týsdagur 14. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 14. oktober 2008
15
Bergur
Johannesen
ummælir
Filmsvika
Tá »Sommerhuset« kemuer at
enda situr tú við tí somu
kensluni, ið høvuðspersónurin
stríðist við. Øvund, sorg,
lívsbroytingar eru evnini, sum
vera nomin við.
Høvuðspersónurin verður flott
settur yvirav sínum mótsetningi
og síni burturmistu persónligheit
»sommerhuset«
★★★★✩✩
Renate er tann mordernaða
kvinnan úr stórbýnum. Hon
hevur vinkonur og býr saman við
systrini. Men tá systurin finnur
sær ein drong, byrjar hon at
kenna seg einsamalla og roynir at
fáa samband við systrina, við at
fara ein túr til summarhúsið har
tær vóru sum lítlar. Ikki eydnast
tað henni at fáa hana við, men
fer kortini, við nýggju gentuni, ið
hon illa nokk kennir.
Túrurin gerst drúgvur og
ymiskleikin millum tær báðar
skilir tær sundur. Men við eitt
byrjar Renate at síggja lívsgleð
ina í hesi nýggju vinkonuni, ið
ikki er merkt av stórbýarrákinum,
eins og hon sjálv er. Øvund og
sorg broyta hana og lívið verður
sett í perspektiv.
Málið er norskt, og filmurin er
ikki tekstaður. Lætt er ikki at
skilja alt til tíðir. Kenslurnar hjá
høvuðspersóninum eru greitt
lýstar gjøgnum atburð og huglag.
Men hóast boðskapurin er
greiður og persónarnir klárir,
tyktist okkurt at vanta. Nógvir
leysir endar vóru, ikki einans
endin, men ymsar frágreiðingar
kundu fylt á leiðini.
Skapti hvørki áhuga
ella spenning
Hóast »Reprise« er væl umtóktur av nógvum, dámdi
mær einki. Skjótu klippingarnar, skiftini millum
dreym og veruleika lótu hyggjaran sita við eini kenslu
av at mist okkurt týdningarmikið
»reprise«
★✩✩✩✩✩
Tað skuldi eitast at ganga við rúkandi ferð, tá ungu vinmennirnir
skuldu royna seg um rithøvdunar fyri fyrstu ferð. Annar verður
raktur av sálarligari sjúku og hin heldur áfram. Vit flygja lívsleið
teirra og teimum avbjóðinum og forðinum, ið yvirgangurin frá at
vera barn til at gerast vaksin hevur við sær.
Filmurin var sera sera tungur. Nógvu klippini og manglandi
teksturin afturvið Oslomálinum gjørdu hann torføran at flygja við
í. Hóast tað var tað sum hann ongan veruligan rætning hevði.
Lívini vóru flygd, men tó so at persónarnir ongantíð komu tær inn
at kroppi. Ongantíð kendist tað sum tú var rivin við og
spenningurin kring næstu senu reisti seg.
Nógvar vakrar myndir vóru og filmingin var áhugaverd og
nærløgd. Til tíðir vóru sjónleikararnir so veruleikakendir, sum um
hetta var ein dokumentar.
Ein øðrvísi uppliving.
Dramatiskur tónleikur,
stívar rørslur og ein rúgva
av spenningi. »Peter
og ulven« er norskur,
men søgan er skrivað av
russiska tónaskaldinum
Sergei Prokofiev.
»peter og u lven«
★★★★★✩
Vit fylgja Peter, hann er ein lítil
forvitin drongur í eini lítlari
bygd. Vit koma t kenna tilveru
hansara og vinir hansara, ein
dunna og ein kráka.
Gjøgnum filmin gongur søgan
gjøgnum klassiska heimaúti
heima mynstrið, har Peter fer frá
tryggleika, út í eina ókenda
ræðandi verð, fyri síðan at venda
aftur meira búgvin. Í filminum
megnar hann at vinna á tí, ið øll
bygdin ræðist, og harvið gerast
ein rættur maður.
Hóast einki tos var í filminum,
segði tónleikurin alt. Klassisk
ljóðføri lyftu dramatikkin og tá á
stóð var hjartað í hálsinum. Stívu
rørslurnar vóru sum í einum
dukkufilmi, als ikki tað, ið Pixar
vanliga bjóðar. At byrja við var
hetta torført at venja seg við,
men sum frá leið økti tað um
sjarmuna og bygdi undir
persónligheitirnar.
Børnini, ið vóru til hesa
sýning, flentu óført at stuttligu
hendingunum á ísinum, ið mintu
um tær úr Bambi. Samanumtikið
tyktist filmurin at vera nógv
longri enn einans ein hálvan
tíma, als ikki tí ein keddi seg,
men tí so nógv passaði inn í
hendan film.
Munirnir
lýsa lívið
Petur gjørdist ein maður upp á ein hálvan tíma