Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 197 - 14. oktober 2008 Valdu vindmyllur frá Siemens Risastóra orkuveitingarfelagið Eon hevur gjørt av at keypa vindmyllur frá týsku stórfyritøkuni Siemens heldur enn frá donsku verksmiðjuni Vestas. Tær nýggju vindmyllurnar skulu setast upp á sjónum, og verkætlanin er tann størsta av sínum slagi í heiminum, skrivar Børsen. Håkan Buskhe, sum er stjóri í norðurlendsku deildini av Eon, sigur við blaðið, at felagið valdi vindmyllurnar frá Siemens, tí trupulleikar hava verið við Vestas-myllunum, sum standa á Horns Rev úti fyri vesturjútsku strondini. Harafturímóti hava eingir trupulleikar verið við Siemens-vindmyllum, sigur hann. Vit eru ein jolla í upprørdum havi í mun til altjóða fíggjarkreppuna. - Vit hava onga ávirkan og kunnu enda hvar sum helst, men tað ringasta sum kann henda nú er, at tað kemur eitt slag av handilskríggi millum londini, sigur Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur Fíggjarkreppa Hilmar Simonsen hilmar@sosialurin.fo Øll tosa um fíggjarkrepp- una, sum herjar kring knøtt- in. Hon byrjaði fyri gott og væl einum ári síðani í USA við støði í nøkrum ótryggum sethúsalánum, sokallaðum sub-prime lánum. Altjóða kreppan hevur nú fingið óhugnaligar avleiðingar í Íslandi. Her heima hava vit verið rímuliga spard fyri ruðuleika higartil, men hvar flóta vit beint nú, spurdu vit Hermann Oskarsson, bú- skaparfrøðing og fyrrver- andi formann í Búskapar- ráðnum. Hevur tú eitt stórt upprørt hav við stórum aldum, so eru vit ein lítil jolla millum stór skip. Vit kunnu enda hvar sum helst. Men tað ringasta sum kann henda er, at tað kemur eitt slag av handilskríggi, har tað sum higartil er bygt upp við frí- um handli og kapitalflutningi verður bumbað langt aftur í tíðina, sigur Hermann Oskarsson. Hann vísir á, at vit sostatt kunnu verða rakt av fíggjar- kreppuni inn gjøgnum bak- dyrnar, hóast vit ikki eru beinleiðis blandað inn í nak- að, sum hevur við kreppuna at gera. Kreppan rakar ikki bein- leiðis nervalagið í føroysk- um vinnulívi, sum er fiski- skapur, men kann raka tann fría handilin og gera tað munandi verri at fáa út- lendskan kapital til Føroya, vísir hann á. Hermann Oskarsson held- ur, at kreppan, sum heim- urin upplivir í løtuni, er ein náttúrlig avleiðing av tí óvanliga vøkstri, sum verið hevur seinastu nógvu árini. Tað er einki at siga til, at tað endar galið fyrr ella seinni, um búskaparvøkst- urin er langt yvir meðal í fleiri ár á rað. Seinastu umleið 100 árini eru heimsins búskapir vaksnir eini 2-3 prosent um árið í meðal, og tað er týðu- ligt, at vøksturin fer ikki langt upp um hetta í longd- ini. Vit trúðu, at KT og globalisering skuldu geva eitt ovurhonds stórt avkast, men tað kom bara ongantíð. Tað vísir seg, at vøkstur er avmarkaður hóast alt, sigur Hermann Oskarsson. Meiri hepni enn klókskapur Í hesum døgum stendur okkara brøðratjóð Ísland at kalla fríum falli, meðan vit hava merkt lítið til kreppuna higartil. So vit spyrja Her- mann Oskarsson, hvat tað er, sum hevur gjørt størsta munin. Tað er fyrst og fremst tann øðiliga uttanlands- skuldin hjá teimum. Tey hava keypt eina rúgvu í út- landinum fyri læntar peng- ar, og tað hevur nærmast gingið ov væl hjá teimum, og lønirnar eru eisini hækk- aðar nógv. Var heimurin ikki farin í svart, so hevði sæð væl út hjá íslendingum, vísir Hermann Oskarsson á. Ein freistast til at spyrja, um føroyingar hava dugað betur enn onnur at ansa eftir, ella um tað er bú- skaparkreppan fyrst í níti- árunum, sum lærdi okkum nøkur ting, sum kemur okk- um til hjálpar nú. Til hetta svarar Hermann Oskars- son: Ja, tað kunnu vit nokk siga. Men eg haldi tó, at vit hava verið meiri heppin enn vitug. Tað hepna er, at vit náddu ikki rættiliga at koma í gongd, áðrenn tað gekk galið. Hevði góða gongdin á heimsmarknaðinum hildið fram í eini tvey ár afturat, so hevði nokk sæð verri út hjá okkum. Fyri bert fáum mánaðum síðani var upp- tøka av uttanlandsláni eitt tað besta, vit kundu gera, heldur Hermann Oskarsson speirekandi fyri. At almennu Føroyar hava meiri ogn enn skuld í út- landinum er ein stórur fyri- munur fyri okkum nú, men hetta kemst neyvan av, at vit hava dugað nógv betri: Hevði búskaparliga fram- gongdin hildið fram, so høvdu føroysku fíggjar- stovnarnir helst gjørt kostn- aðarmiklar íløgur í útland- inum, og tað hevði neyvan sæð skeivt út, so góð støðan var, sigur royndi búskapar- frøðingurin. Hermann Oskarsson held- ur tað vera gott, at tað almenna er sloppið sær av við nógvar tungar byrðar seinnu árini, og í heila tikið væntar hann ikki, at vit fara at verða serliga hart rakt av fíggjarkreppuni, um ikki okkurt heilt óvæntað kemur undan kavi. Vit kunnu ikki vita við vissu, hvat krógvar seg í skuffunum av vánaligum lánum her og har. Bæði Norðmenn og íslendingar hava mist nógvan pening í útlandinum. Men um ikki lík detta út úr skápinum, so sær støðan hampuliga góð út hjá okkum, tí vit eiga meir enn vit skylda í útland- inum, sigur Hermann Oskarsson. Hermann Oskarsson: Handilskríggj størsta hóttanin Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum, heldur, at vit í samband við fíggjarkreppuna hava verið heppin í Føroyum. - Vit náddu líkasum ikki ordiliga at koma í gongd við at læna pengar, áðrenn heimurin fór í svart, sigur hann. vinnan