týsdagur 14. oktober 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Veksandi hall á handilsjavnanum
Grønlendingar hava stórar trupulleikar við at halda javnvág á handilsjavnanum. Tey
seinastu tølini frá hagstovuni í Nuuk vísa, at hallið fyrra hálvár í var var næstan tvær
ferðir so stórt sum fyrra hálvár í fjør. Seks teir fyrstu mánaðirnar í fjør var hallið á
handilsjavnanum 435 milliónir krónur, men somu mánaðir í ár var tað heilar 833
milliónir krónur, sigur grønlendska kringvarpið. Hagstovan í Nuuk sigur, at tann
óhepna gongdin kemst av, at innflutningurin veksur, samstundis sum útflutningurin
minkar.
- Ein av okkara fyrstu
vørum, sum stavar
heilt aftur til 1968,
var rustloysarin
til viðlíkahald
uttandura. Rustblettir
og málaðar flatur
kundu viðgerast
við hesum evni og
síðan spulast við
vatni. Úrslitini
hava víst seg at vera
sera munadygg,
og rustloysarin er
framvegis ein av best
umtóktu vørunum
í okkara fjølbroyttu
vøruskrá, sigur
stjórin á Kemilux,
Debes Petersen
ReingeRð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Høvuðsendamálið hjá Kemi
lux Industri er at nøkta allan
reingerðartørv – heilt frá
grovreingerð á skipsdekki
og í maskinrúmum til ser
liga tørvin innan reingerð,
sum matvøruídnaðurin krev
ur. Privatu húsarhaldini eru
eisini partur av málbólkinum
hjá fyritøkuni við vørum
sum eitt nú grønsápu, upp
vaski, glaspussi og toy
skoli.
Á Kemilux býta tey virkis
økini upp í tríggjar bólkar
1) Food Industry, sum eru
fiskavirki,
stórkøkar
og
annað, 2) Dirty Business,
sum er skip, skipasmiðjur,
oljuvinna og annað og 3)
Soft Business, sum eru hús
arhald, stovnar og annað.
Umleið ein triðingur av
framleiðsluni hjá Kemilux
verður seldur av landinum,
og nú fiskivinnan í eitt nú
Danmark
hevur
verið
minkandi seinnu árini, fara
fleiri og fleiri vørur umborð
á farmaskip.
Millum
keyparar
av
vørum hjá Kemilux, eru eitt
nú skip hjá stórrreiðarínum,
Mæersk.
Vit hava altíð sýnt sjó
vinnuni serligan ans, og í
dag kunnu vit staðfesta, at
okkara framleiðsla finst
umborð á fleiri skipum
kring um á heimshøvunum.
Stjórin í Kemilux, Debes
Petersen, sigur, at afturmeld
ingarnar um dygdirnar hjá
vaskievnunum, sum fyri
tøkan framleiðir, sum heild
hava verið sera positivar.
Góð vørumerki
Kemilux
Industri
kann
eisini fegnast um, at olju
vinnan í størri og størri
mun vísir vørunum ans og
er vorðin ein partur av
marknaðinum.
Ein av okkara fyrstu vør
um, sum stavar heilt aftur
til 1968, var rustloysarin til
viðlíkahald uttandura. Rust
blettir og málaðar flatur
kundu viðgerast við hesum
evni og síðan spulast við
vatni. Úrslitini hava víst seg
at vera sera munadygg, og
er rustloysarin framvegis
ein av best umtóktu vøru
num í okkara fjølbroyttu
vøruskrá, sigur stjórin.
Hann vísir á, at ein onnur
vøra, sum Kemilux Industri
er kent fyri, er S2Extra,
sum er óføra góð til alt,
sum er gravskitið.
Henda vøra er sera
munadygg til vasking um
borð á skipum, oljuboripall
um og líknandi. S1Extra
kann brúkast til reingerð
heilt úr maskinrúmi og upp
á brúnna.
Kemilux
hevur
eisini
ment hesa vøru, soleiðis at
hon eisini er sera væl egnað
til vasking innan matvøru
ídnaðin.
Vit hava gjørt eina eins
góða sápu, sum livir upp til
øll tey strongu krøv, ið eru
til reingerð innan hetta øki.
Stjórin, Debes Petersen,
vísir á, at úrslitið av hesi
menning er S2Extra, sum
er góðkend sápa til allar
framleiðslumaskinur,
ið
nýttar verða í matvørufram
leiðslu.
