mánadagur 13. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
Nú stendur á jøvnum
Hvørki sum spælari ella hjálparvenjari hevur Jens
Martin Knudsen tapt móti Eysturríki á heimavølli, og
tí var smílið sjálvandi stórt, tá dysturin leygardagin
var av. – Á heimavølli hava vit so heilt víst fatur á
teimum. Hinvegin hava teir vunnið okkum á útivølli,
so fyribils kanst tú siga, at tað stendur á jøvnum við
einum sigri, einum tapi og einum javnleiki. Men
hetta vísir fyrst og fremst, at arbeiðir tú hart og
miðvíst, so kanst tú eisini røkka tínum málum, segði
Jens Martin Knudsen.
Kvøldið hilnaðist væl hjá Danmark
Danir kundu ikki ynskt sær eitt betri fótbóltskvøld leygardagin. Danska landsliðið tók
ímóti Malta í Parkini, og vunnu danir ein tryggan 3-0 á maltesunum, sum ikki gjørdu
tær stóru skreytirnar. Søren Larsen kom aftur á slóðina, sum málskjútti á danska
landsliðnum, og longu eftir 10 minuttum hevði hann givið Danmark leiðsluna. Daniel
Agger økti við einum brotsparksmálið, tá ein hálvur tími var farin av dystinum. 2.
hálvleikur var ikki nógv meira enn byrjaður, so hevði Søren Larsen økt til 3-0, sum
gjørdist endaliga úrslitið. Samstundis spældu Svøríki og Portugal javnleik 0-0 á
Råsunda Leikvøllinum í Stockholm. Ungarn vann 2-0 á Albania í Budapest
Mikukvøldið tekur Malta ímóti Ungarn, og Portugal tekur ímóti Albania. Danmark og
Svøríki spæla ikki undankappingardyst, fyrr enn komandi vár.
Spádómurin hjá
fráfarandi venj
aranum um at
nýggja landsliðið er
búgvið til góð avrik,
varð staðfest við
Lamhaugemann
inum í lyklaleiklutum
saman við Jákupi
Mikkelsen og Atla
Danielsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi
ella rættari á hvørjum ári, at
Føroyar vinna stig í kapp-
ingardysti í fótbólti. Tí skal
tónin beinanvegin verða
sligin
positivt
ann.
9.
oktober 2004 endaði tað 2-
2 á Kypros. Síðani tá eru
nógvir landsdystir spældir,
venjarin er skiftur út, og
ikki fyrrenn 11. oktober
2008 ella fýra ár seinni
eydnaðist tað aftur at vinna
stig.
1-1
ímóti
Eysturríki
kveikir góð minni, og úrslit-
ið ber við sær, at Alpulandið
eisini næstu árini fer at vera
dreyma mótstøðuliðið hjá
føroyingum, og at Føroyar
fara at vera marran hjá eyst-
urríkarum.
Um heilt væl hevði vitað
við, so kundi tað kanska
havt enda við sigri. Bogi
Løkin skoraði føroyska mál-
ið tveir minuttir eftir steðg-
in. Sum so ofta leygardagin
vóru nógvir føroyskir spæl-
arar á eysturríksku hálvuni,
tá ið Christian Høgni Jacob-
sen úr eitt sindur í høgru
stakk bóltin mitt fram í
brotsteigin. 19 ára gamli
NSÍ maðurin var ísakaldur,
tá ið hann setti bóltin flatt
framvið Juventus málverja-
num, og so tevjaðu vit end-
urtøku av 18 ára gomlu
Landskrona sensatiónini.
Men ólukkutíð svaraði
mótstøðuliðið aftur bara
knappar
tveir
minuttir
seinni. Jákup stýrdi meistar-
liga frísparksroynd út av
vøllinum til horna. Verju-
skipanin undir málinum var
góð, men hon varð skeiklað,
tá ið Arnbjørn Hansen
frammanfyri fremra stólpan
við høvdinum snittaði bólt-
in, sum verjuspælarin Mart-
in Stranzl úr stuttari fjar-
støðu smekkaði í málið.
Tveir minuttir í barróna-
songini, og so kundi tað
sæð út til, at tað kanska fór
at ganga, sum tað so mang-
an hevur gjørt.
Vístu format
Men tá var tað, at føroyska
liðið vísti sítt format. Av-
rikið var staðfesting av, at
landsliðsvenjarin
hevði
rætt, tá ið hann í síni frá-
boðan um, at hann fór at
leggja frá sær, í sama
andadrátti legði afturat, at
hann roknar føroyingar nú
at eiga landslið, sum kann
røkka størri avrikum og
úrslitum.
Venjarin vísti í útgangs-
støðuni dirvi: Fróði Benja-
minsen, sum í fleiri ár hevur
átt fastan sess, áðrenn hann
fyrr í ár varð skaddur,
noyddist at taka til takka
við bonkarkjansi og varð
settur á vøllin, tá ið Mikkjal
Thomassen noyddist at taka
seg aftur.
Venjarin
vísti
flestu
teirra, sum høvdu rokkið
góð úrslit í Serbia og á
heimavølli ímóti Rumenia,
álit, og teir fingu enn eina
ferð høvi at vísa, hvør dug-
ur var í teimum. Teir tóku
av, hóast Jóhan Troest
Davidsen hevði verið sjúkur
dagarnar frammanundan:
Avrikið leygardagin og
Føroyar-Eysturríki 1-1 (0-0):
Christian var kongur ím
Á myndini eru tríggir
eysturríkarar um
Christian Lamhauge
Holst, men tað tykist
ikki nervað álopsessið,
sum í serflokki var besti
maðurin á vøllinum
leygardagin
Mynd: Álvur Haraldsen
20