mánadagur 13. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 196 - 13. oktober 2008
27
Nærum hvønn dag koma
nýggjar bøkur út, sum
royna at geva sítt boð uppá,
hvør tann veruligi Jesus
var. Áhugin fyri Jesusi
hevur helst ongantíð verið
størri enn í dag. Tí er talan
óivað um ein góðan markn
að hjá teimum, ið geva
slíkar bøkur út. Og sølan
tykist at økjast í mun til,
hvussu nógvar skandalir og
avdúkingar tær hava um
Jesus.
Í Sosialinum 1. septemb
er 2008 um og viðmælir
Hans Andrias Sølvará
nýggju bókina “Jesus –
Jøde, Rebel, Gud?” eftir
svian Søren Wibeck. Bókin
ger upp við stóran part av
evangeliinum, sum annars
eru nærum einastu søguligu
keldurnar til Jesu lív. Tá
keldurnar til Jesu lív soleið
is verða skúgvaðar til viks,
er tað bert hugflogið, ið
setur mark fyri, hvørjar
“veruleikar” granskingin
kann leggja fyri dagin. Eg
skal her bert taka ein “veru
leika” fram úr ummælinum.
Sagt verður, at í tí elsta
evangeliinum, Markus
evangeliinum, er tann
kristni tankin um, at Jesus
doyði sum eitt offur fyri
heimsins synd, fráverandi.
Víst verður til Marcus
Borg professara. (Marcus
Borg er limur í Jesus Semi
nar. Í Jesus Seminar verð
ur hildið uppá, at tann
“veruligi” Jesus eigur bert
20% av orðunum og enn
og minni av gerningunum,
sum evangeliini tilskriva
Honum. Kristeligt Dagblad
24.dec 1999). Í ummæli
num stendur m.a.:
“Tað er bara einastaðni í
Markusevangeliinum, at
hesin tankin kundi sæð út
til at verið til staðar. Tað er
í Mk.10:45; har Jesus
sigur: “Tí at menniskju
sonurin er ikki heldur
komin fyri at vera tænaður,
men fyri at tæna og at geva
lív sítt sum loysigjald fyri
mong.” Tað grikska orðið
“lutron” kundi bent á bót
offurtankan, men ger tað
heilt sikkurt ikki. Orðið
verður í Bíbliuni ikki nýtt í
týdninginum loysigjald fyri
synd, men í týdninginum:
“at seta fríar fangar (ofta
krígsfangar) ella trælir
(ofta gjaldstrælir).”
V. ø. o finst Kristusar
sáttardeyði – sum er kjarn
in í kristindóminum – ikki
í elsta evangeliinum. Tað er
bert nakað, sum tey kristnu
skulu hava funnið uppá
seinni.
Men hetta má sigast at
vera eitt dømi um vánaligt
granskingararbeiði. Tí tá
loysigjald varð goldið fyri
trælir og fangar, var oftast
goldið við peningi. Jesus
tosar hinvegin um at gjalda
við egnum lívi. Her er tí
greitt talan um ein gudfrøð
iligan tekst. Lesarin hugsar
beinan vegin (1) um kon
tekstin (Mk.10,3245), har
Jesus tosar um, at hann
skal líða deyðan og rísa
uppaftur triðja dagin (vv.
3334 og 45) og síðan (2)
um hinar tvær forsøgnirnar
um deyða Sín (Mk.8,31 og
9,31).
Syndoffurtankin var
kendur í jødadóminum og
var als ikki fremmandur
fyri lærusveinum Jesusar.
Bótoffrið var jú nakað, ið
jødarnir dagliga vóru mint
ir á. At leggja ein politisk
an týdning í Jesusar útsøgn
er tí at skúgva veruligan
kontekst til viks fyri síðan
at rangsnúgva tekstin.
Víðari stendur í ummæli
num hjá Sølvará: “Tann
kristni tankin um, at Jesus
doyði fyri heimsins synd
finst sambært Marcus Borg
ikki hjá Markus.”
