Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 197 - 14. oktober 2008 Eimskip selir burturav Íslendska flutningsfelagið Eimskip hevur selt einum norskum felagi helvtina av partabrævunum í bingjuflutningsfyritøkuni Euro Container Line. Partarnir kunngjørdu fríggjadagin, at søluprísurin var 712 milliónir íslendskar krónur. Gylfi Sigfússon, forstjóri í Eimskip, segði í tíðindaskrivi í sambandi við handilin, at sølan hevur einki við fíggjarkreppuna í Íslandi at gera, tí hon var avtalað frammanundan. Forstjórin segði, at Eimskip leggur seg framvegis eftir at hava eina sterka støðu í Norðiuratlantshavinum við virkseminum hjá millum annað Faroe Ship. Seinasta fríggjadag læt Kemilux Industri nýggjan handil upp í hølunum hjá fyritøkuni á Sandvíkahjalla. Hendan seinnapartin varð eisini skipað fyri móttøku, har viðskiftafólk og fólk annars høvdua høvi at síggja handil og útboð Handil Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta fríggjadag læt Kemilux upp nýggjan hand­ il. Veitarin, sum er navnið á handlinum, er tað fyrsta, tú kemur inn í, tá tú vitjar Kemilux og gólvvíddin, har fyritøkan nú sýnir fram sítt fjølbroytta og stóra útboð, liggur um slakar 200 fer­ metrar. Frammanundan hevur Kemilux ikki havt nakra skipaða smásølu, men sum tey sjálvi siga, so hava tey ongan koyrt útaftur, sum komin er inn á gólvið. Vøran hevur ikki verið so sjónlig, og viðhvørt hevur tað verið eitt baks at funnið vøruna fram, tí hon í stóran mun hevur ligið á vøru­ goymsluni. Nú hevur Kemilux keypt sær snotuliga hyllaskipan, sum er sett upp framvið vegginum, har tú kemur inn, og nú sæst samlaða vøruútboðið nógv betur. Stjórin í Kemilux Indu­ stri, Debes Petersen, sigur, at íløgan í nýggja handilin er upp á einar 400.000­ 500.000 krónur, men hann væntar samstundis, at fe­ lagið við nýggja tilboðnum fer at økja um árliga um­ setningin við umleið 2 miljónum krónum. Á Kemilux Industri ar­ beiða tilsamans 17 fólk, og at taka sær av sjálvum handlinum hevur felagið sett Gudny Hansen úr Havn. Kemilux Sirius Veitarin hevur fingið undir­ heitið Kemilux Sirius, og hetta kemst av, at fyritøkan á heysti í 2007 keypti allan partapeningin í smáparta­ Veitarin – nýggjur útbjóðari á San Seinnapartin fríggjadagin skipaði Kemilux Industri fyri móttøku í sambandi við, at fyritøkan hevur latið upp handilin Veitaran Mynd: Jens Kr. Vang vinnan