týsdagur 14. oktober 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
vinnan
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Oljuframleiðsla
Jan Müller
Jan@sosialurin.fo
Atlantic Petroleum kundi
fríggjadagin koma út við
teimum gleðiligu boðunum
um, at fyrsta lastin av olju
er skipað av FPSO Sevan
Hummingbird á Chestnut
oljuleiðini. Atlantic Petrol
eum eigur 15% í bretska
loyvinum
22/2a,
har
Chestnut oljuleiðin liggur.
Henda fyrsta lasting varð
avskipað yvir í tangabátin
’Siri Knutsen’. Um nakrar
dagar kemur henda fyrsta
oljulastin
uppá
umleið
220,000 tunnur til eitt
oljureinsiverk í Evropa.
Wilhelm Petersen, stjóri í
P/F Atlantic
Petroleum,
sigur:
»Avskipanin av okkara
fyrstu last er enn ein horna
steinur fyri Atlantic Petrol
eum, afturat okkara frá
boðan um fyrstu oljuna her
fyri. Inntøkan hjá Atlantic
Petroleum frá hesi fyrstu
lastini verður væntandi um
leið 1516 milliónir krónur,
fyri umleið 20 daga fram
leiðslu úr Chestnut olju
leiðini. Hesin hornasteinur
er í tráð við okkara ætlan
um at vera eitt oljufelag, ið
fæst bæði við leiting og
framleiðslu, og letur hetta
upp fyri víðari møgulleikum
hjá Atlantic Petroleum.«
Framleiðslan frá Chestnut
oljuleiðini
byrjaði
20.
september við framleiðslu
pallinum
FPSO
Seven
Hummingbird.
Pallurin
verður á Chestnut leiðini í
allari
framleiðslutíðini.
Samstarvsfeløgini
hava
leigað pallin í hálvtriðja ár,
við møgulleika fyri at
leingja
leigumálið
við
tveimum árum.
Mett er at framleiðast
kunnu umleið 1,4 milliónir
tunnur av olju (MMboe) til
Atlantic
Petroleum
úr
Chestnut leiðini, og verður
framleiðsluferðin í byrjanini
væntandi millum 1.300 og
2.100 tunnur (“boepd”) um
dagin. Tá er South Chestnut
ikki tikið við.
Sum áður fráboðað varð
byrjað at bora ein næsta
framleiðslubrunn tann 7.
September
2008.
Hesin
brunnurin verður boraður í
løtuni, og verður eftir ætlan
knýttur upp í Chestnut
framleiðslukervið tíðliga í
2009.
Samstarvsfeløgini
í
Chestnut loyvinum eru:
Venture Production (fyri
støðufelag) 69.88%, Bow
Valley 15.12%, og Atlantic
Petroleum 15%.
Umframt hesi góðu tíð
indini kundi partabræv
marknaðurin í Keypmanna
havn í gjár boða frá einum
týðandi vøkstri í partabrøv
unum hjá føroyska olju
felagnum. So helst ganga
framleiðsla og partabræva
kursur her hond í hond.
Siri Knudsen tekur ímóti
fyrstu oljuni hjá Atlantic
Petroleum
Fyrsta oljan frá Chestnut avskipað
Fyrsta
føroyska
oljan
avskipað í
bretskum øki
Veiða friðaðan hval sum hjáveiði
Hóast kúlabøkan er fullkomiliga friðað, hava grønlendskir veiðimenn nú fingið loyvi til at
selja kúlubøkutvøst. Sambært grønlendska kringvarpinum eru tað nýggjar reglur hjá
myndugleikunum, sum gera, at menn, sum royna eftir laksi, krabba ella við gørnum, hava
loyvi til at selja tvørstið, um tað hendir, at teir fáa ein av teimum friðaðu hvlaunum í
reiðskapin. Teir hava kortini ikki loyvi at selja tvøstið fyri meiri, enn at tað kann rinda tann
skaða, sum hvalurin hevur gjørt á reiðskapin. Fyri at fáa loyvi til at selja tvøstið, skulu
veiðimenninir lata myndugleikunum myndir av tí oyðilaga reiðskapinum, sigur KNR.
Hóast kúlubøkan er friðað, kann tvøstið seljast. Mynd: KNR