Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 13. oktober 2008 13 Ótrúligt at einasta so­­ nevnda vinnublað í Føro­y­um hevur slíkan tørv á at verja sín vinnumálaráðharra, at blaðið brúkar o­dda­ greinina til at skjóta niður aðrar jo­urnalist­ ar o­g jo­urnalistiska fakið, sum blaðið annars burdi by­gt sítt arbeiði á Í nýggjastu oddagrein fer blaðstjórin á Vinnuvitan í hernað móti journalist­ um, sum hann beinleiðis skírir at hava eitt enda­ mál – nevniliga at fáa landsstýrisfólk frá. Og so letur hann annars upp fyri eini verjurøðu til frama fyri sínum vinnu­ málaráðharra. Tá hann nú er farin ígongd, so nýtir hann høvið til eisini at verja tey vinnulívsfólk, ið kundu hugsast at havt eitt lítið landsstýrisfólk í búki­ num. So hevur blaðstjór­ in jú eisini kýnt øllum sínum kjarnulesarum og ­ lýsarum. Lat meg siga tað bein­ anvegin. Tað er einki mál í sær sjálvum hjá einum journalisti at fáa ein ráðharra frá. Tað hevði Óli á Deild Olsen eisini vitað, um hann spurdi onkran journalist. Men hinvegin er tað ein skylda hjá einhvørjum journalisti at halda eitt vakið eyga við teimum, sum taka avgerðir vegna tað samfelag, vit liva í. Ítøkiliga málið, sum hevur fingið Vinnuvitan at rudda oddagreinina til vinnuliga verjurøðu, er søgan um slógvið í Vági. Ein søga, sum sokallaða vinnublaðið í Føroyum millum annað skírir at vera “tunt soð”, at “tevja blóð” og “at skriva rokn­ ing uttan vert.” Nøkur fakta í málinum eru tó: • at Sp/f Frystimið­ støðin hevur innfryst slógv uttan løggilding • at slógv frá sp/f Frystimiðstøðini er endað á ES­marknaðinum • at ES­lóggáva krevur, at bara virki við løggilding kunnu innfrysta slógv Um leiklutin hjá Johan Dahl er at siga, at hann er ein av stovnarunum, eigaranum og nevndar­ limunum í sp/f Frysti­ miðstøðin. Hann sat í nevndini, líka til eftir at hann varð útnevndur landsstýrismaður, og hann eigur framvegis í fyritøkuni. Sum landssstýrismað­ ur í vinnumálum hevur Johan Dahl ábyrgdina av, at lóggávan á vinnuøki­ num verður hildin. Eisini kunngerðin um løggild­ ing av virkjum. Hann hevur evstu ábyrgd av, at lóggávan verður hildin. Tí er tað í síðsta enda hann, sum skal standa til svars fyri ES­myndug­ leikum, um tey seta spurnartekin við før­ oyska eftirlitið á økinum. Góða mamma Eftir at Kringvarpið hevur borið tíðindini um sp/f Frystimiðstøðina í Vági hava fyrst Johan Dahl og síðani Delta Seafood á Tvøroyri kært til Fjølmiðlanevndina. Tey siga seg ikki vera sloppin til orðanna í málinum. Og landsstýris­ maðurin í vinnumálum kærir enntá fyri at vera vístur í slowmotion. Tað hava tey sjálvandi rætt til. Fjølmiðlanevndin er júst eitt amboð til at viðgera støður, har fólk halda seg hava fingið skeiva viðgerð av einum fjølmiðli. Tó kann tað tykjast eitt sindur løgið, at somu persónar, sum í prosessini als ikki ynsktu at tosa við Kring­ varpið, enntá løgdu horn­ ið á, nú kenna seg ikki at vera hoyrdar. Tað málið gongur sína gongd, og Kringvarpið ger sjálv­ andi sínar viðmerkingar til Fjølmiðlanevndina. Fyri at venda aftur til blaðstjóran á Vinnuvitan. So er tað hugstoytt at ein­ asta sonevnda vinnublað í landinum er farið at skjóta journalistar – og vit harafturat hava fingið ein landsstýrismann í vinnuvitamálum. Tá sjálvt blaðstjórar skjóta journalistar Tíðindaleiðari, Kringvarp Føroya Jón Brian Hvidtfeldt viðmerkingar Framhaldssøgan í Sosiali­ num, Føroya reinasta land, er á mangan hátt ein góð greinarøð, sum hevur kastað ljós á nógv órudd í landinum, og nú tykist sum um greinarøðin er farin av sporinum, og at teir