Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ] Tillukku Jógvan Martin! Ágangurin hevur ikki altíð verið heilt rímiligur. Men við treiskni, tolni og trúgv upp sítt egna arbeiði hevur Jógvan Martin Olsen rokkið stóran part av sínum máli. Best hugsandi aftursvarið kom leygardagin á Tórsvølli Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg havi tað sum eitt fjónskt bókatræ. Tað stend­­ur har framvegis, hóast svínini hava gníggj- að sær ímóti tí. Orðini átti fyrrverand­­i d­­anski land­­sliðsvenjarin, tá hann ímóti øllum sann- líkind­­um hevði leitt d­­anska fótbóltsland­­sliðið til EM-heitið í 1992. Nú er ein javnleikur móti Eysturríki kanska ikki heilt tað sama sum eitt EM-heiti, og viðferð- in, sum Jógvan Martin Olsen hevur fingið, stend­­- ur kanska ikki heilt mát við hana, sum Ricard­­o oftani var fyri. Men tað er eingin loyna, at atfinningarnar móti Jógvan Martini Olsen mangan hava verið órímiliga harðar. Tað kann væl vera, at venjarin ikki altíð hevur valt røttu loysnina, men hesum hevur hann held­­ur ikki verið bangin fyri at viðganga. Og røttu loysnirnar hevur hann sjáld­­an fingið nakran kred­­itt fyri. Setningurin hevur fyrst og fremst verið at byggja eitt nýtt land­­slið upp, og hetta er eitt arbeiði, sum tekur tíð. Tí tað ber ikki til eftir einum d­­egi at menna spælarar, sum skulu loysa John Petersen, Øssur Hansen, Jens Kristian Hansen, Óla Johannesen, Julian Johnsson og Pól Thorsteinsson av. Menn, ið tilsamans hava einar 300 land­­sd­­ystir í skjáttuni. Og tá mugu fótbóltsføroyar góðtaka, at avrikini sveiggja í meira lagi í eina tíð. Leygard­­agin heystaði Jógvan Martin nakað av tí, sum hann sjálvur hevur verið við til at sáað, og tað munnu vera tey fæstu, sum ikki unna honum hetta so hjartaliga. Og av hesum síðum skal í øllum førum ljóða eitt stórt tillukku. Og samstund­­is eitt herðaklapp til FSF. Tað kann vera, at FSF skuld­­i valt øðrvísi fyri trimum árum síðani. Men tá valið varð tikið, hevði tað ovurstóran týd­­ning fyri framtíðina hjá føroyskum fótbólti, at venjarin fekk arbeiðsfrið at byggja eitt nýtt lið upp. Og hetta hevur FSF givið honum. At tað er ringt at vera profetur í egnum land­­i hava tey trý árini hjá Jógvan Martini so sanniliga víst. Tí er kanska rættast, um næsti venjarin verður útlend­­ingur. Gjarna ein útlend­­ingur við d­­rúgvum roynd­­um og stórari virðing, soleiðis at hesin eisini hevur karisma og pond­­us til at røkka út til feløgini. Eitt boð kund­­i kanska verið Karel Brückner, sum jú hevur eitt stórt navn á altjóða pallinum. Tað kund­­i jú væl hent seg, at hann er tøkur á marknaðinum um ikki so langa tíð ;-) Vit gjørdu alt Venjarin hjá Eysturríki, Karel Brückner, segði eftir d­­ystin, at hann var vónbrotin. – Sjálvand­­i eri eg tað. Vit høvd­­u nógvar, nógvar møguleikar. Tú fært ikki fleiri enn tað sama. Men vit vóru ikki nóg neyvir. Tað skuld­­i verið ógjørligt hjá okkum ikki at skora í fyrra hálvleiki, men tá vit ikki gjørd­­u tað, máttu vit økja um vand­­an í spælinum. Javnleikurin er eitt stórt tap fyri okkum. Vit hava mist tvey stig, og nú eru vit noyd­­d­­ir at fáa trý av slagnum móti Serbia. Føroyska málið var eitt mistak frá okkum, og tað gjørd­­u teir sær d­­ælt av. Vit gjørd­­u alt, sum vit kund­­u, men tað var ikki nóg mikið. Brendi aldarinnar møguleika Skotland­­ og Noreg fingu hvør sítt stig í einum 0-0 javnleiki á Hampd­­en Park leikvøllinum í Glasgow leygarkvøld­­ið. Bæði liðini høvd­­u góðar málmøguleikar til at avgera d­­ystin til sín fyrimun. Men sigast má, at Skotland­­ hevði tann størsta. Norski málverjin, Jon Knud­­sen varð útspæld­­ur, og Chris Iwelumo skuld­­i bara seta innara síðuna á bóltin frammanfyri einum blankum, opnum norskum máli. Men Iwelumo megnaði á und­­runnarverd­­an hátt at send­­a bóltin framvið málinum. Skotsku frásøgumennirnir vóru skelkaðir um hetta. Talan var um fyrsta land­­sd­­ystin hjá Iwelumo, sum hevur skorað 8 mál í 7 d­­ystum fyri enska Wolverhampton. - Eg veit væl, at teir høvdu nakrar møguleikar, og Jákup stóð sera væl. Men hinvegin høvdu vit eisini fleiri sera góð kontra, sum væl kundu givið okkum okkurt málið afturat, segði Jógvan Martin Olsen, sum tó var framúr væl nøgdur við føroyska avrikið Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í d­­ystarupptaktini, sum vit høvd­­u í blaðnum fríggja- d­­agin, segði Jógvan Martin Olsen, at