Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. oktober 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 196 - 13. oktober 2008 31 Stutt Sagt Haider koyrdi skjótt Kanningar hjá løgregluni í Eysturríki vísa, at politik­ arin Jørg Haider hevði nógva ferð, tá bilur hans­ ara fór út av vegnum tíð­ liga leygarmorgunin. Haider, sum var einsamall­ ur í bilinum, fekk stóran skaða í høvdið og bring­ una og doyði stutt eftir. Ein talsmaður fyri løg­ regluna sigur við CNN, at Haider hevði júst yvirhál­ að ein bil, tá ein annar bil­ ur kom út fyri hann. Úr­ slitið var, at Haider misti tamarhaldið á bili sínum og fór útav. Ein kvinna, sum var í bilinum, sum Haider yvirhálaði, boðaði løgregluni frá vanlukk­ uni. Eysturríkska løgreglan vil ikki koma við nøkrum gitingum um vanlukkuna, men sigur tó, at tað tykist greitt, at Jørg Haider koyrdi skjótt, tá vanlukkan hendi. Fleiri hava gitt, at tað vóru kanska politiskir mótstøðumenn, sum løgdu vanlukkiuna til rætt­ is, men tað avsannar løg­ reglan. Jørg Haider, sum bleiv 58, var á veg í 90 ára føð­ ingardag hjá mammu síni, tá vanlukkan hendi. Eftir hann sita kona og tvey børn. Dýr ferð Gjáramorgunin bleiv eitt russiskt Soyuz­rúmdarfar skotið út í rúmdina frá einari rúmdarstøð í Kasak­ hstan við kós ímóti altjóða rúmdarstøðini. Umborð á farinum eru ein russari og tveir amerikanarar. Annar av amerikanarun­ um er ikki ein vanligur rúmdarmaður, men rík­ maðurin Richard Garriott, sum hevur goldið 30 milli­ ónir dollarar fyri at sleppa eina ferð út í rúmdina. Russiska rúmdarfarið verður knýtt at altjóða rúmdarstøðini í morgin. Steðgurin hjá Richard Garriott á støðini verður tíggju dagar, og hann hevur sagt, at hann ætlar sær at brúka ein stóran part av tíðiuni til at taka myndir av jørðini. Tá Richard Garriott kemur aftur á jørðina, verður tað saman við russ­ iska rúmdarmanninum Juri Volkov. Eitt sindur sermerkt er tað, at hann er sonur ein fyrrverandi russ­ iskan rúmdarmann. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Í valstríðnum skulu øll føra seg fram við virðing fyri hvør øðrum, og tað skulu vit eisini gera (John McCain) útlond Nú bara tríggjar vikur undan forsetavalinum í USA er John McCain langt aftan fyri Bar­ rack Obama, og tað hevur elvt til ófrið og misnøgd í republi­ kanska flokkinum Hóast John McCain og Sarah Palin hava brúkt mun­ andi hvassari orðaval teir seinastu dagarnar, benda meiningakanningarnar á, at tað hevur ikki gjørt nakran mun, tí Barrack Obama er framvegis umleið seks pro­ sentstig frammanfyrii. Tað hóvar ikki floksfeløg­ unum hjá McCain, og fleiri av teimum fremstu republi­ konsku politikarunum halda, at McCain er ikki nóg greiður. Eitt nú hevur hann havt fleiri uppskot um, hvussu fíggjarkreppan í USA skal loysast. Fyri einari viku síðani valdu McCain og Palin er leggja á annan bógv við at herða tey persónligu álopini hjá Barrack Obama. Eitt nú bleiv hann settur í samband við yvirgangsmenn. Men tað vísti seg, at sjálvt fleiri av teimum republikonsku veljarunum vendu sær ímóti teirri nýggju kósini, og McCain noyddist at verja