mánadagur 13. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 196 - 13. oktober 2008 ]
1.890 fylgdu við
Nógv hevur verið gjørt burtuúr, at ov fáir áskoðarar
hava sýnt føroyska fótbóltslandsliðnum ans seinastu
tíðina. Vónin var helst, at Tórsvøllur kundi mest sum
fyllast leygardagin, men sum ikki eina ferð argaði
føroyska veðurlagið. 1.890 fólk valdu tó at treiskast
móti hesum, og saman fingu hesi eina ógloymandi
løtu, tá Bogi Løkin skoraði til 1-0. Gleðin var kanska
stokkut, men ein javnleikur er væl eisini til at liva við.
Og verða fleiri avrik av hesum slagnum, er einki at
ivast í, at fjøldin verður størri, tá undankappingardystir
aftur eru á skránni í juni mánaði í 2009.
Bogi kendur í Eysturríki
Flestu eysturríkarar, sum hava fylgt væl við landsliðsfótbólti hava
higartil kent nøvnini á tveimum føroyskum landsliðsspælarum, Torkil
Nielsen og Jens Martin Knudsen. Torkil fyri málið í Landskrona, og Jens
Martin fyri branddystin hann stóð í Landskrona við legendarisku
topphúgvini á høvdinum. Í hesum døgum stendur nógv at lesa um ein 19
ára gamlan, arbeiðsleysan runavíking, sum ætlar sær at fara og lesa í
næstum. Heimasíðan www.goal.com skrivar: ”Arbeitslos, aber nicht
torlos” = ”Arbeiðsleysur, men ikki mál-leysur” í síni lýsing av unga
NSÍ-spælaranum. Heimasíðan skrivar, at teir væl betaltu yrkisspælarnir
hjá Eysturríki vóru skotnir í senk av einum ungum, arbeiðsleysum
amatøri. Eisini er samrøða við Boga á heimasíðuni, Á www.laola1.at
Sum tað sømdi
seg á degnum, so
vórðu Landskrona-
hetjurnar róptar
út á vøllin í hálv-
leikssteðginum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Teir
verða
ongan
tíð
gloymdir.
Jens
Martin,
Jóannes,
Tummas
Eli,
Mikkjal, Julian, Jan, Abra-
ham, Torkil, Kári, Allan og
Kurt.
Teir ellivu, sum vóru á
vøllinum í Landskrona vóru
sjálvandi bodnir í VIP-
rúmið
á
Tórsvølli,
nú
Eysturríki vitjaði, og eftir
at unglingarnir, sum nú
manna landsliðið, høvdu
hitað fjøldina upp í trý
korter,var tað tíð hjá hetj-
unum at koma á vøllin.
Fagnaðurin var øgiligur,
og hann gjørdist ikki minni,
tá sjálvur løgmaður kom at
heilsa. Tað var nú ikki bara
sum løgmaður, at Kaj Leo
Johannesen heilsaði, tí hann
var eisini eykamálverji fyri
Jens Martin Knudsen á
minniliga degnum. Saman
við honum sótu Magni Jarn-
skor, Jens Erik Rasmussen,
Gunnar Mohr og Poul Enok
Hansen eisini á beinkinum.
Venjari var sjálvandi Páll
Guðlaugsson.
- Vit hava verið í
hesi støðuni fyrr, so
í steðginum kundu
vit bara staðfesta, at
enn var arbeiðið bara
hálvgjørt, sigur Atli
Danielsen
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
»Tað var upp á tíðina!«
Setningurin varð sagdur
aftur í mixed-zone økinum,
har fjølmiðlarnir kunnu fáa
orðið á spælarar eftir altjóða
dystir. Og Atli Danielsen
kundi bara taka undir við
hesum, tá vit fingu orðið á
hann eftir dystin.
- Tað hevur jú verið so
nær við so ofta hjá okkum,
so hetta var ein øgiligur
lætti, staðfesti hann.
Tað sá út til, at tit fingu
hampuliga gott pláss á
vøllinum. Vóru tit bilsnir
av, at trýstið ikki gjørdist
størri frá fyrsta bríksli?
- Ja. Vit væntaðu faktiskt,
at teir komu at hava fleiri
fólk inni á sentrala miðvøll-
inum. So kanska fingu vit
betri tíð, enn vit høvdu rokn-
að við. Og eg haldi eisini,
at vit dugdu at gera okkum
dælt av hesum.
Tit høvdu longu fyri
steðgin einar tveir-tríggjar
heilt
góðar
møguleikar.
Hvat tosaðu tit um í steðgi-
num?
- Akkurát hasa kensluna
hava vit ofta havt í hálv-
leikinum, so vit tosaðu um,
at arbeiðið var bara hálv-
gjørt enn. Og at vit máttu út
at geva okkum minst líka
nógv eftir steðgin.
Men tit skora so alt fyri
eitt eftir steðgin. Hvat fór
ígjøgnum høvdinum hjá
tykkum tá?
- Tað var í øllum førum
ein øgilig gleði, sum var
hjá okkum. Men tað var nú
keðiligt, at teir skora alt fyri
eitt, so tú kanst siga, at tann
gleðin var stokkut.
Seinastu løtuna tóktist
ikki, sum var nakað serliga
nógv eftir í tykkum. Vóru
tit púrasta útlúgvaðir?
- Ja, tað vóru vit. Vit
skiftu eisini skipan, so vit
vóru tríggir mitt á. Teir
spældu jú við nógvum long-
um bóltum hesa løtuna, so
vit máttu samla væl upp.
Men vit koyrdu so bara á av
øllum alvi, og tíbetur gekk
tað so hesaferð.
- Og hetta ger tað so sjálv-
andi munandi lættari hjá
okkum at fara til Litava.
Møðin er sjálvandi enn til
staðar, men sjálvsálitið er
munandi betri, nú vit hava
prógvað, at vit kunnu fáa
stig, sigur Atli Danielsen.
Hetjurnar heiðraðar
Upp á tíðina
Ein nýggj liðmynd mátti
sjálvandi takast av teimum
veteranunum, sum
vóru møttir á Tórsvølli.
Standandi eru tað Jákup
Simonsen, liðleiðari, Kaj Leo
Johannesen, Torkil Nielsen,
Tummas Eli Hansen, Mikkjal
Danielsen, Jóannes Jakobsen
og Bjarni Joensen, liðleiðari.
Húkandi eru Abraham
Løkin (tá Hansen), Jens Erik
Rasmussen, Kári Reynheim,
Gunnar Mohr, Allan Mørkøre
og Jan Dam
Mynd: Álvur Haraldsen
Atli kundi bara taka undir,
tá fólk hildu fyri, at hetta var
upp á tíðina
Mynd: Álvur Haraldsen
26