týsdagur 14. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Demich P/F Tórshavn
Postboks 378 - Stiðjagøta 2
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 309 310
demich@demich.fo
Demich P/F Vágur
Á Marknoyri
FO-900 Vágur
Telefon +298 37 35 35
demich@demich.fo
Demich P/F Runavík
Heiðavegur 80
FO-610 Saltangará
Telefon +298 445500
demich@demich.fo
Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv.
Umhvørvisvinarlig orka við
hitapumpu frá Demich
Vinnan
Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum
...títt vinnublað
Fíggjarkreppa
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Eitt fall í partabrævkursinum
á 62 prosent eftir bara ein
um degi var tað, sum
íslendski
shipping
risin
Eimskip upplivdi mikudagin
í farnu viku. Eimskip er
móðurfelagið hjá føroyska
Faroe Ship, sum er gamla
Skipafelagið.
Og
at
síggja til sær ikki lovandi út
við gjaldførinum hjá móður
felagnum.
Fríggjadagin í farnu viku
kunngjørdi Eimskip, at tað
hevur sloppið sær av við
sín part í norska shipping
felagnum Euro Container
Line til Wilson ASA, og
svaraði hetta til 50 prosent
av felagnum. Søluprísurin
er sambært fráboðanini 18
mió. danskar krónur í dag
sins kursi, og vinningurin
av søluni er 12,3 mió.
danskar krónur. Tað skilst,
at Eimskip eisini roynir at
sleppa sær av við eitt annað
felag í útlandinum, Versa
Cold Altas, sum Eimskip
eigur 40 prosent í. Og her
er talan um eina munandi
størri upphædd enn við
Euro Container Line.
Keldur vilja vera við, at
felagið hevur lænt nógvan
pening at víðka um virk
semið í útlandinum fyri, og
nú felagið selir burturav, er
tað millum annað tí at
tørvur er á reiðum peningi
at gjalda skuld fyri.
Vaksið ómetaliga
skjótt
Jóhanna á Bergi, stjóri í
Faroe Ship, sum er dóttir
felag hjá Eimskip, sigur seg
ikki kunna gera stórvegis
viðmerkingar um móðir
felagið, men ásannar tó, at
tað at selt verður burturav
nokk er ein staðfesting av,
at felagið roynir at minka
um sínar ognir í útlandin
um.
Eimskip er vaksið
ómetaliga nógv seinastu 4
5 árini. Har upprunaliga
eini 80 prosent av virk
seminum var innanlands og
restin uttanlands, er hetta
vent á høvdið í dag, so at
tað nú hevur eini 80 prosent
av virkseminum uttanlands.
Felagið hevur ekspanderað
nógv, eisini uttanfyri shipp
ingøkið, men roynir nú
eftir øllum at døma at selja
burtur av aftur fyri at minka
um virksemið uttanfyri og
halda fast um síni kjarnu
økir,
sigur
Jóhanna
á
Bergi.
Hon vissar um, at virk
semið hjá Faroe Ship gong
ur sína heilt vanligu gongd,
og hon væntar ikki nakrar
broytingar yvirhøvur, sum
støðan er.
Eimskip sigur heilt
greitt, at tað heldur fast um
síni kjarnuøkir, sum millum
annað umfatar virksmið hjá
okkum, staðfestir hon.
Kursurin á partabrøvunum
hjá Eimskip á keypskálanum
í Reykjavík er annars fallin
heili 96,5 prosent seinasta
árið – úr kurs 42,8, sum var
tann 22. oktober í fjør, til
kurs 1,5 mikudagin í farnu
viku. Mikudagin í farnu
viku var dagurin, tá ís
lendski keypskálin fyribils
varð latin aftur orsakað av
óvanligum
umstøðum
í
Íslandi. Keypskálin letur
annars upp aftur í dag.
Eimskip
fallið 96
prosent
í virði
Kursurin á Eimskip partabrævinum
er lækkaður heili 96,5 prosent seinasta
ári, og okkurt bendir á, at felagið hevur
stóran tørv á reiðum peningi. Felagið
hevur júst selt sín ognarlut av einum
norskum reiðaríi og arbeiðir við at selja
sín part av einum øðrum felagi eisini.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship,
sum er dóttirfelag hjá Eimskip, sigur, at
ongar broytingar eru í virkseminum hjá
Faroe Ship.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, er
sannførd um, at móðirfelagið Eimskip
ætlar at halda fast um síni kjarnuøkir, sum
millum annað er virksemið í Føroyum
hjá Faroe Ship. Eimskip selir annars í
hesum døgum burtur av sínum ognum í
útlandinum