So er spurningurin um
Marcus yvirhøvur hevur
lisið Markus. Tí tankin um
Jesu bótoffur finst ikki bert
í Mk.10,45. Hann er púra
greiður í Mk.14,24: Og
Hann segði við teir: “Hetta
er blóð mítt, blóð sáttmál
ans, sum verður úthelt fyri
mongum.”
Allir Jødar kendu týdn
ingin av sáttmálablóðinum.
Her er talan um sáttarblóð,
ið ger bót fyri synd. Og
hetta er aðaltankin í kristna
boðskapinum. Hetta er
sjónligt í øllum Nýggja
Testamenti – eisini hjá
Markusi.
Tað tykist, sum um at nøk
ur eru so íðin at lesa egnar
meiningar og “feilir” inn í
evangeliini, at tey gloyma at
lesa úr evangeliinum.
Jesus – offur, jødi ella...?
Klaksvík,
Cand.Theol.
Kristian
Hansen
Tað hevur verið hugaligt í
fleiri ár at hoyrt glyvra
prest, Meinhard Bjartalíð,
leygarkvøldini fyri heilaga
dagin tulkað sunnudags
tekstin í sendingini ”Hetta
heilaga evangeliið skrivar”.
Maðurin er evnagóður á so
mongum økjum, serliga í
tónleikinum, og tí fær hann
hesa sera stuttu sendingina
at hanga so merkiliga væl
saman. Mong lurta eftir
henni, sjálvt um hon ikki
verður send í primetime.
Leygarkvøldið farna var
eitt undantak. Huglagið var
hitt sama, fyrireikingin
framúr sum altíð og tón
leikurin á sera høgum
støði, men sum fráleið var
tað greitt, at Bjartalíð var
vilstur í kirkjuliga kalend
aranum. Var vorðin í so
skundigur, táið hann tríggj
ar dagar fyri veturnætur
var komin longri ávegis
enn tey flestu, nú hann
viðgjørdi dagin í dag sum
alla halganna sunnudag.
Theodor Olsen fekk kortini
alt í rættlag aftur, táið hann
í útvarpaðari guðstænastu
úr Kvívíkar kirkju fekk
hálað okkum aftur á beint.
Kom eftir sendingina í
prát við ein samkomumann
hjá brøðrunum, sum eisini
hevði sitið við lurtið, og
hann var líka so ørkeml
aður sum eg. Setti meg
síðan í samband við prestin
á Glyvrum, fyri at vita
hvussu stjølurin var, ella
um einhvør óargalig kisa
hevði knýtt seg í heysinum
á honum, sum kundi hava
verið orsøkin til, at hann so
knappliga hevði mist daga
skilið. Vælvitandi, at mong
nú sótu kring landið, og
ivaðust í hansara førleika
sum hirða í fólksins kirkju.
Rættiligur ágangur hevði
verið á máltráð hansara, og
hann hevði av lívsins kreft
um roynt at komið sær í
samband við Kringvarpið,
fyri at fáa teir at saðla um,
segði hann í telefonini úr
brekkuni undir Stórafjalli.
Men til fánýtis. Annars
hevði hann í vikuni verið í
Havn og lisið fýra komandi
sendingar inn á stálband,
og eftir øllum at døma var
fløkja komin í røðina hjá
tøkningunum, sum
avgreiða útvarpingina. Teir
byrjaðu við tí sum skuldi
sendast í hinum endanum.
Harvið hevur almenna
publicservice rásin nú
eina øvuta tekstarøð.
