSSORÐ Jónfríð Foldbo 520 Leirvík Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu innsendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka- deild Føroya Lærarafelags ella Føroya Skúlabóka- grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugsað tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys- unarorðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin. Vinnarin verður saman við loystu gátuni kunngjørdur í blaðnum næsta fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs- havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Vinnari: Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… 271 Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: ❑Úti á leysum oyggjum - Marianna Debes Dahl ❑Matur í myndum - Sigrid Dalsgaard/ Beinta Johannesen ❑Í skýmingini - Sofía Petersen/Elinborg Lützen ❑Meistarin og teir fýra skrivararnir - Ulf Nilsson/Karl N. Hansen týddi Frá FØROYA SKÚLABÓKAGRUNNI: ❑Mállæra - Paulivar Andreasen/Árni Dahl ❑Rura - Þóra Þóroddsdóttir ❑Føroya jarðfrøði - Jóannes Rasmussen ❑Íslandsklokkan - Halldór Laxness ❑Fólk og mentan - Jóan Pauli Joensen Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt TILTØK Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: ÁSATRÚGVIN VALUTAKURSIR USA Dollarar Bretland Pund Týskland Markur Svøríki Króna Noreg Króna Frakland Frankur Belgia Frankur Sveits Frankur Holland Gyllin Italia Liri Finnland Markur Ísland Króna Eysturríki Skillingur Spania Pesetas Portugal Escudos Kanada Dollari Grikkaland Drakmur Japan Yen Írland Pund Evra 22.08.01 806,3800 1175,7100 380,8800 78,4500 91,8300 113,5600 18,4660 490,0500 338,0300 0,3847 125,2900 8,2400 54,1360 4,4770 3,7160 520,5300 2,1860 6,7421 945,8700 744,9300 Ultimo juli 850,6900 1213,0000 380,8000 80,4900 93,2600 113,5400 18,4630 493,0000 337,9700 0,3846 125,2600 8,4800 54,1250 4,4760 3,7150 556,3000 2,1860 6,8197 945,6800 744,7800 Cøliakifelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Íslandsvegur 10C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band við felagið fæst við at ringja til onkran av nevndarlimunum: Annegreta tlf. 448664 Beinta tlf. 310574 Henning tlf. 314783. Nýrafelagið Postsmoga 1063 110 Tórshavn. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men sam- band fæst við felagið á e-mail: thomsen1@post.olivant.fo Tlf. 315928, Odny Tlf. 315786, Karin Elisa Tlf. 315673, Katrin Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skriv- stovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32551809 fax.32586149 e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er sam- stundis. Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis. Føroyskt møti í Ålborg Føroysk møti eru fyrsta leygardag í hvørjum mán- aði kl. 19 í hølunum hjá Bethania kirkjuni á Dag Hammerskjølds Gade 2. Drekkamuður er aftaná, øll eru hjartaliga vælkomin. Tit vælkomin at ringja til Annfinn Hjelm, tlf. 29725733. Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10 og verður endursend sunnukvøld kl. 20.30. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyð- bróting. Kl. 18: Evangel- iskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbygg- ingarmøti. Øll eru hjarta- liga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Evangeliska Røddin, Odense Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Vika 34 – 22. august Vinnaratøl: 03 - 07 - 11 - 17 - 20 - 43 Eykatøl: 25 - 38 6 vinnaratøl: Eingin vinnari 5 vinnarat.+ eykatal 93.518,- kr. 5 vinnaratøl: 2.752,- kr. 4 vinnaratøl: 98,- kr. 3 vinnaratøl: 27,- kr. –––––––––––––––––––––––– Sosialurin tekur onga ábyrgd av møguligum villum C M Y K 21 20