Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 197 - 14. oktober 2008 Heimsmet í upplestri Føroyar verða við í einum heimsmeti, sum kanska verður sett mánadagin 10. november í ár. Tá fara túsundtals fólk í øllum Norðurlondum og í Baltalondunum at lurta eftir upplestri í meira enn 2.000 bókasøvnum og skúlum. 12.bókasavnsvikan, Skýmingarløtan, og Dimmalætting í skúlunum, byrja 10.november, tá upplesturin verður samstundis í øllum londum. Eisini í norðurlendskum stovnum uttan fyri Norðurlondini og Baltalondini geva fólk tiltakinum í viku 46 ans. Finski rithøvundi Eeva Kilpi (fødd 1928) hevur skrivað ársins tekst til Skýmingarløtuna um evnið alskur til Norðurlond. Jákup í Skemmuni týddi tekstin til føroyskt. Fólk í Norðurlondunum kenna seg skyld hvørt við annað og sita væl um sátt eins og londini, politikarar, kongar og drotningar gera tað. Alt botnar í alskinum til Norðurlond. Seinastu fimm árini hava ávaringar­ lampurnar blunkað, men vit hava bara hildið fram at liva í luksus. So tað sum nú er hent, kemur als ikki óvart á, sigur Fríðrik Brekkum, sjálvstøðugur vinnu­ rekandi og fyrrver­ andi pressustjóri fyri íslendskar sendistovur Reykjavík: Fríðrik Brekk­ um er føddur í Íslandi, men uppvaksin í Svøríki. Han hevur starvast á fleiri sendi­ stovum sum tolkur, og er eisini fyrrverandi blaðmað­ ur. Nú starvast hann innan ferðavinnu, har hann sipar fyri ferðum og annars virkar sum ferðaleiðari. Hann sigur, at lívið, sum íslendingar hava livað sein­ astu árini, byggir á eina illusjón. ­ Vit hava øll tikið lut í stóru illusjónini. Tað hevur verið sum at liva í einum Hollywood filmi. Alt hevur verið blást upp, serliga í miðlunum, og politikararnir hava bara latið staðið til, meðan tjóðbankin hevur ført politikk, sigur Fríðrik Brekum. Hann sigur, at vanligi maðurin á gøtuni ikki skilir, hví tjóðbankin skal hava tríggjar stjórar. ­ Tveir teirra klúgva ong­ antíð í tvey, meðan hin triði bara førir politikk 24 tímar í døgninum, hóast hann fyri fleiri árum síðani er farin úr politikki, sigur Fríðrik Brekkum og dylur ikki fyri, at tað er David Oddson, hann sipar til. ­ Men eitt tað ringasta er, at fólk yvirhøvur hava mist stóran part av pensjónini. Felagið hjá eitt nú ferðaleið­ arum skal hava kreppufund í morgin, tí øll pensjónin hjá okkum er burtur, mist í partabrøvum og øðrum. Tá fólk fara at finna útav, at tey hava mist pensjónina, so fer vreiðin at koma, sigur Fríðrik Brekkum. Hann sigur, at slíkur ekki er á politikarum og øðrum, sum eru knýtt at fíggjar­ kreppuni, at tey hava sæð seg noydd at hava lívvaktir. ­ Security­feløg eru tey, sum hava liviligast dagar í hesum tíðum, sigur Fríðrik Brekkum. Botnleys skuld ­ Vit hava í dag eina rúgvu av deyðum kapitali stand­ andi. Hundraðtals luksus­ bilar standa, og tað er bara við til at økja inflatiónina, sigur Fríðrik Brekkum. Og øll hava spælt við í hesum yvirflóðsspælinum. Fólk við privatflogførum og stuttleikabátum hava liv­ að í einari luftboblu. ­ Ein maður hevði boðið 800 fólkum í føðingardag, har sjálvur Elton John undirhelt í ein tíma, sigur Fríðrik Brekkum. Hann sigur, at fólk hava sett seg í botnleysa skuld við luksusbilum og tveimum summarhúsum, og nú veruleikin vinnur tey aftur, brestur alt. ­ Vit hava