týsdagur 14. oktober 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Virðisfallið á
partabrøvum seinastu
tíðina hevur higartil
kostað Føroya
Lívstrygging 150
milliónir krónur. –
Vit hava mist nógv, og
um allan marknaðin,
sigur Tummas
Eliasen, stjóri í
Føroya Lívstrygging
Tryggingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroya Lívstrygging hevur
nógvan pening um hendi,
og stórur partur av hesum
peningi verður settur í
umferð, til tess at fáa mest
møguligan vinning burturúr.
Tilsamans umsitur Føroya
Lívstrygging umleið 2,4
milliardir
krónur,
harav
millum 500 og 600 milliónir
eru sett í partabrøv.
- Hesar íløgurnar í parta-
brøv hava givið stórt avkast
seinastu árini, og sæð í
ljósinum á tí sær ikki illa
út. Men nú í seinastuni eru
tey fallin útvið 30 prosent-
um, og hetta merkir at
Føroya Lívstrygging hevur
mist út móti 150 milliónir
krónur uppá partabrøv sein-
astu tíðina, staðfestir Tumm-
as Eliasen, stjóri í Føroya
Lívstrygging.
Fyri hetta árið, í mun til
undanfarin ár, sær minni
gott
út
fíggjarliga
hjá
Føroya Lívstrygging. Saml-
aða avkastið fyri felagið er
minus seks prosent. At
avkastið bert er minus seks
prosent,
tá
partabrøvini
geva minus 30 prosent,
kemst av at partabrøv bert
eru umleið fjórðingurin av
íløgunum hjá felagnum,
meðan íløgur í lánsbrøv eru
tríggir fjórðingar, umleið
1,6 milliard.
- Lánsbrøvini hava givið
nakað av avkasti. Vit hava
fingið kursvinning av teim-
um av tí at rentan er hækk-
að, og hetta vigar upp móti
tapinum av partabrøvum,
sigur
Tummas
Eliasen,
stjóri í Føroya Lívstrygg-
ing.
Tap um allan
marknaðin
Ovurstóra tapið av parta-
brøvum er orsakað av fíggj-
arkreppuni, sum herjar um
allan
Heimin
í
hesum
døgum. Stór virðisminking
hevur verið á mestsum
øllum partabrøvum í øllum
pørtum av marknaðinum.
- Stórsta tapið hevur nokk
verið í partabrøvum í fíggj-
arstovnum, sum eru mink-
aði serliga nógv. Eisini stór-
ir fíggjarstovnar, sum ein
ikki væntaði fóru at verða
raktir av fíggjarkreppuni,
eru falnir nógv í virði, sigur
Tummas Eliasen.
Sum nú er hevur Føroya
Lívstrygging tó ikki full-
komiliga mist nakrar peng-
ar. Partabrøvini eru minkaði
nógv í virði, men ongar
íløgur eru gjørdar í feløg, ið
eru farin á húsagang, og tí
eru pengarnir ikki farnir
fyri skeyti. Virðisbrøvini
eru minkaði nógv í virði,
men av tí at feløgini ikki
eru farin á húsagang, kunnu
partabrøvini aftur fara at
geva avkast tá støðufesti
aftur kemur á fíggjarmarkn-
aðin og virðisbrøvini fara at
vaksa í virði aftur.
Føroya
Lívstrygging
hevur eisini mist nakað av
peningi upp á felagið hjá
Bjarta Mohr, sum eigur
Topaz, og sum eisini var
frammi fyri kortum, men
enn er einki felag farið á
húsagang.
Føroya
Lívstrygging
hevur heldur ikki gjørt
nakra íløgu í Íslandi, har
útlitini eru alt annað enn
góð fyri tíðina, og har
óstøðug
viðurskifti
enn
valda, og tískil eru heldir
eingir pengar farnir fyri
skeyti har.
Peningurin
í LÍV
er tryggur
LÍV mist 150 milliónir
uppá partabrøv
Føroya Lívstrygg
ing hevur mist 150
milliónir uppá
partabrøv og er
harafturat ikki við
í tryggingarpakk
anum hjá danska
statinum. – Men
peningurin í Føroya
Lívstrygging er
tryggur, sigur
Tummas Eliasen,
stjóri
Tryggingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Hóast fallið á partabrøv-
um hevur kostað felagn-
um nógv higartil, stað-
festir Tummas Eliasen,
at peningurin í Føroya
Lívstrygging er tryggur,
sjálvt um peningurin har
ikki er umfataður av
stóru bjargingarætlanini
hjá danska statinum.
- Íløgurnar í lánsbrøv,
sum eru umleið 1,6 milli-
ard krónur, eru heilt
tryggar. Lánsbrøvini eru
trygg á tann hátt, at
lánsbrøvini eru næstan
tað sama sum umfataði
av
statsgaranti,
sigur
Tummas Eliasen, stjóri í
Føroya Lívstrygging.
Íløgurnar í lánsbrøv
og innskot í fíggjarstovnar
eru tríggir fjórðingar av
samlaðu íløgunum, með-
an íløgurnar í partabrøv
eru ein fjórðingur av íløg-
unum hjá felagnum, og
tí eru størstiparturin av
íløgunum heilt tryggur.
Afturat hesum eru all-
ar tryggingar, sum vórðu
teknaðar fram til ár
2000, teknaðar við lands-
kassaveðhaldi.
Hesar
tryggingar eru millum
70 og 80 prosent av teim-
um tryggingum, sum eru
teknaðar í Føroya Lívs-
trygging, og tí er pening-
urin í Føroya Lívstrygg-
ing tryggur.
- Fólk fáa tann pening
útgoldnan, sum tey hava
rætt til, og har er eingin
vandi á ferð, staðfestir
Tummas Eliasen, stjóri í
Føroya Lívstrygging.
Íløgur í partabrøv hava
givið stórt avkast seinastu
árini, men hava í seinastuni
givið eitt tap á 30 prosent,
svarandi til 150 milliónir,
sigur Tummas Eliasen, stjóri í
Føroya Lívstrygging
Føroya Arbeiðsgevarafelag vitjar Brússel
Evropa-politikkur stendur ovarlaga í føroyskum politiskum kjaki. Nevndin fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í
hesum viðfangi vitjað í Brússel í døgunum 8-11 oktober. Endamálið við ferðini hevur verið at fáa til vega hollari
fakligt grundarlag at nýta í viðgerðini av Evropa-politikkinum. Nevndin hevur verið á fundum við EFTA (www.efta.
int), Næringslivets Hovedorganisasjon (www.nho.no), Samtøk Atvinnulífsins (www.sa.is), BusinessEurope (www.
businesseurope.eu), Sendistovu Noregs (www.eu-norge.org), Sendistovu Íslands (www.iceland.org/be) og Sendistovu
Føroya (www.faroes.be) til ES. Við í ferðalagnum vóru Jóhan Páll Joensen (frm), Kristoffur Laksá (nfrm), Bergur
Poulsen, Jóhanna í Bergi, Jón Danielsen og Magni Arge umframt Marita Rasmussen og Esther Dahl frá
Vinnuhúsinum.