týsdagur 14. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 197 - 14. oktober 2008
Íslendski fiskiveiði
politikkurin er
ábyrgdarfullur, men
kann gerast uppaftur
betur, sigur FAO
Fiskiveiði
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
FAO, sum er matvøru- og
landbúnaðarstovnurin
hjá
ST, nevnir Ísland, Ný Sæ-
land og partvíst eisini Av-
stralia og USA sum dømi
um lond, ið reka ein
ábyrgdarfullan fiskiveiði-
politikk. Í einari nýggjari
frágreiðing, sum júst er
almannakunngjørd, fáa tey
fýra londini rós frá FAO,
sum tó ger vart við, at enn
er ikki komið á mál.
Í frágreiðingini hjá FAO
verður sagt, at málið við at
endurskoða og umskipa
fiskiveiðipolitikkin er at
menna fiskastovnarnar og
laga tað so, at vinnan fær
sum mest burtur úr tilfeing-
inum. Skal málið røkkast,
er neyðugt at leggja helm-
ingin av tí flota, sum nú er í
vinnu, og tað kann gerast,
uttan at minni kemur upp á
land.
FAO vísir í hesum við-
fangi á, at árliga verða fisk-
að umleið 80 milliónir tons
kring heimin, og at nøgdin
hevur verið at kalla tann
sama tey seinastu tíggju
árini.
Saman við Heimsbankan-
um hevur FAO roknað seg
fram til, at árliga hava
heimsins fiskiflotar umleið
50 milliardir dollarar í
halli.
slendingar fáa rós frá
FAO fyri tann rikna
fiskiveiðipolitikkin (Mynd:
Morgunblaðið)
Í Noregi verður
stúrt fyri, at altjóiða
fíggjarkreppan
skal raka norska
skipasmiðjuídnaðin
og reiðaríini í
frálandavinnuni
skipasmíð
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Vit hava grund til at stúra,
men enn hava vit ikki sæð
nakað dømi um, at byggi-
sáttmálar eru útsettir ella
ógildaðir orsakað av vant-
andi fígging, sigur stjórin í
m a r k n a ð a r f y r i t ø k u n i
Norske Skipsverft, Birger
Skår, við Sunnmørsposten.
Hann leggur afturat, at
enn hava skipasmiðjurnar
heldur ikki fingið boð um,
at nøkur byggiætlan verður
slept orsakað av vantandi
fíggingarmøguleikum.
Hann ásannar hinvegin, at
tær broyttu umstøðurnar
fara uttan iva at síggjast aft-
ur í bíleggingarbókunum
hjá skipasmiðjunum, og tað
er nóg álvarssamt, sigur
hann.
Í løtuni hava norsku skipa-
smiðjurnar bíleggingar fyri
meiri enn 60 milliardir
norskar krónur, og meiri
enn 80 prosent av hesum
eru innan frálandavinnuna,
sigur Birger Skår við Sunn-
mørsposten.
Tann
vanliga
manna-
gongdin við skipasmíði er,
at skipasmiðjurnar hava eitt
byggilán, reiðaríið rindar
eitt ávíst forskot, og tann
endaliga uppgerðin verður
so avroknað, tá skipið verð-
ur latið eigaranum. Men
fíggjarkreppan kann gera,
at hetta mynstrið verður
broytt, og at skipasmiðjurnar
nú fara at treyta sær, at
reiðaríið hevur útvegað sær
ta neyðugu langtíðarfígging-
ina, áðrenn sjálv byggingin
fer í gongd.
Sunnmørsposten skrivar,
at tað er sjáldsamt, at eitt
reiðaríið var noktandi svar,
tá tað ætlar at byggja sær
nýtt skip, tí vanliga verður
ein ella onnur loysn funnin,
so verkætlanin kann full-
førast.
StatoilHydro keypt Goliat
Norska oljufelagið DNO hevur selt sín part av
oljuleiðini Goliat. Talan er um 15 prosent av
leiðini. Keypari er StatoilHydro, sum hevur
goldið næstan 1,3 milliard norskar krónur fyri
partin hjá DNO, skrivar NTB. Erik Haugane,
forstjóri í DNO, sigur, at sølan ger tað møguligt
hjá felagnum at fullføra aðrar verkætlanir hetta til
2012. DNO, sum bleiv skipað, tá feløgini Petra
og DNO blivu løgd saman, hevur søkt um nýggj
leitingarloyvi í Barentshavinum. Felagið hevur í
dag umleið 120 starvsfólk.
Magasin og Illum kanska bretsk
Okkurt bendir á, at donsku stórhandlarnir Magasin og Billum enda á bretskum
hondum, og at mótahúsið Day Birger et Mikkelsen fær somu lagnu. Tað væntar
Børsen í hvussu er. Blaðið vísir á, at bretska handilsmaðurin Sir Philip Green
hevur verið í Íslandi nú um dagarnar og tingast um at yvirtaka skuldina, sum
Baugur-samtakið skyldar trimum størstu íslendsku bankunum. Jón Asgeir
Johannessson, sum var stóreigari og nevndarformaður í Baugur, keypti seg inn í
Magasin og Illum fyri fýra árum síðani, men fíggjarkreppan fer væntandi at
noyða íslendingar at selja tað, sum teir eiga uttanlands, skrivar Børsen.
Norska frálandavinnan
óttast fíggjarkreppuna
Íslendski fiskiveiðipolitikkurin fær rós frá FAO
ltjóða fíggjarkreppan kann
eisini raka skipasmíð og
frálandavinnu (Mynd:
Sunnmørsposten)
vinnan