týsdagur 14. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 14. oktober 2008
13
Fleiri uppgávur út til
kommunurnar er niðurlag
ið, sum um hetta er trygdin
fyri at borgarin fær eina
betri tænastu. Men veru
leikin er ikki so einfaldur.
Dagstovnaøkið varð lagt
út til kommunurnar at um
sita í 2000, eingin verulig
eftirmeting er gjørd av,
hvussu hetta hevur hepn
ast. Ja, fleiri stovnar eru
settir á stovn, og flest allar
kommunur bjóða stovn
spláss, men tað er sera
misjavnt, hvussu góðskan
er runt um í landinum. Var
tað ætlanin?
Verður hugt eftir, hvussu
hesir dagstovnar húsast, er
stórur munur millum tær
kommunur, ið eru væl fyri
og tær sum ikki eru. Onkrir
stovnar eru í vánaligum
bygningum sum als ikki
hóska til endamálið – onkr
ir uttan kravdu loyvini frá
myndugleikum, arbeiðs
eftirlit, brúnaumsjón og
landslækna. Eitt er at
eftirlitsmyndugleikin ikki
hevur havt áhugan ella
orkuna at gjøgnumført
hetta eftirliti, soleiðis at
børn og starvsfólk fáa
virðulig kor at virka undir,
nakað heilt annað er rað
festingin úti í kommunu
num. Alt er ikki so
ljósareytt.
Seinastu árini hevur
landið fingið eygað á, at
børn eisini mennast áðrenn
tey fara í skúla. Hetta
hevur so viðført, at landið
leggur alsamt fleir krøv út
á dagstovnarnar. Fyrst við
at flyta børn við serligum
tørvi út til kommunurnar,
so við menningarætlanum
og skjótt við námsætlan
um. Hetta er ein jalig
gongd, í so máta, ein viður
kenning av at tey fyrstu 7
árini eisini hava týdning,
men samstundis er einki
gjørt fyri at bøta um viður
skiftini hjá teimum ið
starvast á økinum.
Kommunurnar blunda!
Kommunurnar hava fingið
størri ábyrgd fyri innihaldi
num á dagstovnunum, men
tykjast ikki vilja viður
kenna hesa ábyrgd. Flestu
stovnar hava eitt “minsta
mark” av starvsfólkum á
staðnum, ein formil ið var
stungin út í korti fyrst í
90’unum tá ið landið var í
djúpastu kreppu, og hava
ikki verið sinnaðir at hækk
að hetta tal, nú dagstovnar
nir hava fleiri og størri
uppgávur.
Námsfrøðingar ið starv
ast innan dagstovnaøki
hava rópt í fleiri ár um
manglandi tímar til at
fyrireika sítt pedagogiska
virksemi, men hetta tykist
eingin at hoyra. Tað ber
ikki til áhaldandi at krevja,
at starvsfólk skulu sam
starva til høgru og vinstru,
veita eitt málrættað peda
gogiskt tilboð til børnini
uttan at fleiri tímar fylgja
við. Her eru tvinnir kostir
– antin verður pedagogiska
arbeiði slept ella mugu
starvsfólkini “forsøma”
børnini í størri mun. T.v.s.
minni tíð saman við
børnunum.
Spurningurin er um
kommunurnar yvirhøvur
eru áhugaðir í góðskuni á
sínum dagstovnum – tær
vilja bara “reypa” við
hvussu nógv tilboð tey
hava. So ein eftirmeting
hevði nokk víst at fleiri
dagstovnar eru komnir
seinastu árini, meðan
kommunurnar lítið ella
einki hava gjørt fyri at bøta
um góðskuna.
Kommunurnar størri ábyrgd?
Nevndarlimur í Føroya
pedagogfelag
Jógvan
Philbrow
Landsstýrið og kommunur
nar hava í felag fyrireikað
eina grundleggjandi reform
av kommunala roknskapar
haldinum. Høvuðsenda
málið er at skapa størri
gjøgnumskygni í komm
unalu fíggjarviðurskiftini.
KSF fegnast um henda
týdningarmikla reform,
sum fer at geva kommunu
num fleiri og betri fíggjar
stýringsmøguleikar.
