týsdagur 14. oktober 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 197 - 14. oktober 2008 ]
Hóast úrslitið var gott
leygardagin, so tykist
tað vera alt longri
til støðuna, sum
landsliðsvenjararnir
so ofta hava longst
eftir, og sum ber
við sær, at talið á
útisetum á lands
liðnum verður størri
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Tað tóktist
skelka allan fótbóltsheimin,
at tað leygardagin eydnaðist
føroyska fótbóltslandsliðn
um at megna 22 á heima
vølli ímóti Eysturríki.
At Føroyar fáa stig móti
Eysturríki er sjálvandi góð
søga, tí øll fótbóltsáhugað
minnast framvegis 10 sig
urin í Landskrona í 1990.
Søgan er eisini góð, tí tað
er ikki á hvørjum degi, at
Føroyar vinna stig í undan
kapping. Tað vóru fýra ár
millum 22 á Kypros og so
11 ímóti Eysturríki leygar
dagin. Hetta var fyrsta stig
ið, sum Føroyar hava vunn
ið á Tórsvølli. Síðani stigið
varð vunnið á Kypros, hev
ur føroyska landsliðið spælt
átjan undankappingardystir,
uttan at tað hevur eydnast
at vinna stig.
Eftir
11
leygardagin
verður við longsli droymt
um, at Føroyar aftur skulu
vinna trý stig. Jógvan Mar
tin Olsen hevur havt ábyrgd
ina í trý ár. Seinasti dysturin
við honum sum ábyrgdar
manni verður í Vilnius í Let
landi mikukvøldið. Avrikið
leygardagin ber sjálvandi
við sær, at tað var nógv
hugaligari hjá landsliðnum
at fara úr Vágum í morgun,
enn tað hevði havt verið,
um tað ikki hevði havt eydn
ast at vinna stig ímóti
Eysturríki.
Sjey fátøk ár
Tað eru meiri enn sjey ár
síðani, at tað hevur eydnast
at vunnið í undankapping.
Síðsti sigurin varð vunnin
1. september 2001, tá ið
Jens Kristian Hansen við
brotssparki skoraði einasta
málið ímóti Luksemborg á
Svangaskarði. Tá var Allan
Simonsen venjari.
Í tíðarskeiðnum 1994
2003, tá ið Allan Simonsen
hevði ábyrgdina, vunnu før
oyingar seks undankapping
ardystir: tveir ímóti San
Marino, tveir ímóti Malta
og tveir ímóti Luksemborg.
Bestu úrslitini hjá Allan
Simonsen vórðu roknað at
vera teir báðir javnleikirnir,
sum hann uppnáddi. Teir
vóru 3. september í 2000,
tá ið úrslitið var 22 ímóti
Slovenia, og 6. september
2002, tá ið úrslitið ímóti
Skotlandi var 22. Báðir
dystirnir vórðu spældir á
Svangaskarði.
Henrik
Larsen
hevði
ábyrgdina av landsliðnum
20032006. Tað eydnaðist
honum bara at vinna stig í
22 javnleikinum á Kypros
fyri fýra árum síðani.
Færri útisetar
Leygardagin vóru fýra spæl
arar, sum umboða útlendsk
feløg á føroyska liðnum:
Atli Danielsen og Jón Rói
Jacobsen úr Frem, Christian
Høgni Jacobsen úr AB og
Christian Lamhauge Holst
úr Silkeborg. Allir spæla
teir í næstbestu donsku
deildini.
Jógvan Martin Olsen hev
ur ofta endurtikið, at um
landsliðið skal lyftast, so er
neyðugt við fleiri spælarum,
sum hvørja viku spæla á
høgum støði uttanlands.
Sama sjónarmiðið høvdu
Allan Simonsen og Henrik
Larsen.
Teir
fýra
omanfyri
nevndu spæla hvørja viku á
grasi, men teir spæla ikki í
fremstu donsku deildini.
Um sammett verður við,
tá ið Henrik Larsen vann
sítt einasta stig saman við
Føroyum, so vóru fimm
útisetar á liðnum á Kypros í
2004: Jón Rói Jacobsen,
Frem, Julian S. Johnsson,
ÍA Akranes, Fróði Benja
minsen, Fram Reykjavík,
Claus
Bech
Jørgensen,
Coventry FC og Andrew av
Fløtrum, Fremad Amager.
Tá ið Føroyar 1. septem
ber 2001 vunnu 10 á Luk
semborg vóru seks útisetar
á liðnum: Jákup Mikkelsen,
Molde, Óli Johannesen,
Hvidovre,
Súni
Olsen,
Zwolle, Christian Høgni
Jacobsen, Esbjerg, Johan
Byrial Hansen, OB og Juli
an S. Johnsson, Hull City,
sum tá var í triði bestu
eingilsku deildini, og sum
nú er triði ovast í bestu
eingilsku deildini.
Nú tykist ganga rætta
vegin, hóast talið á útisetum
er lækkað!
Útisetarnir fækkast
Tórður og Øssur í Vejle
Teir báðir runavíkingarnir og U21landsliðsspælararnir,
Tórður Thomsen og Øssur Dalbúð, sum báðir eru úr NSÍ,
hava seinastu vikuna verið í danska Vejle og vant.