Obama. Mikudagin hittast Mc Cain og Obama í tí seinasta sjón­ varpsdystinum undan vali­ num. Tær báðar fyrru vann Obama, og nýggjar meininga­ kanningar vísa, at hann dreg­ ur longri og longri frá Mc Cain. Samstundis hava fleiri republikanskir viðmerkjarar funnist at McCain og valstríði hansara. Teir vilja millum annað vera við, at hann dugir ikki nóg væl at bera veljar­ unum boðskapin hjá repu­ blikanarunum. Aðrir siga, at McCain hevur fleiri góð uppskot, men at hann noyðist at velja nøkur burturúr og at sannføra veljararnar um tey heldur enn at vevjast uppi í øllum. Ov seint John C. Danforth, fyrrver­ andi republikanskur sena­ torur í statinum Missouri, sigur við amerikanskar fjøl­ miðlar, at John McCai9n má greiða veljarunum frá, hvør munur er á búskap­ arpolitikkinum hjá sær og búskaparpolitikkinum hjá Barrack Obama. ­ Men tað er kanska heldur ikki nóg mikið. Tað tykist, sum at alt í hesum valstríðnum, sum kundi gagnað McCain, hevur ging­ ið honum ímóti, sigur fyrr­ verandi senatorurin og sipar til fíggjarkreppuna í USA og aðrastaðni. Leiðandi persónar í Ísrael vilja hava Ísrael og USA at leypa á Iran, áðrenn George W. Bush fer úr Hvítu Húsunum Tað skrivaði fryrrverandi bretski uttanríkisráðharrin David Owen í einari grein í blaðnum The Sundey Times í gjár. Sambært Owen vænta viðkomandi persónar í Ísrael ikki, at USA verður líkað hugað fyri einum álopi á Iran, tá Barrack Obama ella John McCain tekur við forsetaembætinum tann 20. januar. Tí má tað gerast, áðrenn Bush fer frá. Ísrael og USA siga seg bera ótta fyri, at Iran ætlar sær at gera kjarnorkuvápn. Í mai skrivaði bretska blað­ ið The Guardian, at Ísrael hevðii biðið USA um loyvi til at bumba eitt kjarnorku­ verk í Iran., men at Bush var ímóti, tí hann stúrdi fyri hevndarálopum á ameri­ konsk mál. Tað ljóðaði, at tað var týski kanslarin, Angela Merkel, sum hevði borið tíðindini um ísraelska fyrispurningin. David Owen skrivar í greinini, at verður Iran álop­ ið, kann landið svara við at steingja Hormuz­sundið. Í august segði ovastin í iransku tjóðarhirðini, Mo­ hammad Ali Jafar, at landið hevði roynt eina rakett, sum serliga var ætlað til nýtslu á sjónum, og sum bar í sær, at einki skip kann kenna seg trygt. Hann ávaraði sam­ stundis sum, at Iran er ført fyri at steingja Hormuz­ sundið, um landið verður álopið. David Owen vísir á, at eitt tílíkt stig hevði fingið sera álvarssamar avleiðing­ ar, tí tangaskip, sum sigla við olju úr Persaflógvanum, noyðast at sigla ígjøgnum Hormuz­sundið. Sjálvur mælir fyrrverandi uttanríkisráðharrin ameri­ konsku stjórnini til at ávara Ísrael, og hann heldur, at USA eigur beinleiðis at forða Ísrael í at gera álvara av hóttanini um at bumba mál í Iran. Herumframt mælir hann Bush til at senda Condoleezzu Rice, uttanríkisráðharra, til Tehe­ ran. Republikanararnir misnøgdir við valstríðið hjá McCain John McCain. Hansara republikonsku floksfelagar eru misnøgdir við valstríð hansara (Mynd: Polfoto) Eiga at leypa á Iran áðrenn Bush fer frá Mynd frá amerikanskari hernaðarvenjing í Persaflógvanum fyri tveimum árum síðani (Mynd: AP)