týsdagur 14. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 197 - 14. oktober 2008
tíðindi
Stutt Sagt
Høvundur
var kanska
svíkjari
Ein søgustovnur í Kekkia
vil vera við, at tann kendi,
kekkiski
rithøvundurin
Milan Kundera var kanska
orsøkin til, at ein vestur
lendskur njósnari bleiv
tikin í Kekkoslovakia í
1950. Kundera avsannar
alt.
Søgustovnurin er komin
fram á eitt skjal, sum løg
reglan í tí kommunistiska
Kekkoslovakia skrivaði.
Har stendur, at í 1950
fekk løgreglan upplýsingar
frá Milan Kundera, og at
hesar upplýsingar hjálptu
løgregluni at handtaka ein
vesturlendskan njósnara.
Sambært skjalinum æt
njósnarin Miroslav Dvora
cek, sum njósnaðist ímóti
tí kommunistiska stýrin
um í táverandi Kekkoslo
vakia. Stutt eftir hand
tøkuna bleiv hann dømdur
22 ára fongsul.
Milan Kundera sigur
seg vera skelkaðan av
tíðindunum um, at hann
skal hava arbeitt fyri tað
gamla kommunistastýrið.
Hann vísir øllum aftur og
sigur, at hann visti einki
um hetta málið fyrr enn
nú, og at hann hevur
ongantíð hoyrt um tann
vesturlendska njósnaran
fyrr enn nú. Kundera
leggur søgustovnin undir
»eina drápshóttan ímóti
einum rithøvundi«.
Rætiliga nógvir kekkar
arbeiddu fyri tað gamla
kommunistastýrið,
og
Kekkia var eisini tað
fyrsta av teimum fyrrver
andi kommunistisku lond
unum, sum almannakunn
gjørdi nøvnini á hesum
samstarvsmonnunum,
eftir at Múrurin var fallin
í 1991, skrivar AP.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- So leingi USA hevur hermenn í grannalagi
okkara og styðjar Ísrael, hava vit einki at tosa
við USA um
(iranski forsetin)
útlond
Tann heimsumfatandi
fíggjarkreppan kann
steðga nógvum
verkætlanum í
menningarlondunum
Í fleiri menningarlondum
sita teir politisku leiðararnir
og eygleiða fíggjarkreppuna
í tí ríka partinum av heim
inum. Teir bera ótta fyri, at
leiðararnir í ídnaðarlondun
um hugsa einans um síni
heimligu viðurskifti, og at
tann fátæki parturin av
heiminum verður gloymd
ur.
– Tað er væl hugsandi, at
tað verður truplari at fáa
fígging til menningarverk
ætlanir, samstundis sum
fleiri fátæk lond longu hava
boðað frá, at teirra útflutn
ingur minkar, sigur indiski
fíggjarmálaráðharrin,
P.
Chidambaram.
Chidambaram, sum tók
lut í einari hoyring hjá
Heimsbankanum og Altjóða
Gjaldoyragrunninum, IMF,
í gjár, segði í hoyringini, at
fleiri av teimum fátæku
londunum eru ikki fyrireik
að til at taka avleiðingarnar
av kreppuni.
– Menningarlondini fara
at líða av nøkrum, sum tey
ikki hava skyldina av, segði
indiski fíggjarmálaráðharr
in.
Undir hoyringini kom
fram, at fleiri av menning
arlondunum kenna seg sett
uttanfyri ella gloymd í
altjóða fíggjarkreppuni.
Eysturríkskir
sálarfrøðingar siga,
at Josef Fritzl er ikki
sálarsjúkur. Hann
visti, hvat hann
gjørdi, og hann er
egnaður at sita í
einum vanligum
fongsli
Josef Fritzl gjørdi tað, sum
fáur dugir at ímynda sær:
Hann burturflutti sína egnu
dóttir, hevði hana sum
fanga í kjallaranum í áravís,
misbrúkti hana og fekk
fleiri børn við henni. Men
hóast fáur dugir at ímynda
sær nakað slíkt, eru eystu
rríksku
sálarfrøðingarnir,
sum hava kannað hann, á
einum máli um, at Josef
Fritzl
visti,
hvat
hann
gjørdi, og at hann er egnað
ur til at taka sína revsing.
