mánadagur 13. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
ikki minst tá ið Eysturríki
hevði javnað varð dyggilig
staðfesting av, at tað er
óneyðugt at eftirmeta og at
seta nýggjan málsetning,
sum tað so elegant varð
sagt av FSF bossinum fyri
stuttum.
Avrikið var stutt sagt
rimmar fast negling av, at tá
ið allir eru tøkir, so eiga
Føroyar
fótbóltslandslið,
sum kann spæla fótbólt og
skora mál. Og so eigur at
verða lagt afturat, at enn
eru ikki allir tøkir. Ingi
Højsted er um at vera tað,
og Súni Olsen verður tað
ikki fyrrenn næsta ár!
Størstu trumfarnir
Pinnurin hevði ikki verið
fleiri ferðir runt, tá ið fyrstu
ábendingarnar sóust um, at
hetta fór at verða dagurin.
Atli Danielsen taklaði so
tað hvein í, og Frem mið
vallarin traðkaði orduliga í
karakter og spældi við so
stórum myndugleika og
sjálvsáliti, sum hann ongan
tíð áður hevur gjørt tað á
landsliðnum.
Christian
Lamhauge
Holst var yvir øllum. Hann
var kongurin á føroyska
liðnum. Tað var hann, sum
var orsøkin til, at tað, sum
hjá so mongum sær torført
út, varð lætt, og mest ele
gantur var hann, tá ið hann
við lítlari fintu fekk tveir av
mótstøðumonnunum
at
leypa á bláman.
Ferð eftir ferð togaði Lam
hauge maðurin mótstøðu
menninar frá hvørjum øðr
um, og Arnbjørn Hansen
kundi havt lagt Føroyar á
odda stutt undan steðgi
num.
Liðformaðurin Andreas
Ivanschitz ætlaðist at vera
snaringspunktið á eystur
ríkska miðvøllinum. Hann
varð tætt ansaður, og hóast
tað var neyðugt longu í 1.
hálvleiki at gera tvær skift
ingar, fór føroyski mið
vøllurin ikki um koll.
Bogi Løkin loysti skadda
Jákup á Borg av, og tað var
sonn fragd at síggja sam
anspælið millum Jónas,
Atla og Boga, sum í høgru
gjørdu sær dælt av, at reyðu
vongverjarnir
ofta
vóru
frammarlaga.
Miðvallarin
í
vinstru,
Christian Funch, royndi og
royndi at bróta ígjøgnum, og
í 1. hálvleiki vóru krossbólt
arnir nóg so nógvir, og bólt
urin dansaði onkra ferðina í
føroyska málteiginum. Størsta
møguleikan fingu eysturríkar,
tá ið vindurin spældi Jákupi
eitt puss, og bólturin fór í
høvdið á Jón Róa Jacobsen,
men tíbetur bjargaðu Egil á
Bø og stólpin.
Henda
støðan
kundi
kanska verið fráboðan um,
at tað sjáldan gongst væl í
jubileumsdystum.
Men
Jákup Mikkelsen gjørdi hes
um dyggiliga til skammar.
Avrikið hjá 38 ára gamla
veteraninum
var
sum
kanska ongantíð áður. Og
tá ið hann bjargaði, eftir at
framúr arbeiðssami Jónas
hevði avrættað, og tá ið flatt
innlegg úr vinstru kom í
brotsteigin, og málverjin
fór í spagat, kendist tað
sum um, at tað ikki fór at
verða møguleiki fyri einum
eysturríkskum máli afturat.
Intenst álopsspæl
Orkan gekk undan, men
hugburðurin og liðskipanin
vóru so góð, at tað seinastu
løtuna kendist vera eins
stórt sannlíki fyri, at heima
liðið fór at skora sigurs
málið, sum tað var, at gest
irnir fóru at fáa mál.
Eysturríki spenti bogan
við at seta álopsspælara inn
fyri verjuspælara, og tað
órógvaði skipanina eitt vet,
at tað síðstu løtuna vóru so
nógvir reyðir so frammar
laga á vøllinum.
Men Jógvan Martin Ol
sen valdi eisini at spenna
álopsbogan. Andrew
av
Fløtum varð settur inn í
høgru fyri skadda Boga
Løkin. Andrew hevði fína
skotroynd, sum Manninger
tveitti seg eftir og bjargaði.
Og so varð møguleikin
næstan so gyltur, sum hann
kundi verða. Eftir horna úr
høgru hjá Eysturríki fang
aði Christian Lamhauge
Holst bóltin á egnum brots
teigarmarki.
Lamhauge
maðurin hevði orku, hug
flog og yvirskot at sneiða
framvið tveimum mótstøðu
monnum. So spældi hann
eitt tvey við deyðmóða Arn
bjørn Hansen, sum tíverri
ikki var nóg neyvur í sínum
avspæli. Um hann hevði
havt verið tað, so hevði
Lamhauge havt mest sum
alla mótstøðuhálvuna fyri
seg sjálvan!
Sigursmálið lá í luftini.
Tað kundi verið Eysturríki,
sum skoraði, og tað hevði
ikki verið til at borið eftir
fína føroyska avrikið. Men
føroyska liðið, sum sýndi
djarvt og sannførandi avrik,
kundi eisini havt skorað.
Tað eydnaðist ikki at endur
taka bragdið frá Landskrona,
men tað var tætt við, og 11
er væl og virðiliga at liva
við.
