Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 197 - 14. oktober 2008 ] - Eg vil ynskja tykkum bestu eydnu á ferðini, og vónandi verða tit ikki vónbrotin, tá tit koma heim aftur til dyst næsta sunnudag, segði danski forsetis- ráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, tá ferðalagið møtti honum FerðaFrásøgn Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Dreingjaliðið hjá EB/ Streymi er nú komið til Italiu, men fríggjakvøldið luttók liðið í stóru mentan­ arnáttini í Keypmannahavn. Avgjørt varð at fara inn á Christiansborg, at hyggja seg um og heilsa uppá før­ oysku fólkatingsumboðini. Hugurin hjá summum í ferðalagnum var ikki nakar serligur at fara inn, tí nógv onnur fólk vildu vitja Fólkatingið, ið var opið fyri almenninginum í samband við mentanarnáttina. Men inn fór fólkið, og Edmund Joensen var skjótur at taka ímóti. Føroyski fólkatings­ maðurin var bæði blíður og tíður, men serliga hæddar­ punktið á vitjanini var uttan iva at hitta Anders Fogh Rasmussen, ið helt til í básinum hjá Venstre. Forsetisráðharrin sá sera hugtikin út, tá 21 fólk í bláum búnum trinu inn í hølini. Hann var skjótur at heilsa, og var als ikki rædd­ ur at koma á mynd við ferðalagnum, og tað var tá orðini komu. ­ Eg vil ynskja tykkum bestu eydnu á ferðini, og vónandi verða tit ikki vónbrotin, tá tit koma heim aftur til dyst næsta sunnu­ dag, segði danski forsetis­ ráðharrin, sum tó kanska ikki heilt visti, hvat hann tosaði um. Nú mangla bankarnir aftur pengar Føroya Banki er høvuðs­ stuðul hjá EB/Streymi, og navnið á bankanum er prentað á øllum klæðunum ferðalagið var í Fólkating­ inum. Fleiri ferðir yvir­ hoyrdu fólk í bólkinum samrøður, har klæðini vóru umrødd. ­ Koma tey til Danmarkar frá Føroya Banka at lána pening? Er Føroya Banki ikki við í bjargingarætlanini? Eru tey og leita eftir nýggj­ um sponsori nú? Hevur fíggjarkreppan longu rakt so hart, at føroyingar rýma?, vóru vanligastu viðmerk­ ingar fólk høvdu til klæðini. Alt vóru tó viðmerkingar í spølni, so lítið annað var at gera, enn at smílast. Føroyskar Søgur á borgini Norðuratlantsbólkurin var eisini umboðaður á ment­ anarnáttini á Christiansborg. Dreingirnir vóru sum heilt hugtiknir av básinum, men spurningurin er, hvørt tað var filmurin, Føroyskar Søgur, ið eru gamlar før­ oyskar upptøkur, ella góðu stólarnir, ið sannførdu móða ferðalagið. Tað er møðsamt hjá spælarunum, men skal ferðakostnaðurin haldast á einum rímiligum støði, so er í dag neyðugt við bíðitíð á ymsum flogvøllum, tá landsliðið ferðast, sigur aðalskrivar- in í Fótbólts- sambandinum Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kaunas, Litava: Seinastu landsliðsferðirnar hevur tað verið alt meira vanligt, at landsliðshópurin hevur bíðað á ymsum flogvøllum kring Europa. Í gjár var talan um eina av teimum heilt lagaligu ferðunum, har bíðitíðin í Kastrup bert var tríggjar tímar, meðan tað eitt nú tók mest sum heilt samdøgur, tá føroyska landsliðið í seinasta mánaði ferðaðist úr Serbia til Føroya. Millum annað á hesum síðum hevur verið funnist at ferðingini, sum neyvan er mest optimala fyrireik­ ingin til krevjandi landsliðs­ uppgávur. Og í gjár spurdu vit aðalskrivaran í FSF, Ísak Mikladal, hví ferðingin í dag er somikið meira tíðar­ krevjandi, enn