týsdagur 14. oktober 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Vinnu
kronikk
Magni Laksáfoss
búskaparfrøðingur
K
ronikkin greiðir frá
árinunum av fíggjarkreppuni
á føroyska búskapin og á
heimssamfelagið. Føroyar eru
rættiliga væl fyri at taka móti
kreppuni og fara væntandi at
sleppa rættiliga snikkaleyst
gjøgnum kreppuna. Haraftur
ímóti fer heimssamfelagið at
broytast munandi. Hugleitt
verður um hetta er endin av
kapitalismuni og av tíðini hjá
Ameriku sum lokomotiv fyri
heimsbúskapin.
Minni árin enn í
øðrum londum
Avleiðingarnar av fíggjarkrepp
uni verða væntandi minni her
heima í Føroyum í mun til í
øðrum londum, tí føroyski
búskapurin í nógvar mátar er væl
fyri.
Fíggjarkreppan er fyrst og
fremst ein skuldarkreppa, tvs. ein
kreppa fyri tey, sum hava átikið
sær stóra skuld. Skuldarbindingin
í føroyska samfelagnum er væl
minni enn í øðrum londum.
Hóast einstakar familjur,
kommunur og fyritøkur hava
rættiliga stóra skuld, er vanliga
mynstrið, at bæði húsarhaldini,
vinnulívið, bankarnir og tað
almenna hava rættiliga
avmarkaða skuld. Tí ger ein
kreppa á fíggjarmarknaðinum
avmarkaðan skaða í Føroyum,
sum støðan er í løtuni.
Hetta merkir ikki at eingin
avleiðing verður. Mest sannlíkt
er, at avleiðingarnar verða nakað
tær somu sum í øðrum londum –
bara minni. Har verður roknað
við minkandi keypiorku,
minkandi byggivirksemi, færri
íløgum og øktum arbeiðsloysi.
Tað er ilt at siga hvussu ógvuslig
og long niðurgongdin verður –
spádómarnir eru nógvir – higartil
hava flestu rakt illa – flestu hava
undirmett avleiðingarnar.
Ikki orsakað av skilagóðari
búskaparstýring
Tað er nærliggjandi at koma til
eina niðurstøðu um, at tað er
orsakað av skilagóðari búskapar
stýring seinastu árini, at vit
sleppa so væl gjøgnum fíggjar
kreppuna. Hetta er tíverri ikki
rætt. Veruliga orsøkin er, at
skuldin í Føroyum bleiv sanerað í
90’unum og at vit vóru so sein í
gongd við øktu lántøkuna, at vit
ikki náddu at koma longur í
skuldarbindingini. Eingin ivi er
um at skeiv kós var sett og høvdu
vit sloppið at hildi áfram í nøkur
ár afturat høvdu trupuleikarnir
verið nógv størri.
Vit hava ikki dugað at lagt til
síðis í góðum tíðum. Politiska
skipanin er ikki búgvin til at
síggja avlop á fíggjarlógini – alt
skal brúkast beinanvegin. Tað
skal vera mín vón, at vit einaferð
læra at reka ein skilagóðan
búskaparpolitikk!
Javnan hoyra vit at tað er
veiðumentanin í føroyingunum
sum ger at “vit fiska tá nakað er
at fiska”. Møguliga er tað so. Eg
skal ikki kunna siga tað. Men vit
mugu læra at leggja á annan
bógv, tí hetta skilið kann ikki
halda fram.
Politisku tiltøkini
Higartil hava flestu politisku
tiltøkini yvirfyri fíggjarkreppuni
verið merkt av panikkloysnum.
Vit hava vaknað upp onkran
morgunin til at um náttina varð
enn ein banki bjargaður av
onkrari stjórn, ella at í
vikuskiftinum – meðan børsurin
var stongdur – hittust
stjórnarleiðarar fyri at snikka
saman onkra ætlan. Mest
struktureraða og
gjøgnumhugsaða tiltakið er nokk
danska bankaloysnin. Sjálvt hon
sá dagsins ljós eftir bert einum
vikuskifti møguliga hava
embætismenn í
Nationalbankanum tó arbeitt
longur við uppskotinum.
Eftir míni meting hevur tað
alstóran týdning at fara burtur frá
“eldsløkking” og yvir til
“tilbúgving”. Eg haldi at orðini
hjá A. P. Møller um at “intet tab
bør ramme os som kunne være
undgået med rettidigt omhu”
hóska væl til støðuna. Vit eiga at
skapa okkum eina tilbúgving –
vit eiga at vera til reiðar!
Skapa eina tilbúgving
Tí eiga vit at seta fimm
arbeiðsbólkar niður fyri at
viðgera støðuna. Teir skulu skapa
eina tilbúgving á ymisku
økjunum.
Fyrsti bólkurin eigur at hyggja
eftir møguligum trupuleikum av
fíggjarkreppuni innan fíggjar
geiran. Sjálvt um vit hava
lóggivið ein “bankapakka”
kunnu onkrir trupuleikar
framvegis vera. Bólkurin skal tí
kanna trupuleikar og finna
møguligar loysnir til politiska
mynduleikan, soleiðis at politiski
mynduleikin er greiður yvir
støðuna og hvat kann gerast.
Hetta er
seinna
greinin av
tveimum,
har Magni
Laksáfoss
viðger fíggjar
kreppuna,
sum herjar í
heiminum
Læran av altjóða
vinnan