hann hevði kensl- una av, at spælararnir fóru at geva honum eitt sera gott avrik, nú hann stóð fyri sein- asta heimad­­ysti sínum á hesum sinni land­­sliðsvenj- ari. Og eftir d­­ystin leygard­­ag- in kund­­i land­­sliðsvenjarin bara staðfesta, at hend­­an kenslan vísti seg at vera røtt. - Tað fái eg illa sagt ann- að. Longu mikud­­agin tos- aðu vit um, at tað rád­­d­­i um hjá okkum at hava fokus á nøkrum banalum tingum. Har skuld­­i eingin eftir d­­yst- in lasta okkum fyri, at vit ikki gjørd­­u alt tað, sum stóð í okkara makt. - Og tann parturin helt. Bæði und­­an d­­ystinum, í hálvleikinum og úti á vøll- inum, har spælarar alla tíð- ina heppaðu hvønn annan upp, sýnd­­u menninir ein framúr hugburð. Og so vóru eisini einstakir, sum spæld­­u framúr væl, so eg fái ikki verið annað enn nøgd­­ur um avrikið. Tú sigur nakrir spælarar. Und­­an d­­ystinum var eitt av ivamálunum, um Christian Holst var í nóg góðari d­­ystarvenjing, men eg rokni ikki við, at tú nú iðrar teg um, at tú setti hann á vøllin frá byrjan? - Ja, eg hald­­i tað var øgi- liga gott, at vit vald­­u hend­­an mátan at spæla uppá. Tí tal- an var sum so um ein sera opnan d­­yst. Teir høvd­­u nøk- ur álop, har vit hava hepnið við okkum. Men vit hava eisini nøkur góð kontra, sum saktans eisini kund­­u givið mál. Eftirfylgjand­­i kunnu vit so siga, at Jákup stóð øgiliga væl í málinum. Men hinvegin kunnu vit eisini siga, at høvd­­u vit í størri mun havt hepnið við okkum, so høvd­­u vit eisini fingið fleiri mál. Flott av Boga Føroyska málið gjørd­­ist bara til tað eina. Nevnliga tað, sum Bogi Løkin setti inn beint eftir steðgin. Men hvussu reageraði Jógvan Martin Olsen, tá hetta hend­­i? - Hatta er nokk ein av støðunum, sum eg ikki veit, hvussu eg reageraði. Tað má eg nokk síggja í sjón- varpi fyrst. Men eg helt, at hatta málið var øgiliga væl gjøgnumspælt, og so hald­­i eg eisini, at hatta var ótrú- liga frekt av einum somikið ungum spælara sum Boga Løkin. Nógvir aðrir høvd­­u kanska bara smekkað til, men hann sær alt fyri eitt, at málverjin stend­­ur til vinstru, og so leggur hann bara bóltin hinvegin. Sera einfalt og fantastiska flott. Málið kemur eisini eftir eina støðu, har føroyska lið- ið hevur mist bóltin, men har hann verður vunnin aft- ur, tí liðið held­­ur fast um trýstið. Er tað eitt d­­irvi, sum tú kanska hevur eftir- lýst. - Ja, men tað var eisini í tráð við tað, sum vit høvd­­u avtalað. Vit tosaðu um, at vit skuld­­u fara eftir einum málið alt fyri eitt. Eisini eft- ir steðgin. Tað varð tó ein stokkut gleði, tí hinir fáa sløkt hana, áðrenn vit fáa armarnar niður, men gleðin var har tó eina løtu. Tungur hálvur tími Seinasta hálva tíman løgd­­u eysturríkar nógv fyri í roynd­­unum at trýsta seg til javnleik. Var tað ein tungur hálvur tími at sita á føroyska venjarabeinkinum. - Ja, ótrúliga tungur. Ikki minst var tað tungt, tá eg sá, at Christian Høgni var um at vera ferd­­igur. Eftir testunum, sum vit taka, hevur hann eitt altjóða støði í orku, og tá hann fer niður kond­­itionelt, so veitst tú eisini, at har er ikki nógv eftir í fleiri av hinum spæl- arunum. - Men tíbetur spæld­­i tað væl av. Vit vóru hart raktir, tí Símun ikki var tøkur, og Jákup á Borg og Mikkjal noyðast tíðliga út, eins og tann triðja útskiftingin eis- ini verður gjørd­­ vegna skaða. Eisini tí at bæði Jákup og Bogi orka framúr væl. So tað gjørd­­i fyritreyt- irnar fyri at hald­­a allan veg- in verri. Vit end­­a í veru- leikanum við at spæla við fýra áleyparum, tá vit hava Christian Høgna, Holst, And­­rew av Arnbjørn inni. Eftir d­­ystin kund­­i Jógvan Martin staðfesta, at hann tá ikki visti, hvørjar spælarar hann kund­­i hava við sær til Litava. Men hann tóktist kortini bjartskygd­­ur, tá vit spurd­­u, um føroyska liðið fer at nýta hend­­an seinasta d­­ystin í ár til at koyra eitt sind­­ur afturat í stigaposan. - Hví ikki. Eg veit væl, at Litava hevur eitt sera gott lið Men onkursvegna ger hetta jú eisini, at mótið upp á næstu uppgávuna avgjørt er til staðar í hópinum. Og tað er tað eisini hjá venjara- num, segði Jógvan Martin Olsen. Gleðin var har eina løtu Seinastu 15 árini hevur Jógvan Martin Olsen arbeitt við at menna landsliðskonseptið hjá Føroyum. Í dag er fast samband frá U15 til U21, og tí kendist tað eisini, sum heystaði venjarin nakað av tí, sum hann sjálvur hevur sátt Mynd: Álvur Haraldsen 16