báðir upphavsmenninir Álvur Haraldsen og Kári Mikkel­ sen ikki rættuliga vita, hvat teir vilja við røðini. Í stað­ in fyri at vísa á veruligt órudd og óhumsku minna fleiri av myndarøðunum um ódámligt dýnulyftarí. Eitt rustfrítt skiljiborð uttan fyri eina alistøð, er tað órudd? Her í mínum nærum­ hvørvi í Elduvík, Oyndar­ firði og á Hellunum vóru 18 myndir við í Sosialinum í gjár. Eg gjørdi mær ómak at hyggja eftir, og eg dugdi bara at síggja tvær av hes­ um 18, sum veruliga vístu órudd. Nú rokni eg ikki við, at meiningin er við greina­ røðini, at Føroya land skal gerast heilt kliniskt reint. Tað má verða pláss fyri virksemi og kreativiteti. Eg defineri órudd soleið­ is, at talan er um óbrúkilig­ ar lutir, sum liggja og rek­ ast og ongan góðan eiga. Á Hellunum er víst órudd fram við einum húsaveggi. Eg veit ikki, um grammleikin hjá mynda­ manni og journalisti hevur verið ov stórur hendan dagin. Um myndamaðurin bakkaði tveir metrar og hevði eina vanliga linsu á fototólinum, so hevði ein nýmálað ruskbingja komið undan kavi. Hon er spent niður í betong, fyri at hon ikki skal enda úti á fjørð­ inum, tá ið hann slær niður úr Rættarhamri á útsynn­ ingi. Tað, at bert óruddið er avmyndað, tikið burtur úr einum samanhangi og ikki at tað liggur á einum kommunalum órudds­ plássi, minnir ikki sørt um manipulatión. Óruddið ella gomlu jarn­ lutirnir eru settir á rusk­ plássið, har teir hoyra heima og einaferð um vikuna ella so kemur bilur frá IRF og tekur hetta órudd burtur. Veldan, rusk­ plássið lýkur enn ikki allar treytir enn. Tað skal verða innhegnað, og ein persónur skal ansa tí og halda tað økið. Men hetta er ávegis. Plássið er planerað í summ­ ar, og nú vantar bert at gera arbeiðið liðugt. Niels hjá Harry á Strondum hev­ ur evnað stykkið smotis­ liga til, og komandi ár verður tað fult lógligt, skulu vit trúgva myndug­ leikunum. Nøkur dekk og nakrir oljudunkar eru eisini avmyndaði, og tey hoyra til virksemið hjá einum buss­ stjóra her á Hellunum. Hvussu hetta kann flokkast undir, órudd dugi eg ikki rættiliga at skilja. Kanska Sosialurin kemur við eini nærri grundgeving. Hellurnar er annars til­ tikið fyri at vera ein ruddil­ ig bygd, so kanska tit skylda okkum eina lítla umbering. Sosialurin hevur hildið seg langt vekk frá mínum húsum á Hellunum tíbetur. Kanska einki var har sum kemur undir óruddsnálar­ eygað hjá blaðnum. Annars hevur eitt gamalt rekatræ ligið í fleiri ár uttanfyri, og eg veit ikki ordliga, hvat eg skal brúka tað til, og tí er tað ein óruddskandidatur. Nú liggur ein gomul elmastur hjá SEV, sum skal bera eini vindmyllu, tá íð eg einaferð um stutta tíð havi fingið byggiloyvi. Minni lutir enn hesir eru komnir undir órudd í Sosialinum seinasta árið. Í míni heimbygd Oyndar­ firði hevur óruddspatruljan eisini verið á ferð, og eg standi spyrjandi. Ein før­ oyskur bátur niðri á havn­ arlagnum, sum ein tilflytari hevur ætlanir við, verður defineraður sum órudd. Tað er kanska vantandi skorðan, og at hann liggur á liðini, sum ger bátin til óruddskandidat. Lutir kring alistøðina, sum enn eru í brúki verða prentaðir í Sosialinum sum órudd. Í Oyndarfirði er næstan einki órudd til longur. Í so máta er bygdin óinteres­ sant. Tit skuldu vita fyrr og serliga, tá ið eg var smá­ drongur. Tá var stuttligt at leita í óruddinum. Tá vóru køstar allastaðni niðri í fjøruni. Nú hevur bygdin eitt fyrimyndarliga rikið ruskpláss, og tú sært onki sløðast longur. Fjøran og áin er gullrein. Ein maður í Oyndarfirði ætlar at gera eitt úthús. Eini hús í bygdini verða