mánadagur 13. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
Skeiv kolldøming
Andreas Ivanschitz, liðskipari hjá Eysturríki,
staðfesti eftir dystin, at teir høvdu havt sínar
møguleikar. Vit skuldu verið á odda 2-0 eftir 20
minuttum, men bæði málini vórðu kolldømd,
hóast eg haldi, at í øllum førum eitt av hesum
skuldi talt við. Eftir steðgin vildu vit meira, og
vit høvdu ein positivan hugburð, eftir at vit
javnaðu, men tað bleiv ongan tíð nóg gott. Vit
vistu, at hetta bleiv trupult, men tú fært ikki
fleiri møguleikar, enn vit høvdu í Føroyum,
segði Ivanschitz.
Jákup rakti 60
Jákup Mikkelsen gjørdist leygardagin fjórði spælarin, sum hevur
spælt 60 landsdystir fyri Føroyar. Óli Johannesen eigur við 82
dystum metið. Jens Martin Knudsen hevur spælt 65 ferðir á
landsliðnum, og Julian S. Johnsson hevur spælt 62 ferðir. Fyrsta
ferðin Jákup var í landsliðsferðalagnum var í 1988, tá ið Føroyar
24. august spældu fyrsta altjóða skrásetta landsdystin í Íslandi. Ta
ferðina var Jákup eykamálverji hjá Jens Martini Knudsen. Tað var
eisini í Íslandi, at Jákup fyrstu ferð vardi føroyska málið. Hetta var
í vinardysti 2. juli 1995. Tá hevði hann tólv ferðir sitið á beinkinum
og bíðað eftir møguleikanum. Í teimum 60 dystunum, sum Jákup
hevur spælt, eru 138 mál farin í føroysku meskarnar.
Landskrona-
effektin kundi
neyvan verið størri
enn tað sama, tá
Bogi Løkin var
maðurin, ið legði
Føroyar á odda
leygardagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Løkin er so avgjørt ikki tað
mest vanligasta eftirnavnið
í Føroyum. Tí slepst illa
undan, at Bogi Løkin verður
sammettur við tað, sum
pápin hevur avrikað á ein-
um fótbóltsvølli. Og tí var
tað kanska eisini hóskandi,
at tað var sonurin hjá einum
av Landskrona-hetjunum,
sum sendi Føroyar í eina
nýggja ekstrasu, um enn
hendan bert vardi í góðan
minutt.
Eftir dystin spurdu vit
Boga, um hann við hesum
kendi tað, sum hevði hann
stigið úr skugganum á
pápanum.
- Tað vil eg ikki siga. Tað
skal nokk meira til enn
hetta. Men hetta var kanska
fyrsta stigið í so máta.
Nú komst tú rættiliga
tíðliga inn í dystin. Hvussu
var tað at koma somikið
skjótt á vøllin og at fella
inn í spælið.
- Tað var sjálvandi ikki
tað, sum eg roknaði við.
Tað er jú sjáldan, at skift
verður út fyri steðgin. Eg
fekk kanska ein minutt ella
so at hita upp í, og so var
bara at fara ígongd. Sjálv-
andi er tað gleðiligt fyri
meg, men tað er keðiligt
hjá Jákupi, sum noyddist
somikið skjótt av vøllinum.
- Tað, sum eg so kundi
gera, var at geva tað, sum
eg hevði, og eg haldi eisini,
at tað riggaði OK.
Málið
Bogi Løkin kom sjálvandi í
føroysku søgubøkurnar, tá
hann smekkaði bóltin í
netið til 1-0. Men hvussu
upplivdi málskjúttin sjálvur
hetta?
- Vit fóru niðan í álop, og
vit fanga so bóltin, tá mál-
verjin ikki ruddar nóg væl.
Eg tók so eina renning inn
um verjuna, og hetta sá
Christian Høgni, sum legði
eina perfekta avlevering inn-
um. So hjá mær var bara at
seta hann í málið.
Og tað var eingin trupul-
leiki?
- Eg haldi, at eg bara
hugsaði á sama hátt, sum
um eg kom leysur við mál-
verjanum her heima, so eg
skoraði.
Tú mátti av vøllinum ein-
ar 20 minuttir undan leik-
loki. Hvat var tað, sum
hendi.
- Eg havi kent okkurt í
lærkrikanum undir venjing,
og tað kom so aftur eftir
steðgin. Nú má eg so bíða
til sunnudagin við at stað-
festa,
hvussu
álvarsligt
hetta er. Tað veitst tú al-
oftast betur dagin eftir. Men
vónandi er tað ikki somikið
álvarsligt, at tað forðar mær
í at fara til Litva, segði Bogi
Løkin.
Fyrsta fetið úr skugganum
Málið hjá Boga Løkin sendi eina løtu føroysku tjóðina í eina leingi saknaða fótbóltsekstasu
Mynd: Álvur Haraldsen
Eftir dystin var pápin og Landskrona-hetjan,
Abraham Løkin, sjálvandi skjótur við einum føstum
klemmi til sonin
Mynd: Álvur Haraldsen
19