týsdagur 14. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Ella, hví ikki betra tað, Cristiano?
Hví ikki nerta við fruntin, falla til
kníggja og skýla okkara eygu fyri
tínum glampandi dugnaskapi?
Miskunn er ein frágera góð dygd,
men hon eigur aldri at koma í
vegin fyri grundliggjandi
rættlætisstandi
T
að er helst meiningsleyst at
messa fyri Cristiano Ronaldo
um hvat trældómur ella trúfesti í
grundini merkir; ella um grundirnar
til at vera takksamur fyri at vera ung
ur og lekkur, og fyri at vera løntur av
verðsins veldigasta fótbóltsfelag.
Ein ársløn frá einum felagi, sum
umframt at hava spanderað eina
asins rúgvu av peningi uppá henda
frágera evnaliga einstakling, hevur
lagt ógvusligt arbeiði í hann. Hav í
huga, tá ið Manchester United í
2003 rindaði hansara barndóms
felagi í Portugal góðar 120 milliónir
krónur fyri hansara spælirættindi,
var Cristiano framvegis bert ein
kvikur og lítil framsýningarpony.
Ein pirruttur tannáringur við
boyla, sum í sínari fyrstu viku sum
Unitedleikari varð fotograferaður
haldandi í hondina á mammuni,
Dolores. Óivað óvanliga gávður,
men framvegis ein steppdansandi
skálkur, ið nóg illa hevði uppiborið
at skola tómu vodkagløsini hjá
George Best.
Á
hasum regntunga kvøldinum í
Moskva fyri góðum trimum
mánaðum síðani, aftaná at hava
verið við til at vunnið Champions
League fyri Manchester United, var
Cristiano Ronaldo so fullur av sær
sjálvum, at tær lysti at vita, um
maðurin ikki hevði tørv á at fáa eitt
pístr ella tvey av súrevni.
Tá ið onkur var so forsin at
spyrja hetta Guds fremsta skapanar
verk um kiksaða brotssparkið, sum
kundi havt kostað Manchester
United evropeisku krúnuna, físti
hann: “Hví spyrt tú meg um hatta?
Hví tosa vit ikki heldur um hatta
fantastiska málið?” Ella, hví ikki
betra tað, Cristiano? Hví ikki nerta
við fruntin, falla til kníggja og
skýla okkara eygu fyri tínum
glampandi dugnaskapi?
Kundi hann geva nakað lyfti um
framtíðina? “Eg lovi ongum
nakað, sjálvt ikki mammu.” Tað
skuldi vísa seg at vera satt, og gav
hetta okkum eisini ábending um,
hvagar søgan um Real Madrid, og
opinberiliga eyðmýkingin av
United, var á veg.
Hon var á veg til ein stað, har sátt
málar onki hava at týða, heldur ikki
góður atburður, sjálvt ikki grund
liggjandi mannasómi. Ein staður á
tremur við leikarum, sum í tíð og
ótíð av hægsta myndugleika verða
eggjaðir til at halda, at tað er heilt
ókey at marsjera ígjøgnum verðina
við eittans umhugsni, hvussutú
hevurtaðumhvussutaðerídag
fyriteg.
Ein marsjur átøkur hvussu sektar
skúlin á Velbastað uppalir og skúlar.
Ein verð uttan atlit til fortíð ella fram
tíð, uttan so mikið sum eina káma fat
an av, at tað besta av tí, tú kanst gera,
øll betran, øll avrik, vil altíð vera eitt
úrslit av at arbeiða við og virða hasi,
ið higartil hava tænt tær so væl.
T
á ið Sepp Blatter, sjálvur odda
fiskurin í fótbólti og kendur fyri
at hava 50 hugskot um dagin, harav
51 vánalig, varð spurdur um Ronal
dosa ynski at bróta sáttmálan við
Manchester United fyri at kunna
fara til Madrid, svaraði hann: “Vit
eiga at verja leikaran. Um ein leik
ari hevur hug at fara, tá lat hann
fara. Eg haldi, at í fótbólti er ov
nógv nýmótans trælkan”.
So, har hevur tú tað, Blatter mein
ar, at Ronaldo—av tí at hann ikki
fær sín vilja—er ein trælur. Og Ron
aldo? Hann nikkaði so hjartaliga.
Onkur burdi teskað teimum í
oyrað, at í 18. øld vórðu trælir, ið
ikki høvdu nokk til dagin og vegin,
og tí nápaðu mat, tægaðir sundur
við hjólinum, ella bara hongdir.
