Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 197 - 14. oktober 2008 Matstovan var stúvstappað av fólki, og tænararnir søgdu okkum, at soleiðis var eitt vanligt gerandiskvøld í Reykjavík – eisini mitt í kreppuni Reykjavík: Flogfarið var einar 20 minuttir seinkað, tá vit fóru á flog av flog­ vøllinum í Vágum í gjár. Veðrið hevði verið eitt sind­ ur illfýsið, men tá vit fóru á flog umleið tíggju minuttir í fimm var so mikið avhas­ að, at vindurin var lítil, og sólin tittaði fram millum skýggini. Tað var eitt sindur av spenningi, tí vit høvdu bert tann eina ferðaseðilin, og vit vóru tveir mans. Annar okkara stóð tó fyrstur á bíði­ listanum, so vónirnar vóru góðar. Og hyggasíggj, tað lukkaðist. Vit sluppu báðir við flogfarinum til Íslands. Hóast flogskiparin ávar­ aði um eitt sindur av turbu­ lensi yvir Sørvágsfirði, og hóast redaktiónsleiðarin vísti seg at vera minst líka lítið »begeistraður« at flúgva sum eg, so gekk frá­ ferðin upp á allarbesta stás, og vit merktu einki til nakran turbulens. Tað var sum at sita í stov­ uni allan vegin upp til Íslands – mind you, tað tóki bert ein tíma og eitt korter – og áðrenn vit høvdu tugt okkum gjøgnum ein sand­ wich av einum hvørjum slag, komu boð frá flogskip­ aranum um, at vit skuldu gera okkum til reiðar til lendingina. Tað var nokkso stuttligt. Vit máttu flyta brikkar aftur og fram fyri at vit báðir kundu sita saman í flogfar­ inum. Og tað eydnaðist. Men harfrá, sum vit sótu, kundu vit síggja í minsta lagi trý setur, sum stóðu tóm. Soleiðis er tað eftir øllum at døma, og okkara ræðsla fyri, at ikki báðir sluppu við, sýndi seg ógrundað. Ovmikið at gera Væl komnir á hotellið – sum eitur ikki minni enn Plaza – var fyrst farið at hugsa um at fáa fatur í ein­ um adaptara til elstykkið, tí stikk­kontaktin hevði bert tvey hol, meðan stikkarin hevði trý. Síðani var tíð at hugsa um at fáa okkurt at eta. So vit válaðu niðan í hand­ ilsgøtuna,, og har rendu vit okkum inn í eina matstovu, sum sá ógvuliga hugnalig út. Vit so innar. Har var hópurin av fólki, og tað var langt frá líkt til, at nakar ótti ella ekki var á fólki. Vit tosaðu við tær báðar, sum gingu okkum til handa, og tær søgdu okkum, at tað var púra vanligt, at mat­ stovan var fullsett. Soleiðis er tað hvørt kvøld, søgdu tær báðar. Tær viðgingu tó, at lagið á íslendingum ikki var tað besta fyri tíðina, og at øll tosaðu um kreppuna, sum var uppstaðin. Men gerandisdagurin gongur sum vanligt. Og søg­ urnar um, at visakort ikki verða góðtikin longur, er tað reina tvætl. Faktisk var visakort tað fyrsta, sum spurt varð eftir, tá vit komu á hotellið. Og eisini á mat­ stovuni rindaðu vit við visa­ korti av teirri góðu orsøk, at bankarnir vóru afturlatnir, tá vit komu vegin fram, og vit tískil ikki høvdu møgu­ leika at veksla okkara donsku pengaseðlar um til íslendskar. Kreppan rakar óivað ís­ lendingar hart, men fyri okkum er hon nú ikki so galin. Fyri døgurðan, vit ótu skuldu vit rinda áleið 350 krónur tilsamans. Fyri einari viku síðani hevði sami døgurði kostað 1300 krónur. Men íslendingar hava ikki mist mótið, teir kempa bara víðari. Vit báðir fara at skriva nógv meiri um kreppuna her í Íslandi komandi dag­ arnar, eins og Rás2 og por­ talurin fara at frætta frá okk­ um báðum her úr Íslandi. FÍGGJARKREPPA Orð & myndir Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Íslendingar missa ikki mótið Matstovan var at kalla stúgvandi full hetta púra vanliga mánakvøldið Mynd: Kári Mikkelsen Sylvia kallaðist annar tænarin, sum gekk okkum til handa. Hon visti at siga, at kreppan sjálvandi rakti hart, men hóast ógvusliga niðurskriving av íslendsku krónuni, fór lønin ikki upp kortini Mynd: Kári Mikkelsen Flumbra og Skoradalur Í Dimmlættingini í skúlunum verður lisið úr ”Gandakellingini Flumbra” eftir íslendsku Guðrúnu Helgadóttur (Jákup í Skemmuni týddi) fyri teimum yngstu børnunum. Hesin teksturin verður lisin í øllum londum. Í Føroyum verður harafturat lisið úr ”Rossunum á Skoradali” eftir Ólav Michelsen fyri teimum eldru børnunum. Bókasøvn, skúlar og feløg kunnu melda seg til tiltakið, sum er ókeypis at vera við í, á heimasíðuni www.bibliotek.org. Øll, sum tekna seg, fáa ókeypis plakatir og postkort, sum Aka Høegh úr Grønlandi hevur gjørt. Á heimasíðuni eru eisini ársins tekstir og upplýsingar um Skýmingarløtuna og Dimmalættingina, sum eru hugnalig søgufrásøgn sum í gomulm døgum og eftir rættari norðurlendskari siðvenju. Í fjør vóru 2.600 bókasøvn og skúlar í átta londum við í tiltakinum, so hatta við heimsmetinum er ikki ov nógv gjørt av.