Hetta kann bara vera
úrslitið av dølskni og
líkasælu, og eigur undir
ongum umstøðum at koma
fyri. Kristna læran er alt
annað enn ein mýruvongur
í andaliga førningi før
oyinga, tí eigur slík van
virðing ikki at henda, líka
mikið hvør orsøkin annars
skuldi verið. Einasti legiti
mitetur undir kringvarps
gjaldinum er publicservice
hugtakið. Samfelagsskyld
an sum mentanarstovnurin
hevur at røkja týðandi mál
tjóðarinnar vegna. Megnar
stovnurin ikki tað, og er
hann samstundis í ferð við
at flyta seg yvir í ein ísa
kaldan og kyniskt ration
ellan management stovn,
har cost benefit, búskap
arligar og ikki tær mentan
arligu lógirnar ráða, so er
av álvara vandi á ferð.
Tey, sum vóru farin at
ivast í, um glyvraprestur
ella útvarpið vóru farin at
ganga í ørviti ella komin í
barndømi, mega kunna
krevja av leiðsluni í Kring
varpinum, at hon sigur
okkum hvør orsøkin var til,
at Meinhard Bjartalíð
ígjárkvøldið var ein lítlan
mánað fyri sína tíð.
Sum føroyingur vil eg takka
løgmanni, Kaj Leo Johanne
sen fyri, samhugaskrivið,
hann vegna Føroya lands
stýri sendi íslendska starvs
bróðuri sínum, Geir H.
Haarde, 8. oktober 2008.
Tað eru ivaleyst nógvir
syndabukkar í Íslandi í
hesum døgum, og lætt er
tað at havast at.
Men Ísland og fólk tess
eru í stórari neyð. Helst er
neyðin væl størri, enn hana
vit upplivdu í Føroyum í
nítiárunum.
Tí er at vóna at, vit sum
land og fólk eru før fyri at
síggja upp um orsøkir og
frágreiðingar og heldur í
verki vísa veruligan bróðir
ligan samhuga á allan
hugsandi hátt.
Latið okkum sum land
og fólk sum einstaklingar
og vinnulív í verki vísa,
at vit standa aftan fyri
nevnda samhugaskrivi.
Og til íslendingar í
Føroyum vil eg ynskja alt
tað besta í vónini um, at tit
og fólk tykkara finna ugga
og troyst á røttum stað, og
sum fólk koma væl fyri
tykkum skjótt.
Fløkja í tekstarøðini hjá Bjartalíð ella Úf?
- spurningur til leiðsluna í kringvarpinum
tórbjørn
jacobsen
Samhugi við íslendingar
jens Wang
Í Sosialinum 11.9.08 læs eg,
undir yvirskriftini »Nú skulu
føroyingar aftur til Føroyar«
at kannað verður, hví teir ikki
koma heim aftur. Varð eg
spurd, vildi eg sagt:
»Landslagið er tað sama, sum
tá eg fór heiman í frá fyri 47
árum síðani. Veðurlagið er
tað sama, sum tá eg fór, men
fólkið er broytt ómetaliga
nógv hesi 47 árini, tá eg var
20. Materialisman tók valdið
longu seinastu helvt av
hálvfjersunum.
Børnini fingu pening ístað
in fyri kærleika frá foreldr
um, ommum og abbum. Sosi
alisman í heiminum viknaði í
hvørjum. Tað bleiv til »títt og
mítt«. Tá skrivaði eg hesa
yrking:
Mangt er at minnast frá barnsbeini av
so vøkur minnir øll somul
frá sólin reis og til hon fór í kav.
Nú eri eg skjótt vorðin gomul.
Tó minnist eg mammu, tí bestu í verð
hon er fyri mær sólin bjarta.
Hon fylgir við mær á mínari ferð
minnini liva í hjarta.
Føðiland Føroyar, eg elski teg høgt
hvønn tind, hvønn stein, hvørja bylgju.
Hvar enn á jørð mín leið veðrur løgd
minnini altíð mær fylgja.
Land mítt, tú grætur líka sum eg
myrkur yvir klettunum liggur.
Tó skalt tú vita, at eg elski teg
minnini hava vit eftir.
(ið liggur í Stevns)
Petra í
eliasstovu
viðmerkingar
Minni úr Føroyum