Men latið okkum straks gloyma
hesa gamalsligu tulking av trældómi;
latið okkum ístaðin hyggja at allýs
ingini av nýmótans trældómi. Henda
er allýst sum tað, at geva seg undir
einum myndugleika fyri samsýning.
Uppaftur tað eru sáttmálatrælir
vanliga fataðir sum fátækir, oftani
ólisnir og fólk, ið eru vorðin lumpað
at skriva sáttmálar, tey ikki skilja.
C
ristiano Ronaldo, hinvegin,
eigur ein silvurblankan Bentley
javnverdur við eini hampa Norð
seturhús. Árla á vári ognaði trælurin
sær eisini ein svartan Porsche. Og
nú vit eru við bilunum, so keypti
hann systrini ein BMW... at brúka í
Manchester.
Afturat hesum eigur portugisiski
trælurin eini hús í Alderley Edge,
Cheshire. Tey kostaðu gott og væl
40 milliónir krónur. Nei, helst er
Steve Bruce, fyrrverandi United
leikari og nú høvuðsvenjari hjá
Wigan, ikki heilt av leið farin, tá ið
hann í summar so beinrakið segði:
“Um Ronaldo er trælur, hvat í
helviti sigur tað tá ikki um okkum
onnur?” Hann, Ronaldo, hevur
heimsins besta arbeiði”.
A
nnaðhvørt hevur Herr Blatter
eina másasliga søgufatan, ella
er hann óskilaliga viðtøkusørur, tá
ið hann dittar sær at brúka orðið
“trælkan” í samband við “órímiligu
viðferðina av Ronaldo”.
Ikki ein nútímans útgáva av trælk
an kann brúkast um ta støðu, Ron
aldo er í. Tessvegna dugi eg ikki at
siga, hvørt maðurin er søguligur
analfabet ella idiot, men hann hevur
fakfólk í arbeiði at geva honum ráð.
Og tá ið so eisini eitt umboð vegna
Fifa, stovnurin hjá Blatter, er til stað
ar, tá ið sáttmáli skal undirskrivast,
kanst tú ikki hevda, at branegjaði
portugisiski lortendin ikki hevur skilt
løgligu skyldurnar, hann átók sær, tá
ið hesir somu ráðgevar fingu ein frá
gera lønandi sáttmála í lag við hans
ara arbeiðsgeva, Manchester United.
U
ndanførslurnar fyri at vanvirða
sáttmálar eru nógvar og ymsar í
tali, og alraoftast ússaligar og svika
fullar. Eg havi tó samhuga, tá ið ein
flyting er av slíkum slag, at hon tryggj
ar leikarans framtíð—hansara einasti
møguleiki veruliga at royna seg. Og
tíbetur vísir tað seg eisini, at sjáldan
hindrar eitt felag einum leikara at
strevast fram ímóti hesum dreymi.
Superstjørnan Ronaldo hevdaði í
summar, at eisini hann jagstar sín
dreym, og var tað av hesum, at hann
royndi at sleppa sær undan sínum
langtíðarsáttmála við Manchester
United og sameina seg við Real
Madrid. Kortini, Ronaldosa frama
søkni, ella ”dreymur”, er heilt øðr
vísi. Egotripparin sleppur regluliga
at plága allar vitjandi verjur við
sínum ágangandi driblingum á Old
Trafford, heimstaður hjá heimsins
størsta felag. Eg meini, hann spælir
ikki við Hull.
Afturat hesum er hann framman
undan ómetaliga ríkur. Eg meini,
hvussu nógv smakkleys stórmans
hús við sjóvarstrondina í Dubai
hevur hasin ungin brúk fyri at
kunna keypa?
N
ei tú, hetta er sjálvsøkni, bert
og blaktað. Um hann veruliga
hevði hug at arbeiða í Madrid,
hví—bert eitt gott ár síðani—gav
hann sínum ráðgevum boð um at
plikta seg til Manchester United í
fimm ár? Hví vendi hann sær ikki
longu tá til Real Madrid?
Svarið, sjálvandi, er at eygvaldi
Ronaldo er vorðin forelskaður í síni
egnu spegilsmynd. Hetta er ikki at
siga, at einki gott býr í honum. Ron
aldo er í stórum broti hin fullførdi
ítróttarmaðurin, tá ið tað kemur til
at betra um seg sjálvan á vøllinum,
tað veri seg til venjing sum dyst.
