mánadagur 13. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 196 - 13. oktober 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Týskvøldið 12. august 2008
ringdi mamma til mín, og
segði mær at tú ikki vart
ímillum okkum longur.
Tað vóru tung boð, sum
ikki vóru løtt at hoyra fyri
meg. Vit hava altíð verið
nær, kanska ikki so nógv
síðan eg flutti úr Havnini,
men eg kom av og á forbí at
vitja teg uppi hjá Eiler
gubba og so eisini úti á
heiminum í Vallalíð, har tú
búði tað seinasta árið.
Tú vart altíð í góðum lag,
eisini seinast eg vitjaði teg.
Eg sá at tú vart nógv eld,
men eg hugsaði ikki at hetta
var okkara seinasta løta
saman. Nógv góð minnir
havi eg um teg og eg eri
glað fyri, at tú altíð hevur
verið har fyri okkum øll.
Tú vart ófør at binda, og
tú bant øllum ommubørnu
num hosur og skóleistar, so
at eingin skuldi mangla nak
að upp á føturnar.
Tú vaks upp við Norð
skála saman við foreldru
num Jóhannus Johannesen,
ættaður úr Tjørnuvík, og
Elsa Johannesen, fødd Joen
sen, frá Norðskála. Tú
hevði 6 systkin, fimm brøð
ur og eina systur, sum á ung
um árum giftist til Noreg.
Tú vart altíð hjálpsom og
arbeiddi nógv, og sum ung
fór tú til Havnar at tæna.
Seinni giftist tú við Hans
Erling Guttesen, ættaður
undir Ryggi í Havn, og sam
an fingu tit sjey dreingir,
har av fimm liva eftir í dag.
Tit bygdu hús við Stoffa
lág.
Í 1981 misti tú mann tín í
einari fersluvanlukku og
mátti eisini fara ígjøgnum
ta sorg at missa tveir av
tínum synum á ein tragiskan
hátt. Men tú vart sterk sum
altíð og vísti okkum øllum,
hvussu ein familja stendur
saman í svárum tíðum. Tú
hugsaði altíð um hini, og
man fór aldrin svangur ella
tystur avstað, tá man kom á
gátt hjá tær.
Sum smágenta vaks eg
upp heima hjá tær í Skúla
gøtu. Har búðu vit í tvey ár,
árenn vit fluttu niðan á
Berjabrekku. Har var altíð
nógv fólk inni og lukturin
av køku og døgurðamati
var ikki ókendur. Tú syrgdi
altíð fyri, at øll fingu nokk
og mangan, tá i vit ikki
fingu endarnar at røkka
saman, komst tú við eini
hjálpandi hond. Tá mamma
var sjúk, var tú eisini har
fyri okkum, og eg kann ikki
gloyma jólini vit samlaðust
hjá tær, og tú borðreiddi
fyri familjuni, ræst kjøt og
súpan.
Summarferiurnar
við
Norðskála eru mangar í tali,
har vit gingu niðri í fjøruni
og heintaðu goggur, og tá
vit fóru á flot við bátinum
Lena, sum eitur eftir tær.
Nógv fekst tú burturúr veið
uni, sum vit høvdu fingið
og vit plagdu at grína eftir,
tá ið tú stóð og klamsaði
frikadellur, og hvussu alt
gekk við rúkandi fer. Hvørt
summar vart tú við í hoygg
ing á trøðni við Sundsvegin
í Havn og í Norðskála. Tað
bar ikki til at taka teg aftur,
og einki hoyggj var borið
inn í hoyggjhúsið fyrr enn
omma hevði sagt gott fyri
tí. Tú vart álitið.
Eg plagdi at spyrja teg
um gamlar dagar, tá tú vart
lítil, og tú plagdi at fortelja
mær nógv spennandi, um
hvussu ta var at vaksa upp
tá í tíðini og hvussu glað tit
vóru fyri tað, tit fingu
burturúr.
Stórur er saknurin, men
eg fari altíð at minnast alt
tað góða, sum tú hevur gjørt
fyri meg. Tú hevur verið
ein ótrúliga góð omma og
verið har fyri meg sum ein
mamma. Eitt er púra vist og
tað er, at tú verður nógv
saknað. Nú ert tú farin til
Jesus pápa at bíða, til vit øll
koma at samlast aftur ein
dag.