Kommunurnar hava tí
eisini tikið virknan lut í
fyrireikingararbeiðinum.
Eftir ætlan fer lands
stýrið í næstu viku at lýsa
nýggja kunngerð, sum setir
reformin í verk frá fíggjar
árinum 2009 at rokna.
Tíverri er reformurin als
ikki klárur at seta í verk.
Ásannandi, at talan er
um umfevnandi umlegging
av roknskaparhaldinum,
bygnaðarligum manna
gongdum og skipanum úti
í einstøku kommunum,
varð sett sum avgerandi
fortreyt, at reglugrundar
lagið og teknisku loysnir
nar skuldu verða lidnar í
góðari tíð, so at kommunur
nar fingu tíð og umstøður
at seta reformin í verk.
Hesum megnaði lands
stýrið ikki at halda. KSF
gjørdi tí longu í juni 2008
landsstýrinum púra greitt,
at kommunurnar hava ikki
nakran møguleika at seta
nýskipanina í verk frá 2009,
men í fyrsta lagi 2010.
Landsstýrið tvíheldur
framvegis um ætlanina, tó at
enn vanta mong týðandi
viðurskifti at fáa uppá pláss.
Úrslitið er, at landsstýrið
í óðum verkum tvingar
kommunurnar undir reglur
og krøv, sum tær ikki hava
møguleika til at fylgja.
KSF hevur heitt á nýggja
landsstýrið um fund til tess
at viðgera møguleikar fyri
royndarskipan, ið bæði
landsstýrið og kommunur
nar kunnu liva við hetta
fram til 2010. Enn hevur
landsstýrið ikki hirt at
svara.
Stýrið í KSF mótmælir
harðliga óvirðiligu støð
una, ið landsstýrið trýstir
allar kommunurnar í.
Somuleiðis heitir stýrið í
KSF enn einaferð á lands
stýrið um at umráða seg av
nýggjum, so at kommunur
nar fáa neyðugu tíðina til
umskipa roknskaparhaldið
eftir nýggju krøvunum.
Hetta er einasti vegur
fram, skal alt tað kommu
nala roknskaparhaldið ikki
enda í ruðuleika í fleiri ár.
Og hetta var so ikki enda
málið við reforminum.
Kommunalur roknskaparreformur í óðum verkum
www.ksf.fo
Kommunu
samsKiPan
Føroya
Eg minnist so væl øll val
evnini, ið bjóðaði seg fram
til løgtingsvalið í januar
2008 í Suðuroynni. Tað
bleiv lovað, at nú skuldi
tunnil gerast millum
Hvalba og Tvøroyri, men
einki hoyrdist aftur frá
hesum! Hvørki landsstýrið
ella løgtingið geva ljóð frá
sær í hesum málinum.
Mín spurningur er: Eru
hvalbingar og suðuroyingar
gloymdir, ella minnast tit
bert til okkum, tá val
verður aftur? Eitt er vist –
hendir einki nú, so kunnu
tit gloyma at koma aftur
við gyltum lyftum.
Søgan um okkara tunnil
er nakað soleiðis. Hann læt
upp fyri ferðslu í 1963 og
er 1450 metur langur. Eitt
sporaður og við nøkrum
smáum vánaligum steðgi
støðum inni í tunlinum.
Elsti tunnil í Føroyum.
Ferðslan í tunnlinum er
runt um 800 bilar um
døgnið (samb. Landsverki).
Nógv tung ferðsla koyrir
ígjøgnum tunnilin hvønn
dag. Teir stóru bilarnir eru
allir serbygdir ella bilar, ið
víkja frá standard málum á
vanligum stórum bilum, ið
koyra á landsvegnum í
Føroyum. Tað kemur meira
enn so fyri at farmur ikki
sleppur gjøgnum tunnilin,
hetta kemst av tí, at tað eru
ikki bilar, ið ótarnaðir
kunnu koyra við hesum
farmi gjøgnum núverandi
tunnil. Men eitt eru vit
sloppin undan higartil, tað
er at eingin vanlukka er
hend í tunlinum, men tann
dag, tá ein stór vanlukka
hendir í tunlinum – tá verð
ur ábyrgdin rættað móti
viðkomandi ábyrgdara.