Somuleiðis er tað ovurhonds hug
takandi soleiðis sum hann er komin
ígjøgnum sín náðiliga barndóm,
vaksin fram á Madeira í einum húsi
so fermetrafátækt, at vaskimaskinan
mátti vera á takinum, at verða
verðsins mest gjøgnumgatandi
áleypsleikari.
Men kortini skilji eg so væl hasi
viðhaldsfólkini hjá reyða partinum
av Manchester, ið halda, at tað
hevði verið betur fyri felagið, hevði
Ronaldo fingið fótin í reyvina. Fyri
tey ber hansara óbrigdiliga uttanum
tos, hansara slevjuta fríggjan við
sponsku fjølmiðlarnar og hansara
eyðsædda lítilsvirðing fyri Man
chester United dám av einum
manni, ið er farin at halda, at hann
er størri enn felagið.
Lukkutíð sýtti United fyri at lata
seg treingja upp í ein krók, men tá
ið ein av tínum leikarum soleiðis
fjasar við øðrum felagi, og ber seg
so skammiliga at, tá skilji eg væl
hasi, ið spyrja: “Hvat er endamálið
við at hava hann?”
Endamálið er at gera Ronaldo,
Blatter og, ikki minst, madridlenska
kongafelagnum ósvitaliga greitt, at
grundliggjandi dygdir sosum
trúfesti og sómi skal hava týdning.
Og, av hesum, at sáttmálar eiga at
koma framum hvussutúhevurtað
umhvussutaðerídagfyriteg.
Um United hevði givið eftir,
hevði tað signalerað fyri Real
Madrid, at handa lurvuta og tølandi
mannagongdin, har tú ikki so mikið
sum bjóðar uppá leikaran, ikki
einans er í lagi, men riggar. Har er
enn ein grund: saman við Ronaldo
er Real Madrid einsamalt um at
halda, at tað er heimsins størsta
felag. Við ikki at lata ovurgávaða
lortendan fara, og soleiðis vinna
bardagan um hann, hava evropeisku
meistararnir temprað hasa
forbronglaðu fatanina.
T
ó, vit mugu vera praktisk. Vit
kunnu ikki afturnýta virði frá
eini farnari tíð. Men tað er at vóna,
at trælaharrin Ferguson eisini kom
andi summar fer at halda sítt lyfti um
ikki at lúta fyri Ronaldosa háðandi
ynski um avhoppan til Real Madrid.
Eyðveri tað, tað eru tey, ið
halda—aftaná eitt so fepurkent
summar—at nú má tíðin vera komin
at lata farið vera farið. Tramans tíð!
Jú, miskunn er ein frágera góð
dygd, men hon eigur aldri at koma í
vegin fyri grundliggjandi rættlætis
standi. Miskunn eigur á ongan hátt
burturtaka virðið á tí, at bera seg
sømiliga at, ella tíggja seg við
einum sindri av fakligari dissiplin
og ábyrgdarkenslu.
P
rinsippleysir minnisskítar sum
Ronaldo látast at gloyma, at
grundin til at United mestsum hevur
verið einaráðandi seinastu tvey tíggju
áraskeiðini, er av tí at spælarir sum
Roy Keane, í somu løtu sum teir hava
fingið vinnaramedaljuna um hálsin,
ripa hana av aftur og upp á eitt dust
mikið ovastaloft fyri síðani, saman
við hinum, at seta sær nýggj mál.
Alex Ferguson letur bert leikarar
fara, um hetta, eftir hansara tykki,
er best fyri felagið. Og, Cristiano,
trælaharrin hevur varðveitt teg av tí
einføldu grund, at tað er best fyri
felagið. Ikki fyri hann, ikki fyri teg,
men felagið!
Okkara millum, so vil hann, eins
og eg, heldur planta teg millum van
liga áskoðaran á Old Trafford og lata
teg rotna á eykaaliðnum. Tú mjarrar:
“Áh, pressan skrivar ræðuligt um
meg, tað er so særandi”. Ja, so sær
andi, at tú í summar hevur kent teg
tvingaðan at lesa hvønn bókstav
samtíðis sum títt ego fór uppfrá.
Eins og fjepparin er pressan, hvørs
arbeiði er at geva frásøgn um fótbólt,
von við at fylgja við legendum. Og,
Ronaldo, tú hevur júst avskrivað
møguleikan at vera ein teirra.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Hví tað var rætt at tvinga
henda forkelaða lortenda
at verða verandi
Tíðargreinin
tíðargreinin
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Cristiano Ronaldo