Hvíl í friði omma, eg
elski teg.
Marjun Guttesen,
ommudótturin
Minningarorð um ommu mína
Súsanna Malena Guttesen
vanliga nevnd Lena, ættað av Norðskála
Fødd 09.10.1992 og andaðist 12.08.2008
Búskaparstøðan, sum
føroyingar liva við í løtuni,
er rættuliga kaotisk og
panisk við útvekslan av
nógvari informatión, vitan,
forsagnir og meiningar.
Endamálið er væl alla
tíðina at verða sakligur og
realistiskur, soleiðis at
røttu avgerðirnar kunnu
takast. Onkur velur at gita
seg til eitthvørt – vegna
tað, at kenslurnar eru ov
nógv í kók.
Sagt verður m.a., at
búskaparfrøðingar (nevndir
búskaparprofetar) og
onnur, sum ráðgeva í
løtuni, muga ansa eftir, tí
tey kunnu tosa eina kreppu
til veruleika, og onkur er
illur, tí tey, sum úttala seg
ikki hava grundarlag fyri at
siga tað, sum tey siga.
Fortreytirnar fyri at siga
tað, sum nøkur siga, kunnu
eisini verða ymiskar og
geva ymiskar niðurstøður
og boðskapir. Trupulleikin
er, at vit hava ongan
fasitlista at sláa upp í,
nakrar meiningar eru
rættari enn aðrar, og ongin
veit fullkomuliga, hvar vit
lenda (nakrir aktørar eru í
fríum falli). Men rætt er, at
vit skulu ansa eftir, hvat vit
siga og argumentera væl –
eins og við øllum vit takast
við.
Tey, sum eru serliga
kritisk yvirfyri teimum,
sum siga, hvat er gjørt
skeivt og sum royna at
spáa um, hvat fer at henda
o.a., eru sjálvandi tey, sum
eru í vanda fyri missa stórt
og ongantíð koma fyri seg
aftur fíggjarliga.
Tað er kortini upp á
tíðina, at fólk, sum hava
eina aðra meining ella hava
verið og eru kritisk yvirfyri
førda búskaparpolitikki
num hjá landinum,
kommununum o.a. sleppa
til orðanna. Politisku og
vinnuligu fantastarnir og
spekulantarnir hava havt
frítt spæl at koma við
ábyrgdarleysum loysnum
og ætlanum, sum onki
realbúskaparligt hald eru í
– vælstandurin er bjóðaður
okkum umvegis lántøku,
lønarhækkingar og ivasamt
íløguvirksemi. Hesar handl
ingar eru framdar uttan
realbúskaparligt grundar
lag, tvs, vinnan ella landið
eru ikki vorðin meira
effektiv og produktiv
seinastu 5 árini – tvørtur
ímóti.
Tí skulu tey, sum hava
disponerað ábyrgdarleyst
seinastu árini, eisini
góðtaka at verða hart
kritiserað og skulu eisini
standa til svars fyri sínum
skilaleysu handlingum.
Hví hava fantastarnir og
spekulatarnir í Føroyum
ikki ansað eftir við teirra
handlingum og virksemi?
Tað verður kunngjørt fyri ætt og vinum, at kæri pápi,
beiggi, svágur og mammubeiggi okkara
Lauritz Debes
Tórshavn
andaðist fríggjadagin, 10. oktober á Landssjúkra
húsinum, 53 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum.
Fyri tey avvarðandi
Jannet og Majbritt
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum hjálptu okkum,
góvu okkum gávur og á ymsan hátt sýndu okkum
samkenslu, tá kæri pápi okkara
Tommy Vinther Kjærbo
so brádliga og óvæntað varð tikin frá okkum.
Takk fyri tey góðu orð, ið søgd vórðu í kapellinum,
takk fyri góðan tónleik og góðan sang.
Anita, Tummas, Bjartur og Bárður
Búskaparprofetar og fantastar
ReidaR
NóNfjall
viðmerkingar