Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 197 - 14. oktober 2008 Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur gjørt endaliga listan til kommunuvalið í Tórshavnar kommunu. Seks kvinnur og átta menn bjóða seg fram KOMMUNUVAL Tíðindaskriv Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Umhvørvi, trivnaðar og ein kommuna fyri øll eru hjartamál hjá Javnaðar­ flokkinum – og tí eru hetta økir, sum Javnaðarflokk­ urin serliga fer at arbeiða víðari við í Tórshavnar kommunu komandi árini. Meðan Javnaðarflokkurin hevur havt leiðsluna í Tórshavnar kommunu seinastu fýra árini, er ein sera stór menning farin fram í allari kommununi. Við Javnaðarflokkinum á odda fara vit at halda kósina og tryggja at kommunan støðugt verður ment og at hetta verður gjørt fíggarliga ráðiligt. Á listanum hjá Javn­ aðarflokkinum til komm­ unuvalið í Tórshavnar kommunu er javnstøða – 6 kvinnur og 8 menn. Á list­ anum eru bæði dugnaligir politikarar við drúgvum royndum og nýggj, ung spennandi valevnir. Felags fyri valevnini er, at tey eru sera virkin og eldhugað. Í sambandi við komm­ unuvalið fara valevnini hjá Javnaðarflokkinuma at skipa fyri eini røð av ymsum tiltøkum. Meira verður at frætta um hetta seinni. Valevnini eru: 1. Bjarni Dahl 2. Elin Lindenskov 3. Halla Samuelsen 4. Hans Martin Hansen 5. Heðin Mortensen 6. Hervør Hansen 7. Hilmar Augustinussen 8. Ingrid S. Henriksen 9. Irdi Danielsen 10. Jákup Danielsen 11. Levi Mørk 12. Maria Hammer Olsen 13. Rúni Djurhuus 14. Sjúrður Johannesen 14 fólk bjóða seg fram fyri Javnaðarflokkin - Bæði út frá eini reint fíggjarligari og út frá eini samlaðari meting hevur nevndin í P/F Vága Floghavn mett, at tilboðið frá P/F Atlantic Airways er tað, sum gevur P/F Vága Floghavn bestu og tryggastu úrtøku, sigur nevndin í P/F Vága Floghavn TOLLFRÍTT Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað verður Atlantsflog, sum sleppur at selja tollfrítt á Flogvøllinum í Vágum. Tað hevur nevndin í Vága Floghavn gjørt av. Tað var tann 10. septem­ ber í ár, at tollfría sølubúðin varð boðin út í almennum útboði. Tá ið freistin at lata inn tilboð var úti tann 1. oktobur 2008 hevði P/F Vága Floghavn móttikið seks boð frá fýra tilboðsgevarum; fýra vanlig boð sambært útboðstreytunum og tvey alternativ boð. Nevndin í P/F Vága Flog­ havn hevur nú viðgjørt inn­ komnu boðini, og hevur gjørt av, at lata P/F Atlantic Air­ ways rættin til at reka tollfríu søluna í Vága Floghavn. Sáttmálin verður galdandi fyri tvey ár, og við rætti fyri partarnar at leingja hendan í upp til eitt ár afturat. Eftir hetta verður mett, at hølisviðurskiftini í Vága Floghavn verða munandi broytt í sambandi við ætl­ aðu útbyggingina av flog­ vøllinum, soleiðis at møgu­ leikar verða fyri enn betur umstøðum fyri tollfríari sølu í Vága Floghavn. Nevndin í P/F Vága Floghavn vil tí til ta tíð taka støðu til, hvussu tollfría sølan í Vága Floghavn skal skipast, herundir um talan skal vera um fleiri tollfríar sølubúðir. ­ Bæði út frá eini reint fíggjarligari og út frá eini samlaðari meting hevur nevndin í P/F Vága Flog­ havn mett, at tilboðið frá P/ F Atlantic Airways er tað, sum gevur P/F Vága Flog­ havn bestu og tryggastu úr­ tøku, samstundis sum tilboð teirra gevur teimum ferð­ andi um flogvøllin bestu møguleikarnar fyri eini nútímans tænastu á høgum støði við fjølbroyttum úrvali av tollfríum vørum, sigur Jóhannus Egholm Hansen, næstformaður í P/ F Vága Floghavn, sum nevndarinnar vegna hevur skipað útboðið. Atlantic Airways skal selja tollfrítt Á landsstýrisfundi í gjár var