Vit framleiða eini 10
tons av S1Extra um vikuna
til sølu bæði í Føroyum og
uttanlands. Hetta vaskievnið
verður eisini nógv nýtt til
eitt nú reingerð eftir eld
skaðar, har S1Extra at
kalla er einasta vaskievni,
ið nyttar nakað, leggur hann
aftrat.
Avfeittari
Tvey onnur kend vørusløg í
útboðunum hjá Kemilux
eru H79 og H80, sum er ein
“grønari” vøruframleiðsla.
Øll maskinverkstøð av
feitta dagliga maskinlutir
fyri olju og viðheftan skitt,
og í húsarhaldum er javnan
neyðugt at taka burtur eitt
nú feitt ella tjøru av klæðum
og øðrum.
Debes Petersen vísir á, at
H79 avfeittarin hjá Kemilux
verður nógv nýttur innan
reingerð, tí hann upploysir
olju, tjøru, asfalt og feitt.
H80 er grøna alternativið
til vælroynda avfeittaran,
H79. Grøna alternativið er
ein vatngrundaður avfeitt
ari, sum bæði kann nýtast í
ídnaðinum og í vanligum
húsarhaldi.
Stjórin sigur, at H80 ikki
minst er vælumtóktur til
bilvask.
Grøn vørumerking
At vøran er merkt við
“grønum”, merkir, at hon er
umhvørvisvinarlig.
Grøn
vørumerking er tó ikki –
sum mong kanska halda –
eitt krav frá ávísum myndug
leikum ella instansum, men
meira at rokna sum partur
av marknaðarføring.
Debes Petersen sigur, at
vørur, sum Kemilux fram
leiðir, lúka somu krøv sum
vørur við grønum merki.
Hetta gera tær, hóast
tær ikki eru “grøn” merktar,
sum hann tekur til.
ndvíkahjalla
Kemilux nøktar allan
reingerðartørv yvirhøvur
Kemilux hevur eitt stórt úrval av vaskievnum, bæði til ídnað, stovnar og vanlig húsarhald
felagnum Siriusi, sum var
og nú undir nýggjum hatti
framvegis er heildarveitari
av pakkitilfari, útgerð og út
búnaði til vinnu og ídnað.
Debes Petersen ásannar,
at tað ikki minst er keypið
av Siriusi, sum setti ferð á
ætlaninar at skipa eina
veruliga sølubúð í hølunum
á Sandvíkahjalla.
Við keypinum av Siriusi
kunnu vit nú í enn størri
mun rópa okkum heildar
veitara av reingerðarevnum
til fiskiog matvøruídnaðin,
stovnar og vanlig húsarhald.
Haraftrat eru vit nú eisini
veitari av pakkitilfari, pakki
amboðum, maskinum og
arbeiðsklæðum til eitt nú
vinnu og ídnað, leggur hann
aftrat.
Tað var Páll Kjærbo, sum
átti fyritøkuna Sirius, og tá
Kemilux keypti partapen
ingin í felagnum, varð fyrr
verandi eigarin samstundis
settur í starv hjá P/F Kemi
lux Industri.
Góður veitari
Debes Petersen sigur, at
fyritøkan við nýggju sølu
búðini hevur sett sær fyri at
økja um tænastuna til ver
andi og komandi viðskifta
fólk.
Vit vilja verða besti og
tryggasti
veitarin
innan
okkara øki við heildarloys
num. Vit hava dygdina á
vørunum, bæði innan rein
gerð, pakkitilfar, arbeiðs
klæði og annan útbúnað til
vinnu og ídnað.
Stjórin leggur stóran dent
á, at uppgávan hjá fyritøkuni
er at veita bestu vøruna,
ráðgevingina og tænastuna.
Seinnapartin
seinasta
fríggjadag, sum nýggi hand
ilin læt upp um morgunin,
hevði Veitarin – Kemilux
Sirius móttøku í sambandi
við upplatingina. Viðskifta
fólk og fólk annars høvdu
høvi at síggja hølir og út
boð, og tey høvdu eisini
høvi at práta við sølufólk
og onnur starvsfólk hjá
Kemilux Industri.
Veitarin hevur opið van
ligar yrkadagar frá klokkan
816. Leygardag er stongt.
Veitarin, sum hevur eitt stórt vøruútboð, hevur
opið vanligar yrkadagar. Leygardag er stongt
25
vinnan