týsdagur 14. oktober 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 197 - 14. oktober 2008
29
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Ikki fyrr enn á
dystardegnum verður
endalig støða tikin til,
um Rógvi Jacobsen
er partur av føroyska
hópinum móti Litava
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Við tíggju
málum er Rógvi Jacobsen
tann spælarin, sum hevur
skorað flestu málini fyri
landsliðini. Ja, seinnu árini
hevur tað mest sum verið
so, at hann eisini er tann
einasti, sum skorar. Eitt
mynstur, sum Bogi Løkin
tó var somikið raskur at
bróta leygardagin.
Men hetta saman við
styrkini
hjá
Rógva
í
luftspælinum ger hann til
ein serstakliga týdningar
miklan
spælarar
fyri
Føroyar, og tí verður bíðað
til seinastu løtu, áðrenn
liðið verður endaliga sett.
Umframt Rógva, so hevur
Bogi Løkin eisini ein skaða
í
lærkrikanum.
Meðan
landsliðsfelagarnir vandu í
gjár, hevði Bogi servenjing
saman við fysioterapeuti,
men teir báðir spældu eisini
bólt sínamillum, og roknað
verður við, at hetjan frá
Tórsvølli er førur fyri at
spæla ein leiklut í dystinum.
Nakað
sum
eisini
er
tiltrongt, nú Jákup á Borg
mátti geva avboð vegna
skaða.
Føroyski landsliðs
hópurin var ikki
meira enn lendur
í Vilnius, fyrr enn
fyrsta venjingin stóð á
skránni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Jógvan
Martin Olsen, landsliðs
venjari, valdi at fáa ringastu
ferðamøðina úr kroppinum
alt fyri eitt, sum spælararnir
komu til Kaunas um 17
tíðina lokala tíð. Eftir at
hava hildið ein uppibornan
frídag
sunnudagin
vóru
landsliðsspælararnir
við
flogfarinum
úr
Vágum
longu klokkan 8.15 um
morgunin, og tí var talan
um ein hampuliga drúgvan
ferðadag, sum skuldi ristast
úr kroppinum.
Saman við strævna dyst
inum leygardagin bar hetta
við sær, at talan einamest
gjørdist um heilt lætta
venjing hjá teimum, sum
høvdu spælt flestu minutt
irnar á Tórsvølli, og stóð
Øssur Steinhólm, fysiotera
peutur, fyri størsta partinum
av hesi venjingini.
Teir spælarar, sum ikki
vóru eins møddir, høvdu
eitt sindur meira av ferð í
sínari venjing, eins og teir
høvdu skotvenjing, meðan
Bogi Løkin varð settur at
testa lærkrikan, sum hevur
argað síðani leygardagin.
Vanliga eru venjingar
eisini á skránni týsdagin,
men hesa ferð verður talan
so bert um tí einu av
slagnum, og verður hendan
í kvøld á S. Dariaus ir S.
Gireno leikvøllinum, har
dysturin verður spældur.
Og so er annars bara at
vóna, at venjingin í gjár
vakti góð minni. Hendan
gekk nevnliga fyri seg á
sama vølli í Vilnius, har
landsliðið fyri mest sum
akkurát 10 árum spældi
málleysan javnleik móti
Litava.
Stígur í hjá
føroyingum
í Klaksvík
International
Føroysku telvarar
nir Heini Olsen,
Martin Poulsen
og Olaf Berg taptu
allir síni talv, tá 3.
umfar í Klaksvík
International
varð telvað
seinnapartin
talv
Jógvan Joensen
jogvan@kallnet.fo
Triðji stórmeistarin upp
í slag gjørdist ov stórur
biti hjá Heina Olsen,
sum við svarta fólkinum
tapti á svenska stór
meistaranum GM Ralf
Åkesson. Talvið gjørd
ist rættiliga trupult hjá
báðum pørtum og tíðin
gekk av álvara undan
hjá Heina, sum tíverri
snávaði í avgerðandi
løtunum, hóast møgu
leikar avgjørt vóru til
meira.
Martin Poulsen kom
við svarta fólkinum, at
standa í undirkantinum
rættiliga tíðliga í talvi
num og danin IM Esben
Lund telvdi trygt sigur
in til høldar. Hinvegin
gav Olaf Berg altjóða
meistaranum
IM
S.
Tapani
munadygga
mótstøðu, sjálvt um tað
sýntist sum um, at
finnin støðugt hevði
kontrol á støðuni og
sigraði tá avtornaði.
Úrslitini
seinnapartin:
• GM M. Grabarzyk –
GM G. Jones 01
• GM R. Åkesson –
FM Heini Olsen 10
• IM E. Lund – Martin
Poulsen 10
• Olaf Berg – IM S.
Tapani 01
• GM S. Sulskis – FM
D. Semcesen 10
Stórmeistarin Sarunas
Sulskis, sum er styrkis
mettur ovast í kapping
ini er á odda við fullum
stigatali. Sulskis telvar
sera orkufrekt og undir
haldandi og gerst al
samt greiðari favorittur
at vinna kappingina.
Talvini eru at finna á
heimasíðu
Talvsam
bandsins:
www.faroechess.com
Rógvi
er stóra
ivamálið
Rógvi Jacobsen er her í ferð
við at gera strekk-venjingar.
Í gjár tók hann lut í lættara
partinum av føroysku
landsliðsvenjingini
Vandu alt fyri eitt
Øssur Steinhólm,
fysioterapeutur, tók sær av
strekkvenjingini, sum fekk
høga raðfesting í gjár