Christian
Lamhauge
Holst er komin fyri seg
aftur. Hann er kongurin á
føroyska liðnum. Og um
Jákup, Atli og allir hinir í
Kaunas mikukvøldið megna
at endurtaka hugburðin,
arbeiðið og hugflogið frá
leygardegnum, so kann tað
væl vera, at tað úrslitið
eisini fer at skelka altjóða
fótbóltsheimin, tá ið Jógvan
Martin Olsen fer at biðja
landsliðnum farvæl.
Hugsa um Serbia
Verjuspælarin, Sebastian Prödl, segði, at
hann og liðfelagarnir sjálvandi eru
serstakliga vónbrotnir um úrslitið á
Tórsvølli. – Sjálvandi eru vit tað. Tvey mál
vórðu kolldømd, men vit mugu eisini
hugsa um hinar møguleikarnar, sum vit
ikki gagnnýttu. Vit vistu, at hetta kravdi
tol, men tað høvdu vit ikki. Nú er
setningurin so at gera tað betri mikudagin,
tá vit spæla móti Serbia.
Veðrið argaði dómararnar
Flogfarið við slovasisku dómarunum setti seg ikki fríggjadagin, sum
ætlað. Ístaðin komu dómararnir til Føroya góðar tríggjar tímar undan
dsytinum. Soleiðis mundi leygarnáttin gerast hampuliga drúgv hjá
FSFumsitingini, sum støðugt mátti arbeiða við alternativum
møguleikum, skuldi flogfarið við dómarunum ikki sett seg. Um 10
tíðina leygarmorgunin vóru boðini tó, at flogfarið var farið á flog
aftur, og beint eftir klokkan hálvgum eitt kundu teir fýra slovenarnir
ganga ígjøgnum tollin á flogvøllinum
móti Eysturríki
FØROYAR-EYSTURRÍKI 1-1 (0-0)
HM undankapping. Leygardagin 11. oktober 2008 kl.
16.00 á Tórsvølli.
1-0: Bogi LØKIN 47.
1-1: Martin STRANZL 49.
Dómarakvartett úr Slovenia: Darko CEFERIN,
Andrej KOKOLJ, Milan KOGEJ og Matej JUG.
FIFA umboðsmaður úr Svøríki: Khennet TALLINGER
DÓMARAEYGLEIÐARI úr Tjekkia: Karel BOHUNEK
1890 áskoðarar
Føroyar: 1. Jákup MIKKELSEN, 60/-138, liðformaður, KÍ
– 2. Jónas Þór NÆS, 4/0, NSÍ, 15. Egil Á BØ, 4/0, EB/
Streymur, 5. Jón Rói JACOBSEN, 34/0, Frem DK, 3.
Jóhan Troest DAVIDSEN, 8/0, NSÍ – 9. Jákup Á BORG,
57/2, B36 (17. Bogi LØKIN, 4/1, NSÍ, 32./ 6. Andrew AV
FLØTUM, 32/2, HB, 74.), 4. Atli DANIELSEN, 29/0, Frem
DK, 8. Mikkjal THOMASSEN, 13/0, EB/Streymur (7.
Fróði BENJAMINSEN, 49/2, HB, 37.), 10. Christian
Høgni JACOBSEN, 45/2, AB DK – 14. Christian
Lamhauge HOLST, 12/2, Silkeborg IF DK, 11. Arnbjørn
HANSEN, 4/0, EB/Streymur
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Leif
NICLASEN, 1/0, EB/Streymur, 13. Bartal ELIASEN, 5/0,
ÍF, 16. Gunnar NIELSEN, 0/0, Motherweill FC SC, 18.
Bárður OLSEN, 2/0, EB/Streymur
Gult kort: Jákup Á BORG 12., Christian Lamhauge
HOLST 41.
Venjari: Jógvan Martin OLSEN
Hjálparvenjari: Jens Martin KNUDSEN
Eysturríki: 1. Alexander MANNINGER, 31/-39,
Juventus IT -
14. György GARICS (18. Roman KIENAST, 10/1,
Helsingborg IF SV,
68. álopsspælari fyri verjuspælara,
15. Sebastian PRÖDL, 16/2, SV Werder Bremen, 3.
Martin STRANZL, 51/3, Spartak Moskau, 4. Emanuel
POGATETZ, 34/2, FC Middelsbrough - 11. Martin
HARNIK, 15/2, SV Werder Bremen (2. Andreas HÖLZL,
1/0, SK Sturm Graz, 26.), 10. Andreas IVANSCHITZ,
46/7, liðformaður, Panathinaikos Athen, 16. Paul
SCHARNER, 19/0, Wigan Athletics, 5. Christian
FUNCHS, 22/0, VfL Bochum – 17. Marc JANKO, 6/2, RB
Salzburg (8. Marko ARNAUTOVIC, 1/0, Twente
Enschede NE, 81.), 9. Erwin HOFFER, 7/0, SK Rapid
Wien
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jürgen
MACHO, 17/-16, AEK Athen, 6. Jürgen SAMUEL, 16/0,
FC Torino, 7. Stefan MAIERHOFFER, 3/0, SK Rapid
Wien, 13. Ronald GERCALIU, 13/0, RB Salzburg
Venjari: Karel BRÜCKNER
FAKTA um dystin
Føroysku spælararnir vóru mest
sum flúgvandi. Her er tað Jónas,
sum er kvikari enn eysturríkski
mótspælari hansara
Mynd: Álvur Haraldsen
21