gjørt tann feilin, ikki at hava lurtað eftir búskaparligum analysum frá útlandinum, sum hava ávarað móti gongdini, metir Fríðrik Brekkum. Hann sigur, at enn hava íslendingar ikki reiðiliga fatað, at kreppan hevur rakt. Fólk koyra framvegis ein í hvørjum bili, í staðin fyri at koyra saman. Bensini kostar jú, alt kostar. ­ Nógv fólk hava bundið síni lán í útlendskum valuta, og tá krónan so minkar 30­ 40% í virði, so vaksa lánini jú tilsvarandi. Inflatiónin er í dag um 15% og tað merkir, at eitt lánsgjald, sum var 40.000 íslendskar krónur fyri einum mánaði síðani, í dag kostar 55.000 krónur, sigur Fríðrik Brekkum. Hann heldur annars, at íslendingar hava havt ein einastandandi búskap. ­ Vit fiska ein tvey kilo tosk, selja hann í Onglandi, og fáa fimm Range Rovers aftur fyri, sigur íslendski ferðaleiðarin. Aftur til røturnar Men hóast nógvu negativu umtaluna, so fær Ísland ljós varpað á seg, og tað heldur Fríðrik Brekkum vera posi­ tivt. ­ Tað fer allarhelst at bjarga okkum, heldur hann. Men tað verður neyðugt hjá íslendingum at taka í egnan barm. ­ Helvtin av tí, sum liggur í innkeypskurvini, eru innfluttan vørur, sum vit als ikki hava fyi neyðini. Vit kunnu jú bara fara aftur at liva, sum vit gjørdu fyri 25 árum síðani, sigur Fríðrik Brekkum. Hann heldur, at lága krón­ an ger, at tað í løtuni er bíligt í Íslandi, og at tað kann hava ávirkan á hansara vinnuveg, nevniliga ferða­ vinnuna. ­ Seinastu tvey árini hava vit merkt eina ógvuliga stóra øking í ferðafólka­ talinum. Hetta er fyri tað nógva pensjónistar, sum hava nakað av peningi, og sum hava góða tíð, sigur Fríðrik Brekkum. Men hann fílist tó á vána­ liga infrastrukturin, serliga úti á landinum, og har held­ ur hann, at tað er neyðugt hjá stjórnini at fáa gjørt nak­ að við tann trupulleikan. ­ Annars haldi eg, at fólk­ ið er ógvuliga tengt at tí, sum miðlarnir siga. Gera teir av at vera positivir, ja, so er fólkið eisini positivt, sigur Fríðrik Brekkum. Ávaringartekin Íslendski ferðaleiðarin er hóast døpru tíðirnar ikki so svartskygdur um framtíðina kortini. ­ IMF (International Monetary Fund) hevur júst í dag bjóðað Ungarn fíggj­ arliga hjálp, og tað ljóðar, at eisini Ísland stendur í boði at fáa hjálp frá IMF eftir íslendskum treytum. Og so seint sum í dag er ein sendinevnd í Russlandi at samráðast um eitt lán upp á nakrar milliardir evrur. Summi vóru rædd fyri, at russisku treytirnar fóru at verða ov harðar, men teir vissa um, at talan er um reinan handilsskap, sigur Fríðrik Brekkum. Hann vísir annars á, at seinastu fimm árini hava verið tekin um, hvønn veg tað bar. ­ Bankarnir hava gingið á odda í teirri yvirflóð av luksus, sum hevur verið. Í fjør bjóðaði ein banki 80 av sínum kundum við flogfari til Føroya at eta náttverða og síðani flúgva heim til Ís­ lands aftur. Ein annar banki bjóðaði fleiri av sínum kundum til Formel 1 kapp­ koyring eina heila viku. Annað dømi er um, at ein banki leigaði eitt sjónleikar­ hús í Milano eitt vikuskifti, har teir fingu egnar kokkan flognar inn. So tað kann ikki sigast annað enn, at bankarnir hava gingið á odda í hesi yvirflóð av luksus, sigur Fríðrik Brekk­ um. Vit hava livað í yvirflóð Fríðrik Brekkum er fyrrverandi blaðmaður og starvast nú í íslendsku ferðavinnuni