Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 196 - 13. oktober 2008 Setan Salurin var so at siga fullsettur til setanina, har Helena Dam á Neystabø setti filmsvikuna. Hon hugleiddi um list og um gongdina móti einum listaheimi, har filmslistin so við og við fyllur meira og meira. Hesa listina kallaði hon, tí ultimativu listagreinina. Tí við filmi ber til at sameina orðlist, myndlist, leiklist, tónlist. Alsamt fleiri og fleiri gera sítt fyri at royna seg innan hesa list. Sendingin Agurk, sum sjónvarpið sendi, birti uttan iva undir áhugan hjá nógvum, nú gjørligt var at fáa filmarnar vístar. Nú er Klippfisk eisini sett á stovn, og hetta fremur uttan iva góðar umstøður fyri tey, ið ynskja at royna seg innan filmslistina. Seinastu árini hava norður­ lendskir filmar víst dygdir, sum ikki eru vanligar at síggja. Filmarnir geva eina listarliga uppliving, leggja upp til kjak og víðka um sjónarringin. Svøríki, Danmark og Noreg hava í fleiri ár verið frammaliga og framleitt ógloymandi verk. Ísland er nú eisini komið uppí leikin, og Hóast boðskapurin kemur væl fram, skemmir eitt føroyskt »feel« filmin »Mítt rúm« hjá Heiðriki av Heygum »mítt rúm« ★★★✩✩✩ Heiðrik av Heygum fór á pallin eftir Helenu Dam á Neystabø, ið hevði sett vikuna. Við fløgu­ útgávuni »An Invisible Gun«, ið kom út fyri umleið einum ári síðan, gjørdi hann sær eitt navn innan føroyska tónlist. Seinastu tíðina hevur hann verið á Stutt­ og Dokumentarfilmsskúla í Danmark, og filmurin »Mítt Rúm« er hansara fyrsta verk. Framtíðin sum evni Hann greiddi frá at filmurin var gjørdur, við íblástri av filmum frá 50­árunum. Filmurin er svartur og hvítur og sjónleikurin dramatiskur og vísir greitt kenslurnar. Men hóast hesi kynstur eru nýtt, nemur hann eitt so viðkomandi evni sum alnóti­ na. Hugskotið er sprottið úr upplivingum hjá honum, ið eru komnar gjøgnum alnótssam­ skiftisforrit sum MSN, Facebook og MySpace, har ein leggur upplýsingar um seg sjálvan inn, so við og við meira og meira. Spurningurin er so, hvør fær og sær alt hetta. Nógv nýta hesi tól til at finna sær vinir og fólk við felags áhugamálum, summi eintá ein maka. Ein ítøkilig uppliving, hann greiddi frá var, tá hann hevði keypt fløgur á heimasíðuni Amazon.com, var at teldan, útfrá teimum trimum fløgum hann hevði valt, før fyri at viðmæla honum fleiri. Hann setti spurnar­ tekin við, at um hann keypti túsund, visti teldan so akkurát hvønn tónleik honum dámar? »Mítt Rúm« Filmurin var um ein drong, ið var sera einsamallur, vit síggja at hann ikki hevur nakrar vinir og er í døpurhuga. Í skúlanum gongst honum illa og forholdið til mammuna er úr av lagi orsakað av støðu hansara. Sum eina neyðloysn uppá støðuna hjá soninum, keypir mamman honum eina teldu. Tað serliga við telduna er, at hon lærir drongin at kenna, og harvið dugir betur og betur at nøkta tørvirnar hjá honum. Ein kensla av barnagarði Tað, ið eydnaðist Heiðriki av Heygum best av øllum, var at fáa boðskapin fram, at lýsa óhugna­ ligu framtíðina, ið okkum stendur í væntu. Sjónleikurin var góður og kenslurnar væl lýstar. Ljós og tónleikur stuðlaðu uppundir huglagnum í filminum og broyttust støðugt við gongdini. Tíverri hevði filmurin eitt føroyskt “feel”. Ein ruflut yvirflata, ið minkaði nógv um góðskuna. Ymiskt kundi verið lýst mikið betur og ein meira fullfíggjað søgugongd hevði givið filminum nógv. Ongantíð var tað sum, man bleiv drigin inn í filmin og kendi persónarnar, kenslur teirra á egnan kropp. Filmurin »Control« lýsir lívið hjá ensku rokk stjørnuni Ian Curtis, frá ungdómsárum til hann gjørdist stjørna og heilt til deyða hansara »control« ★★★★✩✩ Sum ungur stjólu hann og vinmaður hansara heilivág frá gomlum konum, ið teir síðan nýttu sum rúsevni. Hann skrivaði sangtekstir og var eitt sindur øðrvísi enn hini. Hann fekk gott eyga á og giftist síðan við dam­ uni hjá einum vinmanni og tey livdu saman. Ein dag fekk hann høvi at royna seg sum sangari í einum bólki. Við honum umborð gekk leiðin skjótt framá. Men lívið hjá Ian Curtis, forsangara í Joy Division, gekk øvugta vegin. Hann átti barn við Debbie, konu síni, men fall samstundis fyri Annick, ið ferðast við bólkinum. At hava tvey lív tók hart á hann og sum persónur gjørdist hann tyngri og tyngri í huga. Eitt eplepsi anfall fekk hann at seta lívið í perspektiv og alt gjørdist torført fyri hann. Filmurin er svartur og hvítur og søgan gongur kronologiskt og seint fyri seg. Stutti parturin, ið lýsir lív hansara áðrenn hann gjørdist víðagitin, er eitt gott grundarlag undir restini av filminum. Paralellar sum eitt eplepsi anfall, ið hann var vitni til, heilivágurin, hann og vinmaðurin stjólu, speglaðust aftur seinni. Hann gjørdist sjálvur bundin av heilivági fyri at halda tamarhald á sínum eplepsi anføllum, somuleiðis gjørdist hansara spontana lyndi eitt banasár, ið gjørdi at hann ikki megnaði at halda stýr á sínum lívi. Tískil passar heitið á filminum so væl. Hóast nógv hendi, var filmurin tungur at hyggja eftir, nógvar drúgvar senur vóru, og uttan iva fall onkur hyggjari av hesi ferð. Kortini var hann somikið góður og upplýsandi at hann, gjøgnum tað rætta eygað var frálíkur. Norðurlendska filmsvikan Tamarhald Leygarkvøldið 11. oktobur var so at siga fullsett í Norðurlandahúsinum, til setanina av spennandi norðurlendsku films­ vikuna. Helena Dam á Neystabø, landsstýris­ kvinna helt eina røðu í sambandi við setanina Bergur Johannesen ummælir Ruflut før­ oyskt íkast Filmsvika