Tað er av alstórum týdn
ingi, at nýggjur tunnil
verður gjørdur sum skjót
ast millum Hvalba og
Trongisvág. Byrjast má
sum skjótast upp á hetta
arbeiði. Tað er einki minni
enn ein sjálvfylgja, at
okkara 45 ára gamla far
leið verður skift út við eina
nýggja trygga og tíðar
hóskandi farleið.
Minnist meg rætt, so er
Hvalbiar Kommuna – ein
asta kommuna í landinum,
ið hevur goldið stóran part
í tunlunum, ið eru millum
Hvalba og Trongisvág og
Hvalba og Sandvík!
Eg skilji væl, at onnur
eisini vilja hava ajourført
teirra farleiðir, men lat tað
verða eftir einum ávísum
mynstri, ið tekur teir elstu
tunlarnir fyrst. Einki annað
er sjálvsagt.
Vónandi lesur onkur
hetta, ið hevur, kann, vil og
torir at siga eitt orð.
Hvar bleiv nýggi tunnilin millum Hvalba og Trongivág av?
niels olaF
eyvindsson
Gjald fyri valgreinar
Fram til kommunuvalið
11. november fer Sosial
urin at taka gjald fyri val
greinar. Gjaldið er hálvur
lýsingarprísur fyri t. e. 95
oyru + MVG fyri milli
meturin. At rokna sum
valgreinar eru allar grein
ar, sum valevni skriva
og geinar frá øðrum, sum
blaðstjórnin metir sum
valtilfar. Skipanin verður
í gildi fram til kommunu
valið. Valgreinar skulu
sendast við telduposti til
post@sosialurin.fo og
tær skulu vera rættlisnar
og harvið púra klárar
at prenta.
Blaðstjórin
lag: Pat Woods: My Own Native Land
Har ið snekkjur um útnorðurs boðabrot bógva,
stígur dreymoyggj úr havi; har ljómar hvør skor
fyri vársól av grønsku; sum tinnugrót glógva,
mælt um fljóð stolt sum kongaørn, skaldanna orð.
Reyð sum ástin, ið unghjún í skemmu man fevna,
spríkir eldglóð úr jøkli; sum drotninga brá
skyggja vøtn; fræls sum oknin, í lofti man stevna,
reisir ryggás og tekjuspír yrkjarans vrá.
Her tey verksmiðjur reistu við baki so fattum,
og her møðranna vøgguljóð signa hvørt barn
mundu vónrík; men trøllmenn av Angrboðu ættum
fløktu stjórnarar vitrar í sjónvillugarn.
Og tey gandkelvi høgt yvir tívum og múgvu
hirdu trøllaljós Loka; av tingi burt vit
svann, og háborgir smullu, og barðlangt á grúgvu
fall mangt húski; um stund skiftu fæhirðar lit.
Mangan leik eigur tíðartalv; aftur skal rodna
moyarkinnin í skemmu, fyrr bleik eins og strá;
aftur fýsnið í unglingsins æðrum skal orna;
aftur run kyssa sjófar á fiskimiðs vág.
Eins og gler fyri nónsól skal gandurin bráðna
aftur grønka skal brekka og oyri og strond,
aftur svanur skal sveima um fjallkrúnu blána,
aftur vagga skal dreymoynni Alfaðirs hond.
Hanus Kamban
ÍSLAND
viðmerkingar
Leygarkvøldið 11. oktober fór skeiv
sending í luftina í útvarpinum. Talan var
um, at ein skeivur partur í røðini “Hitt
heilaga evangeliið skrivar", við Meinhardi
Bjartalíð sóknarpresti, av misgávum varð
sendur. Fleri lurtarar hava gjørt okkum
varug við hetta. Slík mistøk eiga ikki at
koma fyri, og vit hava tikið neyðug stig til
tess at forða fyri, at mistøk av hesum slagi
ikki endurtaka seg. Samstundis vilja vit
biða Meinhard Bjartalíð og allar lurtarar
um umbering fyri mistakið.
Umbering til Meinhard
Bjartalíð og lurtarar
vegna skeiva sending
í Kringvarpinum
Miðlaleiðari Kringvarp
Føroya
allan
dalsgarð