Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ] Tað stóð beinan vegin klárt fyri Jákup á Borg, at hansara leiklutur í hópinum var av á hesum sinni, tá hann noyddist av vøllinum. Men hann varð órógvaður í brúsuni av Boga Løkin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu vikuna hevur Ják­ up á Borg drigist við ein skaða í lærinum, og tað var hesin, sum noyddi hann av vøllinum eftir bara hálvum tíma leygardagin. ­ Eg havi havt okkurt í baklærinum, og nú fór tað so ordiliga. Hatta var eitt ordiligt smekk, sum mann sigur. Eg havi eisini boðað frá hesum alt fyri eitt, so Jógvan Martin hevur tíð at taka ein nýggjan spælara í mítt stað, tí eg verði so undir ongum umstøðum til reiðar at spæla longu miku­ kvøldið, segði Jákup á Borg eftir dystin. Seinasta tíman mátti Ják­ up so sita á beinkinum, og hann var sum vera man fegin um tað, sum liðfelag­ arnir avrikaðu. ­ Hatta var heilt fantastiskt at uppliva. Tað er sjálvandi ræðuligt at sita á beinkinum, tá dysturin gongur soleiðis, men talan var um eitt fan­ tastiskt liðavrik. ­ Og so kann eg bara siga, at eg var akkurát farin undir brúsu, tá hinir fóru út til seinna hálvleik. So hoyrdi eg bara eitt øgiligt geyl, og so var bara at leypa út við handklæðnum fyri tí, sum ikki skuldi vísast. ­ Sjálvandi var tað keði­ ligt, at teir javna alt fyri eitt. Men hetta var eitt framúr avrik og úrslit fyri okkum. Og eg kann bara siga, at eg eri errin vegna liðfelagarnar, segði Jákup á Borg. Flongdir í heim- landinum Talan var ikki um tær heilt mjúku yvirskriftirnar, sum eysturríksku spælararnir sóu á hillunum, tá teir komu heim eftir enn eina føroyska blamasju Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vera man, so vóru tey í Eysturríki alt ann­ að enn nøgd um avrikið og úrslitið hjá landslið­ num á Føroya­ferðini. Landsliðið fekk av at vita í flestu miðlunum, eitt nú høvdu bæði Kronen Zeitung og Kleine Zeitung júst somu yvirskrift: Allur heimurin flennir enn einaferð eftir Eystur­ ríki Österreich staðfesti bara turrisliga á síni for­ síðu: 1­1 næsta eystur­ ríkska skommin móti Føroyum. Og Kurier tók heldur speiskliga undir við slagsanginum, sum eysturríksku áskoðarar­ nir vanliga geyla til sín­ ar menn. Hesin ljoðar Immer wieder Öster­ reich. Altso Aftur og aftur Eysturríki. Og tað var hendan raglan, sum heldur speiskliga varð nýtt til at lýsa hálvu endurtøkuna, sum tjóð­ in nú var fyri móti Før­ oyum. Og í Der Standard varð speiskliga tikið til: Tað er altíð fólkaveitsla í Føroyum, tá San Marino, Malta og Eyst­ urríki vitja. -mørk Ferdinand í øðini Ongland vann uttan stórvegis trupulleikar við 5­1 móti Kasakhstan leygardagin, men tað forðaði ikki ensku áskoðarunum í at rópa eftir Ashley Cole, sum gjørdi eitt mistak, tá mótstøðan skoraði. Og tað hevur fingið ilt í Rio Ferdinand. – Eg vóni, at áskoðararnir fara heim at skamma seg. Vit eru øll mennsikju, sum gera mistøk, og sum spælari ynskir tú altíð at fáa uppbakning frá áskðarunum. Og tað fekk Ashley ikki, staðfestir Ferdinand. Trýst á Domenech Fraklendingar eru alt annað enn fegnir um byrjanina, sum Frakland hevur fingði upp á HM­ undankappingina. Leygardagin togaði Frakland við neyð og deyð ein 2­2 javnleik heim móti Rumenia, og eftir dystin vildi franski fótbóltsforsetin, Jean­Pierre Escalettes, als ikki siga nakað um stuðulin, sum landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, hevur. – Vit skulu hugsa um dystin móti Tunis týsdagin. Mikudagin hava vit fund, og har síggja vit, hvør støða okkara er, sigur Escalettes við Sporting Life. Arnbjørn Hansen iðraði seg sum vera man, um at hann ikki var kaldari enn tað sama, tá hann fekk sín stóra møguleika beint undan steðginum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann hevði longu hótt eyst­ urríksku verjuna eina ferð. Bert millimetrar forðaðu Arnbirni Hansen í at taka bóltin fram við Alex Mann­ inger, tá hesin í nógva vind­ inum var farin á skógtúr. Men beint undan steðgi­ num kom ein nýggjur møgu­ leiki. Eysturríkska rang­ støðufellan kiksaði, tá Holst stakk bóltin inn um, men ólukkutíð var Arnbjørn ikki nóg skjótur avstað, og so varð hann tacklaður, áðrenn veruligt skot fekst á. Og sjálvur ásannaði Arn­ bjørn, at hann átti at gagn­ nýtt møguleikan betri. ­ Eg hugdi fyrst at linju­ verjanum, men hesin helt bara á at renna, og so royndi eg at seta ferð á. Tað skal ikki vera nøkur umbering, men har var nógvur vindur, og saman við nervum og øðrum gjørdi tað, at eg ikki fekk nóg nógv burturúr, og tað var ikki nóg gott. Strævið Dysturin leygardagin var fyrsta ferðin, at Arnbjørn fekk møguleikan frá byrjan, og hann ásannaði, at talan var um eina serstakliga tunga uppgávu. ­ Hatta var heilt, heilt, heilt óluksáliga strævið. Heima í Føroyum kanst tú klára teg við at renna 50% stóran part av tíðini. Her ert tú uppi á 150% alla tíðina, so eg var fullkomuliga sperl­ aður. Móti dystarenda settist tú bara á vøllin eina løtu eftir eina tackling. Var absolutt einki eftir tá? ­ Tá stóð tað á null. Ella kanska stóð tað á minus á energi­málaranum. Men tað er ótrúliga lekkurt, tá tað kortini gevur úrslit. Tit hava so bara fýra dag­ ar, áðrenn næsta uppgávan stendur fyri framman. Klára tit at løða battaríini aftur til tað? ­ Tað haldi eg. Eitt sindur av massasju og rætti mat­ urin hjálpa nógv. Men kanska ikki heilt upp á 100% aftur, tí ein slíkur dystur tekur veruliga nógva orku. Men um tú í Kaunas fært ein líknandi bólt stungnan inn um verjuna. So ert tú kanska til reiðar at taka av møguleikanum? ­ Ja!, var einasta svarið, sum Arnbjørn hevði til hetta seinasta. Arnbjørn Hansen hevði størsta møguleikan av øllum, og hann ásannar, at hesin skuldi verið gagnnýttur betur Mynd: Álvur Haraldsen Eg skori næstu ferð Hálvnakin út á vøllin Mest sum nakin og við handklæði um miðjuna fór Jákup á Borg rennandi út á vøllin, tá hann hoyrdi brølið frá føroysku áskoðarunum Mynd: Álvur Haraldsen $8