úttalilsið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrsmanni í fiskivinnumálum, um at fiskivinnu- politikkurin hjá nýggju samgonguni er snaraður 180 stig til viðgerðar. Semja er um, at “Úttalilsið er óheppið” POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo ­ Á landsstýrisfundinum í dag umrøddu vit eisini úttalilsið hjá landsstýris­ manninum í fiskivinnu­ málum um fiskivinnu­ politikkin hjá samgonguni. Landsstýrismaðurin og landsstýrið eru samd um, at úttalilsið er óheppið, tí tað kundi elva til misskiljingar. Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eftir landsstýrisfundin í gjár. Orrustan kom í eftir at Jacob Vestergaard, lands­ stýrsismaður í fiskivinnu­ málum, segði, at fiskivinnu­ politikkurin hjá nýggju samgonguni er snaraður 180 stig. Javaðarflokkurin sigur seg ikki góðtaka, at lands­ stýrismenn koyra solo við privatum útmeldingum, soleiðis sum tey hildu Jacob Vestergaard hava gjørt um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. ­ Fiskidagabankin, sum var eitt aðalmál í síðstu samgongu, kemur ikki upp á tal. Vinnan skal sjálv stýra handlinum við fiskiloyvum, staðfesti Jacob Vestergaard sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum. Orðini fullu ikki í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum, og Katrin Dahl Jakobsen, sum er forkvinna í vinnun­ evndini og talskvinna Javn­ aðarfloksins í fiskivinnu­ málum, vildi hava lands­ stýrismannin í fiskivinnu­ málum settan upp á pláss. Málið varð umrøtt í lítlu­ samgongu, og har gjørdi Javnaðarflokkurin gjørdi púra greitt, at flokkurin ikki finnur seg í, at lands­ stýrisfólk fara út og koyra solo við sínum privatu útmeldingum, segði Katrin Dahl Jakobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum. Í gjár tók løgmaður so málið upp á landsstýrisfundi, og nú er sambært løgmanni semja um, at “landsstýris­ samgongan skal hava felags stev”. Úttalilsið hjá Vestergaard var óheppið Audition til ungdómssending í Kringvarpinum Skal tú verða vertur í ungdómssendingini MúS, sum Klippfisk framleiðir til Kringvarpið í vetur? Tekna teg til audition í seinasta lagi í morgin, mikudagin 15. okt. Vit leita eftir einum ungum kvinnuligum verti millum 16 og 25 ár. MúS verður framleidd av fleiri ungum nýhugsandi og kreativum fólkum, sum vilja gera eina stuttliga og áhugaverda sjónvarpssending, sum ikki er sædd í Føroyum fyrr. Internetið er nokkso gjøgnumgangandi í sendingini, men hon er tó bestemt ikki nøkur teknik­nørda sending, og tað er ikki neyðugt at vita so nógv um interneti, fyri at vera við. Tað týdningarmiklasta er, at tú er útatvend, smílandi, gott kroppsmál og hevur eina góða rødd. Ljóðar tað spennandi? So kom til audition í Klippfisk 22. oktobur! Tað tú skal gera er, at senda ein teldupost til Klippfisk í seinasta lagi 15. oktobur, har tú skrivar stutt um teg sjálva. Minst til at upplýsa: navn, aldur, bústað og telefonnummar. Viðheft gjarna eina mynd. Vit senda tær síðani ein stuttan audition tekst aftur, og upplýsingar um nær tú skal møta í Klippfisk. Skriva til: klippfisk@klippfisk.fo Heðin Mortensen, býráðs­ limur, fyrstu ferð valdur í Tórshavnar Býráð í 1972 Elin Lindenskov, býráðs­ limur, fyrstu ferð vald í Tórshavnar Býráð í 1992 Halla Samuelsen, býráðs­ limur, tók sæti fyri Katrin Dahl Jakobsen, sum varð vald á ting í januar í ár Løgmaður heldur, at úttalilsið hjá Jacob Vestergaard um fiskivinnupolitikkin var óheppið, men semja er um at hava felags stev, sigur løgmaður Atlantsflog kann nú bæði selja tollfrítt í luftini og á flogvøllinum í Vágum