Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 197 - 14. oktober 2008 Foreldrini út í skúlarnar Morgunblaðið og Fretta­ blaðið løgd saman Ísland gjørdist eitt dagblað fátækari seinnapartin í gjár, tá teir báðir kappingarneytarnir, Morgunblaðið og Frettablaðið, gjørdu av at leggja saman, veit netútgávan IceNews at siga. Samanleggingin er ein beinleiðis avleiðing av fíggjarkreppuni, sum hevur elvt til ógvusliga minking í lýsingum og methøgar prísir á avíspappíri. Sambært Morgunblaðnum eru hópuppsagnir væntandi, nú bløðini hava lagt saman. Samanleggingin hevur við sær, at lítil og ongin kapping longur er millum landsfevnandi bløðini í Íslandi, og at støðan tí mest er at líkna við dagblaðsmonopol, siga eygleiðarar. INPACT styrkir um leiðsluna Umframt Jógvan Amonsson eru nú tríggir aðrir stjórar og eigarar í grannskoðarafyri­ tøkuni INPACT VINNA Tíðindaskriv Grannskoðaravirkið INPACT er umskipað og hevur nú fýra løggildar grannskoðarar bæði í leiðsluni og sum eigarar. Av teimum fýra eru tveir statsautoriseraðir grannskoðarar. Umframt Jógvan Amonsson, sum hevur verið einsamallur stjóri síðani 2000, eru nú: Fróði Sivertsen, Jógvan Joensen og Heini Thom­ sen stjórar og eigarar. ­ Slík umskiping hevur til endamáls at styrkja bæði leiðsluna og arbeiðið í gerandis­ degnum fyri at veita kundum okkara eina enn betri tænastu. Við tveim­ um statsautoriseraðum, tveimum løggildum og fýra skrásettum grann­ skoðarum, umframt fleiri við viðkomandi útbúgvingum, er INPACT í fremstu røð at loysa verandi og koman­ di avbjóðingar innan kjarnuøkini roknskap, grannskoðan, skatt og ráðgeving á hægsta tænastustigi, sigur Jógv­ an Amonsson. Hann leggur afturat, at víðkaði leiðslubólkurin gevur størri rásarúm í mun til í dag, og kundarnir fara at merkja hetta við betrað­ um samskifti, styttri atgerðartíð og harvið – sum heild ­ einum hækkaðum tænastustigi. Hóast tey bæði mest vitjaðu kjaktorgini eru latin aftur, eru føroyskir internet­ kjakarar ikki heim­ leysir í cyper­space. Teir hava longu stovnað nýtt kjakstað á netinum. KjAKmeNtAN Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Óivað hava tey bæði mest vitjaðu føroysku kjaktorgini á internetinum seinastu ári­ ni verið Kjak.fo og Kvinna. fo. Men nú eru bæði kjak­ torgini latin aftur, tí ávísir kjakarar ikki dugdu sær hógv. Heimsíðan hjá blaðnum Kvinna boðar í dag frá, at kjakið er niðurlagt. Grund­ gevingin er soljóðandi: “Av tí at nakrir kjakarar ikki respekteraðu reglurnar fyri kjakið, er kjakið niðurlagt. Tað gjørdist tíverri ov tíðar­ krevjandi at umsita.” Sosial­ urin hevur í tveir dagar roynt at fáa orð á stjóran á Kvinnu, Lenu L. Mohr, men tað hevur ikki eydnast enn. Kvinnukjakið letur aftur bert fáar dagar eftir, at Dimmalætting lat kjak­ síðuna Kjak.fo aftur av somu orsøkum. Síðan hevur Kjak.fo verið lýst til sølu á uppboðssøluni loppan.fo. Men neyvan verður nakar áhugaður keypari, tí fólkini handan kjaksíðuna hava longu sligið seg niður aðra­ staðni á netinum, nevniliga á heimasíðuni www.kjak. org. Handan hesa heima­ síðuna finna vit navnið Kult v/ Dan Thomsen. Kjakarar í leysari luft Hesaferð skulu foreldur velja umboð til skúlastýrið sama dag og stað sum til kommunuvalið tann 11. november SKúlAmál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Mánadagin skulu øll foreld­ ur at skúlabørnum hyggja í botnin á skúlataskunum hjá børnunum. Tí har liggur ein lítil faldari um skúla­ stýrisvalini, sum verða hildin saman við kommunu­ valunum tann 11. novemb­ er. Skúlastýri eru í hvørjum sjálvstøðugum skúla í landi­ num. Í stýrunum eru millum annað umboð fyri foreldrini, og tað eru hesi umboð, sum skulu veljast nú. Tað hevur verið torført at motivera foreldrini til skúla­ stýrisvalini. Tí hava myndug­ leikarnir hesaferð roynt at bøta um áhugan við at avgreiða valið sama dag og stað sum kommunuvalið. Ein onnur broyting er, at foreldur nú skulu vátta foreldramyndugleikan á sjálvum valstaðnum, og ikki skrivliga til skúlan fleiri vikur undan valinum. Hvør hevur valrætt? Men fyrst mugu foreldrini tó kanna, um tey standa á listanum yvir foreldur, sum hava valrætt. Hetta verður gjørt á skúlanum, har barnið gongur – antin við sjálvi at møta upp ella við at ringja til skúlan. Hesir listar liggja frammi frá týsdegnum 21. oktober, hetta er beint aftaná heystfrítíðina, og tvær vikur fram. Tey, sum hava valrætt og vælbæri eru foreldur, sum hava foreldramyndugleika yvir børnunum. Uppstillingarfundur Síðst í oktober verða upp­ stillingarfundir úti á skúlu­ num, har fólk kunnu bjóða seg fram. Eina viku seinni, ella 4. november, skulu upp­ stillingarlistarnir vera lidnir.