Úrslitini hjá føroyska U21landsliðnum hava verið sera
góð fyrstu undankappingina, og tað er ikki frítt, at hetta
hevur vakt áhuga fyri fleiri av spælarunum, sigur Jákup í
Stórustovu, sum umboðar flestu av føroysku
landsliðsspælarunum. Og hann vísir als ikki aftur, at fleiri
spælarar fara til venjingar uttanlands, nú føroyska
kappingin endar um fáar vikur.
Í 1999 spældi hann
fyrsta landsdystin,
og mikukvøldið fer
Fróði Benjaminsen
at umboða Føroyar
fyri 50. ferð
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas,
Litava:
Tá
Jógvan
Martin
Olsen
mikukvøldið sigur lands
liðnum farvæl, fer ein av
bygdarmonnum hansara
av Toftum at umboða Før
oyar fyri 50. ferð. Tað er
Fróði Benjaminsen úr
HB.
Fróði hevur verið mest
sum fast inventar á liðn
um, síðani hann fyri gott
og væl níggju árum síðani
fyrstu ferð trein inn á
liðið. Tað var 18. august í
1999, tá ið Føroyar í vinar
dysti á heimavølli taptu
10 ímóti Íslandi. Ta ferð
ina varð Fróði í 77. min
utti settur inn á miðvøllin
sum avloysari fyri Sámal
Joensen.
Í 2001 var Fróði við frá
dystarbyrjan í dystinum
móti
Luksemburg,
tá
Sámal Joensen legðist
sjúkur, og síðani hevur
Fróði verið púrasta fastur
maður í føroysku byrjunar
uppstillingini.
Á landsliðnum hevur
Fróði umframt B68 um
boðað B36, HB og Fram
Reykjavík, og burtursæð
frá
tveimum
teimum
fyrstu ferðunum og so
aftur síðsta leygardag, so
hevur hann verið millum
teir fyrstu ellivu.
Miðja og miðverja
Í nógvum teimum fyrstu
landsdystunum var Fróði
miðvallari. Tá ið Óli
Johannesen fram ímóti
endanum á sínari longu
tíð á landsliðnum fleiri
ferðir var noyddur at geva
avboð, var Fróði í mið
verjuni, har ætlanin var,
at hann skuldi vera partur
av makkarapari saman
við Jón Róa Jacobsen.
Fyrr í ár varð Fróði so
mikið skaddur, at hann
varð noyddur at geva
avboð til tríggjar dystir –
ímóti Portugal, Serbia og
Rumenia. Hesar tríggjar
ferðirnar
hava
Jóhan
Troest Davidsen, Jón Rói
Jacobsen og Egil á Bø
røkt tey bæði miðverju
plássini.
Leygardagin
fingu Egil og Jón Rói
aftur møguleikan, og við
bara trimum dystunum í
beinunum valdi landsliðs
venjarin at lata Fróða
byrja á beinkinum.
Longu í 1. hálvleiki
leygardagin avloysti Fróði
Mikkjal Thomassen, sum
fór skaddur á vøllinum,
og tað man vera lítil ivi er
um, at Fróði verður mill
um teir fyrstu ellivu, nú
hann fer at spæla lands
dyst nummar hálvt hundr
að.
Higartil hevur Fróði
skorað tvey mál fyri
Føroyar: Tað fyrra í 31
sigrinum í vinardystinum
á heimavølli ímóti Liktin
stein 21. august 2002, og
hitt seinna var sigursmálið
til 32 í vinardystinum á
heimavølli ímóti Malta
18. august 2004.
Fróði er tann
tíggjundi í røðini
Flestu landsdystir
Óli Johannesen
82
Jens Martin Knudsen 65
Julian S. Johnsson 62
Jákup Mikkelsen
60
John Petersen
57
Jákup á Borg
57
Allan Mørkøre
54
Øssur Hansen
51
Rógvi Jacobsen
51
Fróði Benjaminsen 49
Jón Rói Jacobsen er ein av
bara fýra útisetum, sum
vóru við í javnleikinum
móti Eysturríki
Mynd: Álvur Haraldsen
Odmar Færø í Horsens
Odmar Færø hevur verið ein av eyðsýndastu B36 spælarunum higartil í ár. Ikki minst í UEFA
Cup uppgerðunum ímóti Brøndby stóð Odmar seg væl, og á Brøndby stadion var hann framúr í
miðverjuni. Donsk feløg hava lagt til merkis, hvussu stinnur 18 ára gamli B36 spælarin er. Í
vikuskiftinum fór Odmar til Danmarkar, har hann í dag og í morgin venur við superliguliðnum
hjá AC Horsens, veit heimasíðani hjá felagnum at siga. Tað tykist telja nógv í felagnum, at
Odmar bæði er verjuspælari og miðvallarspælari. Odmar hevur spælt átta ferðir á U17
landsliðnum og tíggju ferðir á U19 landsliðnum. Venjari í Horsens inntil á nýggjárinum er Kent
Nielsen, sum hevur megnað at fingið væl meiri burturúr, enn tey flestu høvdu roknað við. Á
nýggjárinum fer Kent Nielsen at venja Brøndby. Tá verður Henrik Jensen, sum nú er
hjálparvenjari í Brøndby, venjari í Horsens.