niðurtikin, hann bjargar sær stórviðinum. Er nakað forgjørt í tí? Hendan mynd­ in eigur ikki pláss í Sosiali­ num, fyrr enn viðurin er rotin og ónýtiligur, og tað verður hann tíverri ikki fyrr enn um nøkur ár. Í Elduvík hava teir avmyndað broytina hjá mínum góða vini Poul Johannus Reyná. Hon var virkin í fjør og gróv í bygdini, og akkurát nú er hon í ólagi. At hon er eitt sindur rustað er neyvan nakað lógarbrot sum ger hana seka í at hava brotið umhvørvislógina. Nakrir sekkir av kunst­ tøðum ella er tað sement liggja innpakkaðir á einum platti á matrikulnummarið­ num hjá eigaranum, er tað órudd og um so er, kanska Sosialurin hevur eina meira nøktandi forkláring. Sum sagt ein frálík greinarøð, men tit mugu gera tykkum eitt sindur meira greitt, hvat er órudd og hvat eru lutir, sum ikki eru í brúki akkurát nú, men sum verða brúktir aftur. Dekningurin av óruddi í Elduvík, á Hellunum og í Oyndarfirði fær ug, um 16 av teimum 18 myndunum í Sosialinum vóru óprentaðar. Sosialurin gongur ov langt í óruddinum justinus@post. olivant.fo Jústinus leivsson eidesgaard Tað gekk ikki fram av myndarøðin, sum eg sá á Portalinum, at óruddið her á myndini liggur á tí almenna ruskplássinum á Hellunum, og at slíkt óbrennbart burturkast verður tikið burtur javnan Takk fyri viðmerkingina, Jústinus Leivsson Eidesgaard. Minnast vit rætt sendi tú okkum eisini eina heilsan, tá vit júst vóru farnir undir at vísa órudd úti um landið og rósti hesi greina­ og myndarøð okkara fyri at vera eitt sera gott tiltak. Hetta skalt tú sjálvandi hava stóra tøkk fyri, eins og tú hesaferð eisini gert vart við, at greinarøðin á mangan hátt er góð. Vit báðir undirritaðu vóru sjálvandi spentir upp á at hoyra, hvør viðmerk­ ing fór at koma, nú vit vóru á heimabeitinum hjá tær har norðuri. Tí at tú fór at gera vart við teg, ivað­ ust vit ongantíð í. Sótu nærmast og veddaðu í bilinum suður aftur um, hvussu skjótt vit fóru at frætta frá tær. Vit eru fullgreiðir yvir, at tað kann vera torført at síggja nakað sum órudd, tá ein hevur sæð so leingi upp á tað, sum tú ivaleyst hevur í hesum føri. Hetta er ikki bert galdandi fyri teg, men tey allarflestu. Tí skilja vit teg sjálvandi, men nakra umbering vegna Oyndar­ fjørð og Hellurnar, sum tú biður okkum at koma við, kemur tú at bíða til fánýtis eftir. Viðvíkjandi rusk­ plássi á Hellunum, so sóu vit einki, sum gjørdi vart við, at talan skuldi vera um eitt kommunalt ruskpláss. Av góðum grundum vita vit ikki, hvussu tá sá út í Oyndarfirði undir tínum uppvøkstri, men óansæð óhumsku fyri 40­50 árum síðani, so forsvarar hetta ikki, hvussu viðurskiftini eru í dag. Tú nevnir órudd uttanfyri húsini hjá tær, men vit hava nettup roynt at umgingið at avmynda órudd á øki hjá privatfólki ella har fólk búgva. Hin­ vegin áttu vit at hava sagt tær frá, so tú kundi bjóða okkum ein guidaðan túr í bygdunum, tí tað er altíð gott at hava staðkend fólk at hella seg til. Júst hetta fara vit at biðja teg umbera okkum fyri. Vit skilja teg, Jústinus redaktiónsleiðari Kári MiKKelsen myndamaður, Sosialurin álvur Haraldsen Gjald fyri valgreinar Fram til kommunuvalið 11. november fer Sosial­ urin at taka gjald fyri val­ greinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 95 oyru + MVG fyri milli­ meturin. At rokna sum valgreinar eru allar grein­ ar, sum valevni skriva ­ og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram til kommunu­ valið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo ­ og tær skulu vera rættlisnar og harvið púra klárar at prenta. Blaðstjórin