hon áður hevur verið. ­ Trupulleikin er, at vit mugu vera púrasta vísir í, at ferðaætlanin heldur. Tekur tú ferðina úr Serbia, so var møguleiki fyri at stytta bíðitíðini í bæði Frankfurt og Kastrup. Men tey, sum fyriskipaðu ferðina fyri okkum, vildu ikki gera hetta, tí tey vildu vera púrasta vís í, at ferðaætlanin helt. ­ Er talan um vanlig ferðafólk, so nýtist tað ikki at vera nøkur vanlukka, um onkur seinking ger, at tú ikki sleppur víðari alt fyri eitt. Her hava vit ein hóp upp á kanska 30­35 mans, og tá verður tað ein trupulleiki, um ein seinking ger, at vit ikki náa næsta flogfarið. Bæði tí tað er sera dýrt, um allur hópurin skal umbókast. Men eisini tí tað als ikki er víst, at hetta letur seg gera. Og tað vildi verið ein sonn vanlukka, um allur hópurin sat strandaður á einum flogvølli onkra staðni í Europa. Tí velja vit at leggja væl uppfyri, og so verður talan um bíðitíð, um ferðaætlanin annars gongur eftir vild. Í dag er heldur ikki eins ómaksleyst at skifta flogfar, og tí ber slettis ikki til at leggja eina ferðaætlan, har vit kanska bara hava ein tíma millum flogførini. Har verður kravt, at minst tríggir tímar eru at leypa uppá, sigur Ísak Mikladal. Fyrr hevur tað ofta verið so, at leiguferðir eru gjørdar, soleiðis at flogið verður beinleiðis til staðið, har spælast skal. Hví verður hetta ikki gjørt meira. ­ Tá tosa vit um heilt aðrar prísir, og eitt nú prátaði eg í dag við ein úr litaviska fótbóltssamband­ inum, og hjá teimum er ein slík loysn vorðin púrasta ógjørligt. Eg kannaði til dømis prísin, tá vit skuldu til Portugal, men tá tosaðu vit um einar 700.000 kr., sum eru kanska tvær­ tríggjar ferðir so nógv, sum prísurin vildi verið fyri fáum árum síðani, so vit tosa um heilt aðrar prísir innan ferðing í dag. Vistu vit, at vit kundu fylt eitt flogfar við áskoðarum, so kundi tað loyst seg, men í løtuni tykist tað ikki bera til. Og tí hava vit valt hesa losynina, sigur Ísak Mikladal. Fogh heldur við EB/Streymi Um Anders Fogh Rasmussen heldur við EB/Streymi sunnudagin, er ikki heilt vist. Men í øllum førum vónaði hann ikki, at dreingjaliðið hjá EB/Streymi møtir nøkrum vónbroti sunnudagin Trygdin og prísurin er avgerandi Mentanarnátt Vanligt er í flestu býum, at hava mentanarnætur, tá handlarnir hava leingi opið, mentanartiltøk eru og vanliga fólkið sleppur til støð, har tey vanliga ikki sleppa. Ein av hesum var fríggjakvøldið í Keypmannahavn. Nakað heilt forkunnugt við mentanarnáttini var, at Fólkatingið var opið fyri almenninginum. Sera nógv fólk vóru inni, og donsku flokkarnir gjørdu heilt nógv burturúr. Venstre hevði konsert inni í einum rúmið og Socialdemokraterne høvdu bás, har fólk kundu royni ymiskar lutir, ið vanliga standa inni í Eksperimentarium í Keypmannahavn. Dreingir á ferð Fríggjamorgunin fór liðið avstað. Talan er um dreingjaliðið hjá EB/Streymi, ið er í Italiu, at luttaka í kappingini »Limone Cup«, ið fer fram við Gardasjógvin í Italiu. Kappingin er rímiliga stór, tí knapt 200 lið luttaka. Liðini koma mest úr Norðurlondunum, og størsti parturin eru danir. Kappingin fer fram í býnum Sirmione, ið liggur beint sunnanfyri Gardarsjógvin í Norðuritaliu.Við á ferðini úr Føroyum eru 15 leikarar, 5 vaksin og sonur ein av venjarunum. Alt í alt 21 fólk.