týsdagur 14. oktober 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
[ Nr. 197 - 14. oktober 2008 ]
Blundaði
undir
dýnuni
Símun Samuelsen
var sera fegin um
avrikið hjá liðfeløg
unum leygardagin.
Sjálvur lág hann tá
sjúkur í seingini, og
seinastu minuttir
nar tordi hann mest
sum ikki at hyggja
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Meðan
liðfelagarnir stríddu seg
til eitt stig í dystinum móti
Eysturríki,
var
Símun
Samuelsen eftir á Hotel
Føroyum.
Bruni gjørdi um seg í
hálsinum, og tí var ikki
hugsingur hjá Símuni um
at vera partur av hópinum,
men hann ásannaði mána
dagin, at hann var ovurfegin
um úrslitið.
Hatta var fantastiska
stuttligt at hyggja eftir,
men samstundis var tað
óhugnaliga spennandi. Eg
lág jú einsamallur á Hotel
Føroyum, og eg haldi, at
seinastu 10 minuttirnar
lág eg bara undir dýnuni.
Mánadagin var Símun
tó við í landsliðsferðalag
num, og hann sigur seg
vilja stríðast fyri at endur
vinna plássið.
Eg mundi taka eini
tvær
penicilintablettir
eyka, tá hatta úrslitið kom
heim. Nú gongur í øllum
førum betur, og so má eg
bara stríðast fyri mínum
plássi. Hatta úrslitið stað
festir í øllum førum, at
eingin kemur inn á liðið
uttan víðari, og soleiðis
skal tað eisini vera, sigur
Símun Samuelsen.
Ingi Højsted hevur
fingið enn eitt kapp
ingarár mest sum
oyðilagt av skaðum.
Seinastu mánaðir
nar hevur hann tó
spælt, og hann metir
landsliðsúttøkuna
sum eitt stórt
herðaklapp
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Seinasti
maðurin, sum varð kallaður
til seinasta landsliðshópin
hjá Jógvan Martini Olsen
var Ingi Højsted úr B36.
Ingi var ein av spælar
unum, sum Jógvan Martin
Olsen ætlaði í avgjørdan
lyklaleiklut, tá hann tók við
sum venjari, men alt fyri
eitt fóru skaðar at arga. Í
vár var Ingi tó aftur við í
hópinum, sum tá fór til
Íslands, men síðani hava
skaðar aftur steðga unga
B36’aranum, sum trý tey
seinastu
kappingarárini
hevur verið skaddur heilt
stóran part av tíðini.
Tí var tað eisini ein sera
fegin Ingi Højsted, sum tók
ímóti
landsliðsboðunum
sunnudagin.
Eg hevði als ikki roknað
við at verið aftur í hópinum
í ár, so hetta taki eg sum eitt
stórt bonus. Eg eri sum so
ikki komin veruliga fyri
meg enn, men seinastu dyst
irnar hevur gingið alsamt
betur, og móti EB/Streymi
seinast spældi eg allar 90
minuttirnar,
sigur
Ingi
Højsted.
Mítt mál hevur meira
verið at koma veruliga fyri
meg næsta ár, so hetta taki eg
meira sum eitt stórt bonus.
Og væntar tú at koma á
vøllin undir dystinum miku
kvøldið.
Tað veit eg ikki. Nú eri
eg fyrst og fremst við sum
gardering á miðvøllinum, so
tað vænti eg ikki sum so.
Men eg vóni sjálvandi at eg
sleppi inn, og tað hevði í
øllum førum verið ótrúliga
stuttligt, sigur Ingi Højsted.
Fróði Benjaminsen
staðfestir, at upp
gávan mikukvøldið
verður hørð, men
saman við liðfeløgun
um er hann til reiðar
at gera sítt besta.
Líka mikið um hetta
verður í verjuni ella á
miðvøllinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Fyri fyrstu
ferð í fleiri ár var Fróði
Benjaminsen á landsliðs
beinkinum, tá dysturin móti
Eysturríki
varð
blástur
ígongd. Tað gingu tó bert
36 minuttir, áðrenn boð
vóru eftir honum, og avrikið
leygardagin
saman
við
skaðanum
hjá
Mikkjali
Thomassen bera við sær, at
lítil ivi er um, at Fróði
verður á føroyska miðvølli
num frá byrjan mikukvøldið.
Ein uppgáva, sum spælarin
sjálvur er púrasta til reiðar
at taka á seg.
Um tað er brúk fyri mær
á miðvøllinum, so eri eg
sjálvandi tendraður til at
fara har at gera mítt besta.
Og tað eri eg sjálvandi
eisini í verjuni.
Tit spældu javnt móti
Eysturríki leygardagin, og
tað er sjálvandi flott í
sjálvum sær. Men ræður
kanska fyrst og fremst um
at fáa armarnar niður nú?
Dysturin móti Eysturríki
er farin, og nú er tað Litava,
sum vit skulu fokusera
uppá. Og har vilja vit
sjálvandi eisini royna at fáa
eitt gott úrslit. Og í øllum
førum gera alt tað, sum vit
eru mentir.
Men tað er væl eingin
loyna, at sjálvsálitið er
betri eftir ein slíkan dyst
sum tann móti Eysturríki?
Avgjørt. Nú hava vit
ikki fingið nakað stig í
fleiri ár, so fyri sjálvsálitið
var tað sera gott, at tað lok
sins eydnaðist, sigur Fróði.
Føroyska landsliðið hevur
tríggjar ferðir áður spælt í
Litava. Hvørja ferð hevur
talan verið um øgiligt trýst,
og Fróði, sum hevur verið
partur
av
tveimum
av
hesum dystum, roknar ikki
við
nøkrum
undantaki
hesaferð.
Tað verður ein trupul
dystur. Tað er eingin ivi um
tað. Men samstundis, so
mugu vit fara út at gera
okkara besta, og so vóna, at
teir ikki hava ein av sínum
allar bestu døgum, sigur
Fróði Benjaminsen.
Bogi í fokus
Tað er ikki bara í Eysturríki, at Bogi Løkin hevur sett seg
sjálvan ovast á breddan. Longu til fyrstu venjingina mána
kvøldið vóru litavisk tíðindafólk á staðnum, og tað var
eingin ivi um, hvønn hesi vildu tosa við. Málið leygar
dagin og ættarbondini mótvegis Landskronahetjunum
eru mest ævintýrakend elementir hjá útlendsku miðlun
um, og fryntligur sum altíð gav Bogi sær góðar stundir
at svara spurningunum, sum vórðu settir.
Landshetja sum ferðaleiðari
Tað er ein fyrrverandi litavisk landsliðshetja, sum í hesum døg
um stendur fyri koyring og ferðing annars hjá føroyska landslið
num. Richard Ludvig er kongaliga og eisini ólitaviska navnið á
manninum, sum nú er farin um tey 40, men sum fyri nøkrum
árum síðani var ein av berandi kreftunum á litaviska liðnum. Eitt
nú var hann partur av liðnum, sum á heysti í 1990 spældi óvænt
aðan javnleik móti nýkosnu europameistarunum úr Danmark.
Símun prátar her við
Christian Lamhauge Holst
á flogvøllinum í Vilnius
Eitt stórt bonus
Til reiðar til miðvøllin
Fróði í gongd við
at strekkja út undir
løttu venjingini
mánakvøldið
Triðja árið á rað er
kappingarárið hjá
Inga Højsted mest sum
oyðilagt av skaðum, og tí
var hann sera fegin um
landsliðsboðini, sum hann
fekk sunnudagin