Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 13. oktober 2008 29 Millum­­ sending Endaliga úrslitið hjá Bjarka Thom­sen á film­sskúla, m­innir m­est um­ eina m­illum­­ sending í SvF »En dårlig dag« ★★✩✩✩✩ Í filminum »En dårlig dag« verður man mest sum blakaður í eina ókenda søgu. Ein maður situr í einum bili og tosar í telefon og ein rystandi bangin maður, ið stendur einsamallur og fjalir seg í einum kjallara. Orsøkin til hetta verður løgd fram gjøgnum eina telefonsamrøðu, har hann tosar við eina kvinnu. Alt endar í einum hurlivasa, tá hesi bresta saman. Pulsurin fer upp í gjøgnum, í einum split- sekundi, og móti endanum rennir kalt oman eftir rygginum, tá óvæntaði endin við eitt brestir fram. Hugskotið er uttan iva gott, men manglandi bygnaður og greiðari orsøkir trekkja filmin niður hjá áskoðaranum. At enda situr man við tí kenslu, at hetta kundi verið ein millumsending uttan frágreiðing á SvF. Til him­m­als Sigur Rós kom­a heim­ aftur til Íslands eftir eina heim­sferð. Afturkom­nir bjóða teir ókeypis kon­ sertir kring um­ í landi­ num­. Í gjøgnum­ film­in verður tú drigin við áskoð­ arunum­ og Sigur Rós til him­m­als »HEima« ★★★★★✩ Orsakað av ringa veðrinum bar ikki til at fáa fyrsta íslendska filmin »Noí Albioí« til Føroya, hetta hevði við sær at skráin sunnudagin einans fevndi um tveir filmar. Fyrstur var íslendski »Heima«. Hann er um íslendska tónleikabólkin Sigur Rós, sum seinastu árini hevur vunnið víða- gitni um allan heim. Sveimandi tónarnir lyfta lurtaran uppum skíggini, og hóast tú einki skilir av sanginum, er hann føði fyri sálina. Eftir at teir gjørdust víðagitnir útum Ísland hava teir verið á konsertum allastaðni. Heitið »Heima« merkir, at teir aftur nú eru í Íslandi. Hugskot teirra var at geva nakað aftur til fólkið, landið og náttúruna, ið hevur spælt ein stóran leiklut í teirra tónleikaframleiðslu. Ein ótrúlig kensla Vit hitta bólkin, ið veruliga bara er mannaður av fýra heilt vanligum ungum monnum, ið ikki høvdu í hyggju at gerast so kendir. Ynskið var bara at spæla tónleik, og tí geva teir lív og sál í tað, ikki í nakað annað. Ígjøgnum filmin verða fleiri løg hjá teimum spæld, og náttúrumyndir úr Íslandi vera vístar afturvið. Tónarnir eru vakrir og lyfta teg til himmals. Men ikki ber til at lata eyguni aftur, tí náttúrumyndirnar, ið eru settar afturvið eru eins vakrar. Sansirnir smelta saman og veita eina ótrúliga kenslu. Verkið er væl klipt og samansett, alt er hugsað um og eingin tráður endar í leysari luft. Hóast tónleikurin fyllir ein stóran part, vísir hesin doku- mentarfilmur eisini part av hvørjir teir eru, ið manna hendan bólk. Í teimum samrøðum, sum verða gjørdar skilst at teir eru fámæltir og samskifta gjøgnum tónleikin. Myndirnar og tónarnir fáa einhvønn, ið sær filmin, at elska Sigur Rós. Íslendskt m­eistara­ verk Við film­inum­ »Mýrinn« hava íslendingar fram­leitt ein hin besta krim­ifilm­in nakrantíð. Borðreitt verð­ ur við tí harðasta høvuðs­ persóninum­, tí m­est innviklaðu søguni, tí harm­­ leysasta offrinum­ og seyðar­ høvdi »mýrinn« ★★★★★★ – Alt ruggar ikki rætt í Íslandi... her verður ikki hugsað um fíggjarkreppuna, men um íslendska krimifilmin, Mýrin. Erlendur og Sigurdur Óli fáa eini sak um hendurnar, har ein gamal maður verður funnin deyður. Sakin vísir seg at hava samband langt aftur í tíðina og bindir fleiri og fleiri fólk uppí hetta netið. Persónarnir eiga filmin Høvuðspersónurin er harði, geniali løgreglumaðurin Er- lendur. Hann er hin fullkomna myndin av tí geniala kriminal detektivinum, ið altíð er eitt fet frammanfyri hyggjaran. Tó var hann merktur av ruflutum yvir- flatum. Hann býr einsamallur, hevur eina dóttir, ið hann hevur eitt ringt forhold til. Dóttirin er við barn og samstundis bundin at rúsevnismisnýtslu. Erlendur tekur hond um hana, men tað sæst týðiliga at hann illa dugir at passa leiklutin sum pápi. Eisini vísir hann at hann ikki er nakað Hollywood dømi uppá hvussu leikluturin sum kriminal detek- tivur skal passast. Hann situr millum annað og lesur hart úr Bíbliuni, meðan hann stappar eygað av einum seyðarhøvdi í munnin. Ljóðið, av tí at hann skræðir seyðarhøvdið sundur liggur í forgrundini. Meðan hann situr soleiðis, liggur dóttir hansara á sofuni og svevur. Leikluturin er skræddara- seymaður til hina fullkomnu myndina av tí, ið skal uppklára hesa innviklaðu sak. Við síðuna av honum stendur so Sigurdur Óli, sum er hansara partnari. Hann er væl yngri og frískari. Men hetta merkir eisini at hann er óroyndur og manglar dirvi. Júst hesin leikluturin skal til fyri at upphevja Erlendur, uttan at gera hann sjálvglaðan. Samanskrúvað meistaraverk Filmurin er skrúvaður fantastiska væl saman og letur áskoðaran sita á eggjuni av setrinum. Ljósið passar til myndirnar, og tónleikurin somuleiðis. Einki verður latið til hugflogið tá bæði eitt menniskjahjarta, ein heili, ein verður skotin gjøgnum kroppin, ein bukaður í høvdið, ein neyðtøka og eitt seyðarhøvd verða varpaði uppá skíggjan. Krimi filmur sum hann skal vera, einki tvætl og alt verður lagt fram, hart og kontant. Ísland vísir Hollywood og restini av heiminum hvussu ein krimi skal vera! sett kunnu vísa á framúr góðar filmar. Hendan vikan er eitt gott høvi fyri føroyingar at uppliva tey norðurlendsku verk, ið vit ikki vanliga kunnu njóta. Somuleiðis eitt frálíkt høvi fyri føroyskar filmar at síggja dagsins ljós. ∆