Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 197 - 14. oktober 2008 Líknandi arbeiðsbólkar eiga at verða settir fyri vinnuna á sjónum, vinnuna á landi, húsarhaldini og almenna geiran. Á henda hátt fáa vit skapt eitt samlað yvirlit yvir ymsu partarnar av búskapinum og eina heildarmynd. Hetta er besta tilbúgvingin vit kunnu hava í núverandi støðu. Vónandi verður ikki neyðugt at gera nakað politiskt tiltak, men um tað skuldi gjørst neyðugt, eigur politiski mynduleikin at vera til reiðar! Eingin javnvág er! Eitt annað sum hevur stóran týdning er, at vit læra av tí sum hendir í løtuni. Lærdómurin í hesum døgum kann koma væl við í komandi árum. T.d. hoyra vit javnan, at politikarnir skulu lata búskapin og marknaðin klára seg sjálvan, tí búskapurin kemur aftur í javnvág av sær sjálvum. Hetta er ein afturvendandi grundgeving frá serfrøðingum og politikkarum fyri einki at gera – fyri at lata standa til. Fíggjarkreppan er eitt talandi dømi um, at eingin javnvág er til. Einasta javnvágin er, at tá toppurin er náddur so er hann náddur, og tá botnurin er náddur so er hann náddur. Eg veit ikki um ein kann siga at ein javnvág er nádd tá marknaðurin sigur stopp fyri okkum tí vit ikki duga at siga stopp sjálvi!? Mín meting er, at lærdómurin eigur at vera, at tað einasta sum kann geva búskapinum eina haldbara javnvág er skilagóð stýring av búskapinum. Eingin tosar eina kreppu í gongd! Eitt annað, sum javnan er at hoyra, er, at tú kanst tosa eina kreppu í gongd. Hugburðurin er, at við at tosa um møguligar negativar avleiðingar av eini støðu, kanst tú skapa eina sjálvuppfyllandi profeti, har tú tosar eina kreppu í gongd. Um hetta skal vera rætt, so mugu teir hava tosað ófatiliga nógv í USA og Íslandi seinastu tíðina!!! Fíggjarkreppan vísir týðuliga, at tú tosar ikki nakra kreppu í gongd. Tvørturímóti kann sigast, at kreppur koma av at tú ikki hevur tosað um og fyrihildið teg til trupuleikarnar og loyst teir. Kreppur koma av óloystum trupuleikum, sum eru ignoreraðir og hópaðir upp. Tí mugu vit ongantíð halda okkum aftur við at tosa um samfelagsviðurskiftini, men støðugt royna at fáa týdningar­ miklastu trupuleikarnar upp til kjak, soleiðis at vit loysa teir heldur enn at tiga teir burtur. Sigast skal tó, at eitt stað gevur tað meining at tú í eitt styttri tíðarskeið kanst tosa eina kreppu í gongd, tað er innan virðisbrævaheimin og innan fíggjarheimin. Har kanst tú í eitt avmarkað tíðarskeið tosa virðið av partabrøvunum upp ella niður og somuleiðis kanst tú skapa eina óvissu, sum kann elva til eitt “run on the bank”. Á longri sikt er tað tó ikki tos, sum avgerð gongdina, men hvussu feløgini verða rikin og hvussu trupuleikarnir verða loystir. Endin av kapitalismuni? Kreppan hevur fingið fólk at hugleiða um stóru viðurskiftini í heimssamfelagnum. Ein av hugleiðingunum er, um hetta møguliga er endin av kapitalism­ uni, soleiðis sum vit kenna hana. Hugleiðingarnar eru, at eftir fleiri áratíggir við eini turkatrúgv uppá at marknaðurin kann loysa allar trupuleikar í heiminum, fer rákið nú aftur at venda móti meiri reguleringum og minni marknaðarbúskapi. Reagan og Thatcher byrjaðu eina liberalistiska bylgju, har marknaðurin bleiv minni og minni reguleraður og fleiri og fleiri tænastur blivu lagdar út til privata vinnulívið at taka sær av. Nú fer hetta rákið møguliga at venda aftur. Onnur meina, at hetta als ikki er endin av kapitalistisku skipanini. Grundgevingin er, at kapitalistiska skipanin hevur lætt við at tillaga seg til broytingar, og at hon eisini fer at laga seg til hesuferð. Ilt er at siga hvussu verðin fer at broyta seg. Tað einasta sum kann sigast við vissu er, at hon fer at broyta seg. Valdið flytir úr USA til Asiu Ein onnur hugleiðing er, at vit í dag standa við eitt vegamót, har valdið flytir burtur frá USA til onnur lond. Hugleiðingin er nakað í stíl við, at valdið er har sum pengarnir eru, og hvar fara pengarnir í dag? Teir fara til Brasiliu, Miðeystur og Kina. Hesi londini selja restini av heiminum vørur og peninga­ streymurin og valdið gongur úr vesturheiminum til hesi londini. Tíðin hjá Ameriku sum lokomotivið í heimsbúskapinum er um at vera av á hesum sinni. fíggjarkreppuni 27 vinnan