mánadagur 13. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 196 - 13. oktober 2008
Har blómur spretta
gjøgnum betongveggir av
melankoli
★★★★★✩
Tubaspælandi ørvitisknokkar.
Ein maður brýtur eitt 200 ára
gamalt koppastell. Hann endar
seinni í elektriska stólinum.
Dómarnir sum døma hann
drekka fatøl í rættinium. Vit eru
á norðaru hálvkúluni í 21. øld.
Sum í ”Sange fra anden sal”
frá 2000, so er Kvøldarlandið í
upploysn. Í metropolunum er
skýmligt. Í ”Du levende” er tó
ein vón onkunstaðni. Andersson
er ein meistari og sum Charlie
Chaplin ein perfektionistur og
hann brúkar heldur sjey ár at
gera ein film lidnan enn at gera
neyðloysnir.
Tað er stuttligt aftur at síggja
elegiska og stuttliga heimin hjá
Andersson. Hendan neyva pall
setingin, hesi ”tablou” og beckett
kendi dialogurin og absurdu
senurnar.
Tað vakra við stílinum hjá
Andersson er hjartalagið og fína
melankolska samkenslan við
sjálvt hinum býttasta.
Andersonska filmlistin
Neyðugt at hugsa øðrvísi og
frígera seg frá vanligari hugsan
um film. ”Du Levenda” er ikki
ein vanligur filmur. Kameraið er
púra stilt í øllum brotunum og
ongar nærmyndir eru. Leikstjórin
vísir kenslurnar hjá fólki við
einari fínari distansu. Menniskja
í tess veruliga rúmi. Her minna
hansara filmar meiri um modern
aða lista og fotoframsýningar.
Sum í fyrra filminum, so er
”Du levande” samansettur av
trimum fláum. Hin fyrsta er ein
staðfestan av, hvussu støðan er.
Onnur fláin er løgna moralska
ólagið. Hin seinasta er um skuld
,og hvussu fortíðin vísir seg, eitt
nú sum svastikarar undir øllum.
Fyrst fáa vit at vita, at okkurt
er galið. Sum í fyrra filminum,
so hava øll mist trúnna á egið lív
og nógv berjast fyri at bjarga
onkrum í svárari kreppu.
Okkurt er galið, ein nýggj tið
er komin. Øll missa svøvnin og
standa still á altanuni um náttina
og skilja einki.
Sum í fyrra filminum, so
spretta tó blómur gjøgnum
betongveggir av melankoli. List
og tónleikur skapa møguleikar
fyri kærleikanum, sum er tað
einasta, ið kann bjarga okkum.
Besti stilisturin í
Norðurlondum
Andersson er kanska hin besti
stilisturin innan norðurlendskan
film í dag. Vit eru hinumegin
allar ”feelgood søgur” og krono
logi. Tað er menniskja sum
skapningur undir ymiskum sam
felagsviðurskiftum, ið er
høvuðspersónurin í filminum.
Hjá Andersson sæst arvurin frá
surrealismuni. Bunuél serliga,
men eisini týska ”neue sachlic
heit” við observatiónum av
gerandislívinum. Hetta líkist í
sær sjálvum surrealismu.
Andersson er sum filmskapari
meiri í ætt við týskara málarar
frá 1930unum, sum George
Grosz and Otto Dix.
Eingin misantropur
Ein misantropur er ein, sum ikki
dámar menniskju. Anderssonsa
filmar eru mangan dystopiskir –
fólkini eru ljót, feit og mis
eydnaði men hann er alt annað
enn ein misantropur. Hann er ein
filantropur, ein brennandi
mannavinur við stórum hjarta
fyri einstaka menniskjanum.
Respektin fyri menniskjanum er
eitt avgerandi element í øllum,
sum hann ger.
Filmurin hevur vunnið seks
virðislønir og er tilnevndur til
Filmsvirðisløn Norðurlanda
ráðsins.
”Du levande” er alheims
filmlist og ein klassikari innan
filmlistina. Filmurin er tó ikki so
klárur og brennandi vakur sum
hin fyrri filmurin.
»Du levande«
Leikstjórn: Roy Anderson
Svøríki 2008.
94 min.
Aldursmark: 15 ár
Filmsvikan, 14. oktober kl.20
Kim Simonsen
ummælir
Filmsvika
Ikki fyri
sartar sálir
»Ondskan«
★★★★✩✩
Næmingurin Erik Ponti verð
ur blakaður úr realskúlanum,
tí hann berjist ov nógv.
Heima hevur hann ein
sadistiskan stjúkfaðir, ið slær
bæði hann og mammuna.
Hann endar á fína yvir
stættarkostskúlanum Stjärns
berg. Hetta er seinasti møgu
leikin hjá honum at sleppa á
studentaskúla, men har
byrjar harðskapurin av
álvara.
Ein óhugnaliga sterkur og
góður filmur við einari
sjálvævisøguligari søgu eftir
Jan Guillou.
Sangir frá undir
ganginum
– »Du Levande«
Ein ótrúliga vakur filmur
um lítla fína og góða
menniskja í einari óndari
skipan
★★★★★✩
Hetta er ein filmur í sterku
norðurlendsku traditiónini at gera
filmar um børn og ung, sum
syrgja og standa hjálparleys
frammanfyri órættvísi. ”Elina
som om jeg inte fantes” minnir
um djúpt rørandi filmar sum
”Mit liv som hund”, ”Busters
verden” og ”Populærmusik fra
Vittula”.
Djarvt mannabarn
Søgan er um Elinu, sum hevur
mist pápan. Hann er um at vera
barn í einum fátækum málsligum
minnilutaøkið í Svøríki, har tey
tosa finskt, men noyðast at læra
svenskt í skúlanum.
Vit eru í 50unum í Vester
botten. Her er svenskt alráðandi
yvir finska málminnilutanum.
Níggju ára gamla Elina hevur
haft tuberklar, men nú skal hon
byrja í skúlanum aftur í
flokkinum hjá systrini Irmu.
Lærarinnan (Bibi Andersson),
sum eisini er skúlastjóri, er ein
uppblástur og sjálvhátíðuligur
mynduleiki, men Elina hevur
eina sterka og villa
rættvísiskenslu – hon er eitt
vakurt, stolt og sjálvstøðugt lítið
menniskja, sum vil sleppa at
syrgja pápan og virða hann við at
tosa finskt. Sum eitt lítið djarvt
mannabarn á fold, so kemur hon
at gera uppreistur móti øllum.
Filmurin er djúpt rørandi, og
sum áskoðari syrgir og grætur
man innantanna av samkenslu
við hesi einsamallu og tristu
gentuni, sum er hart rakt av sorg
og pínist av indignatión gjøgnum
allan filmin.
»Elina som om jag inte
fanns«
Svøríki, 2002.
7 árs aldursmark.
77 minuttir.
Filmsvikan 14. oktober kl. 14
Tá menniskjað er vakrast
– »Elina som om jeg ikke fantes«
»Ondskan«
Svøríki, 2003
Leikstjórn: Mikael
Håfström
107 minuttir.
Filmsvikan 14. oktober
kl. 16