Sambært blaðnum Der
Standard fer rætturin undir
at viðgera sjálvt sakarmálið
ímóti Josef Fritzl tíðliga
næsta ár. Teir seinastu mán
aðirnar hava nakrir av teim
um fremstu sálarfrøðingun
um í Eysturríki kannað
Fritzl.
Sálarfrøðingurin
Adelheid Kastner, sum hev
ur staðið á odda fyri kann
ingunum, vil einki siga um
úrslitið, men keldur í løg
regluni siga fyri Der Stan
dard, at Josef Fritzl er ikki
sálarliga sjúkur.
Eysturríkska ákæruvaldið
hevur bíðað eftir frágreið
ingini hjá sálarfrøðingun
um, og talsmaðurin hjá
ákæruvaldinum,
Gerhard
Sedlacek, sigur við Der
Standard, at sjálvt ákæru
ritið verður liðugt um einar
tríggjar vikur. Tá verður
væntandi eisini avgjørt, nær
málið byrjar í rættinum.
Josef Fritzl fekk seks
børn við dóttir síni. Eitt av
børnunum doyði stutt eftir
føðingina. Fritzl sendi ikki
boð eftir lækna fyri at
hjálpa barninum, og tí er
tað ikki óhugsandi, at hann
verður skuldsettur fyri at
hava beint fyri nýføðingin
um og verður skuldsettur
fyri
dráp,
skrivar
Der
Standard.
Tann søguliga semjan
um valdsbýtið í
Zimbabwe hevur
ikki ruddað landsins
ovurhonds stóru
trupulleikar av
vegnum
Herfyri samdust stjórnin og
andstøðan í Zimbabwe um
at býta valdið sínamillum,
men síðani hava trupulleikar
tikið seg upp. Sambært
andstøðuni
vil
Robert
Mugabe, forseti, ikki halda
avtaluna. Millum annað
krevur hann at fáa teir ráð
harrarnar, sum hava ræðið á
herinum og løgregluni.
ES hevur somu uppfatan
av støðuni, og franski uttan
ríkisráðharrin,
Bernard
Kouchner, segði í gjár, at
ES hevur mist tolið við
zimbabwiska forsetanum.
– Verður avtalan ikki
fylgd, fara vit at seta okkara
tiltøk aftur í verk, sam
stundis sum vit fara at herða
tey, segði Kouchner sam
bært APtíðindastovuni.
Bretski uttanríkisráðharr
in, David Miliband, for
dømdi royndirnar hjá Muga
be at tvíhalda um valdið.
– Tað er umráðandi, at
Evropa sendir tey greiðu
boð, at vit vilja ikki góðtaka,
at stýrið hjá Mugabe roynir
at tiltuska sær alt valdið,
segði David Miliband.
Ein danskur tíðindamað
ur, sum er í Zimbabwe,
sigur, at støðan er syndarlig.
Inflasjónin er 231 milliónir
prosent, og ein vanlig
máltíð kostar fleiri milliónir
zimbabwiskar dollarar. Tað
hevur havt við sær, at nógv
fólk í Zimbabwe eru farin
at eta rottur og eitrandi
nøtir, sigur tíðindamaðurin
við danska kringvarpið.
Milan Kundera vísir øllum
skuldsetingum aftur
(Mynd: DR)
Fritzl visti hvat hann gjørdi
Josef Fritzl verður kanska skuldsettur fyri dráp
(Mynd: Polfoto)
Nú eta tey
rottur
í Zimbabwe
Robert Mugabe og Morgan Tsvangirai samdust um at býta valdið, men sambært andstøðuni og
ES vil forsetin ikki býta kortini
(Mynd: AP)
Fíggjarkreppan kann raka
menningarlondini meinast