mánadagur 13. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
Jógvan Martin Olsen
hevur um vikuskiftið
boðsent tveimum
nýggjum spælarum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hvørki Jákup á Borg ella
Mikkjal Thomassen eru
tøkir hjá landsliðsvenjar
anum til dystin mikukvøldið.
Teir noyddust báðir skaddir
av vøllinum, og í báðum
førum varð staðfest, at tað
verður vónleyst at fáa teir
spæliklárar til mikudagin.
Tí gjørdist neyðugt hjá
Jógvan Martini Olsen at
boðsenda nýggjum monn
um, og er valið her follið á
Jann Inga Petersen úr B68
og Inga Højsted úr B36.
Teir báðir hava áður verið
í landsliðsmyndini. Jann
Ingi var fyri fimmseks
árum síðani mest sum fastur
partur av landsliðshópinum,
men tað støðuna hevur hann
ikki havt nú í eini fýra ár.
Ingi Højsted var ein av
spælarunum, sum Jógvan
Martin Olsen ætlaði at
byggja nýggja landsliðs
ættarliðið um, men drúgvir
skaðasteðgir hava borið við
sær, at hann ongan tíð hevur
vunnið seg inn á ætlaða
sentrala leiklutin.
Seinastu tveir mánaðirnar
hevur Ingi tó verið fastur
partur av liðnum hjá B36,
og avrikini hava her verið
somikið góð, at hann nú er
kallaður aftur í landsliðs
hitan.
Einki stig á Vágseiði
Toppdysturin í næstbestu fótbóltsdeildini á Vágseiði
millum VB/Sumba og 07 Vestur varð ikki liðugt
spældur í gjár. Veðrið var vánaligt, men kortini
bríkslaði Petur Reinert fyrstu ferð klokkan 14.30
soleiðis, sum FSF hevði fráboðað, at tað skuldi
gerast. Tá ið hálvur tími var farin ásannaðu dómarin
og liðini bæði, at tað ikki bar til at spæla fótbólt, og
so varð bríkslað fyri síðstu ferð. Tað er ikki greitt,
nær dysturin fer at verða spældur.
Høvdu ikki tað seinasta
Hjálparvenjarin hjá Eysturríki, Andreas Herzog, var heldur speiskur, tá hann
gjørdi viðmerkingar til fjølmiðlarnar. – Hetta var nú ikki nakað veruligt
hæddarpunkt fyri okkum – at vit bert fingu eitt stig móti Litava og Føroyum.
Framúr avrikið móti Fraklandi er gloymt, og vit hava mist góðu støðuna í
bóltinum. Tú mást leggja teg á odda móti einum slíkum mótstøðuliði, og um tú
ikki skorar, so mást tú ikki gerast bilsin, tá hinir gera tað. Teir skora beint eftir
steðgin, og vit høvdu neyðuga hepnið til at javna alt fyri eitt, men eftir tað
høvdu vit ikki seinastu orkuna til at avgera dystin. Tað er sjálvandi eitt vónbrot
fyri okkum, og vinnur tú ikki á Litava ella Føroyum, skalt tú ikki halda teg
hava ein møguleika móti Serbia ella Fraklandi, segði Herzog.
Hóast beinini vóru
moyr longu undan
dystinum, so gloymdi
Christian Lamhuage
Holst veruleikan
leygardagin. Og
saman við liðfeløg
unum er hann til
reiðar at toga enn
eitt gott úrslit heim
mikukvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt av føroysku ivamálunum
undan dystinum var, um
dystarvenjingin hjá Christ
iani Holst Lamhauge var
nóg góð, nú hann bert hevði
spælt gott og væl tveir dyst
ir, síðani hann kom fyri seg
eftir skaða.
Avrikið á vøllinum tosaði
fyri seg, men kortini stað
festi Holst eftir dystin, at
formurin kanska ikki var
heilt so góður, sum hann
eigur at vera.
Tað er kanska láturligt
hjá mær júst nú at siga, at
eg ikki eri í form. Men
beinini hjá vóru moyr longu
undan dystinum, og tað eru
tey í so nógv størri mun nú.
Men tað er slíkt, sum tú
gloymir viðhvørt, og í dag
gloymdi eg tað eitt sindur,
segði Christian Lamhauge
Holst eftir dystin.
Moyrur ella ikki, so rann
og tacklaði Christian seg
enn longur inn í føroysku
fótbóltshjørtuni, men hetta
var nú ikki nakað, sum
hann hevði so øgiligan hug
at nema við sjálvur.
Nærdystir veit eg ikki.
Tað er ikki tað, sum eg geri
mest við. Men eg hevði
bóltin rættiliga nógv, og so
noyðist mann jú eisini at
renna. Sjálvur havi eg tað í
øllum førum soleiðis, at eg
vil helst renna, tá vit hava
bóltin.
Hetta var ein dystur, har
tit megnaðu at skapa tykk
um pláss og tíð til at seta
nøkur kontraálop ígongd.
Kendu tit alt fyri eitt á tykk
um, at hetta var ein dystur,
har tit kundu skapa eitt úr
slit?
Fyrstu løtuna haldi eg,
at vit eru darvaðir av nógva
vindinum. Og eg veit ikki,
um vit hava nakað álop
fyrstu 10 minuttirnar. Men
vit fáa fatur á rætta endan
um, og so fáa vit brádliga
nøkur góð álop. Tað er jú
tað, sum vit altíð royna, og
tað eydnaðist so í dag.
Hetta er fyrsta stigið, sum
tú hevur verið við til at
spæla heim til Føroya. Er
tað ein lætti at fáa staðfest,
at dystirnir eisini kunnu
koppa okkara veg av og á?
Sjálvandi. Tað er altíð
ein góð kensla at skapa
nakað óvæntað, og tað er
fantastiskt. Vit hava jú verið
nær við nakrar ferðir. Vit
vita eisini, at vit skulu hava
eitt sindur av hepni við okk
um, og tað høvdu vit í dag.
Teir hava nokk fleiri møgu
leikar enn vit, og Jákup
stendur ein frálíkan dyst.
Og so kláraðu vit onkurs
vegna at toga tað heim hesa
ferð.
Og eru tit til reiðar at
gera eitt nýtt hál um fýra
dagar?
Tað royna vit í øllum
førum av øllum alvi, segði
Christian Lamhauge Holst
leygardagin.
Beinini vóru moyr
Ingi og Jann Ingi á landsliðið
Hann plagar ikki at vera tann, sum setir seg sjálvan í fokus, men leygardagin mátti Christian
Holst bara flenna, tá hann skuldi staðfesta, at hann enn ikki veruliga var í nóg góðari venjing til
altjóða fótbólt
Mynd: Álvur Haraldsen
17