Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 163 - 25. august 2001 Nr. 163 - 25. august 2001 3 Í morgin, sunnudagin 26. august, fyllir Jákup Joensen, fyrr- verandi útróðrar- maður á Eiði, 70 ár Í morgin fyllir Jákup Joen- sen á Eiði 70 ár. Hann er millum útróðrarmenn og onnur, sum hava havt við føroyska fiskivinnu at gera seinastu fjórðingsøldina, ivaleyst best kendur sum Jákup á Norðsøka. Á Eiði verður hann vanliga nevndur Jákup hjá Elly, sum sipar aftur til móðurnavnið. Sonur Elly og Edvard Joensen - Edvard í Skorini - á Eiði. Hjánavnið komst av, at teir vóru tveir, systkinabørn, sum bóru sama navnið. Uppkallaðir eftir abbanum, Jákupi, sum gekk burtur á útróðri í góðum árum. Sum hjá so mongum før- oyingi varð sjólívið hansara lívsstarv. Hann fór til sjós fyrstu ferð við Austerlitz av Strondum í 1947. Úr Heygsstøð. Og lagnan vildi tað soleiðis, at tá hann mynstraði av aftur Norð- søka seinastu ferð 50 ár seinni, var tað eisini í Heygsstøð á Strondum, hó- ast tað ikki var tilætlað. Pápin, Edvard, var besti- maður við Bartali í Kass av Strondum í ein mansaldur at kalla, og tað gjørdi sjálv- andi, at Jákup byrjaði har. At sleppa við slíkum skipi sum Austerlitz var ikki smávegis. Og seinni er mangan sannað, at góður var lærumeistarin. Ikki er tað so sjálvdan, at hann hevur tikið til, at soleiðis og soleiðis gjørdi ella segði Bartal í teirri ella teirri støðuni. Havi eisini sjálvur hoyrt eldri mann umborð á Norð- søka, sum eisini høvdu verið við Austerlitz, tikið til, at tað sást, hvar Jákup var uppvandur. Tað var við virðing, at tosað varð um Austerlitz. Jákup tók setuskipara- prógv reiðiliga ungur, og stutt eftir eisini longdina. Fyrsta skipið hann førdi, var Trygvi úr Vági. Teir vóru undir Íslandi. Ung manning við einum ein- støkum tilkomnum manni ímillum. Seinni var hann so við trolara og róði eisini út suðuri á Tvøroyri. Í 1959 fór hann at arbeiða á loranstøðini, sum tá varð bygd á Eiði, og varð hann har, til tøknin gjørdi fólkið óneyðugt í 1970. Tá varð aftur farið at rógva út. Fyrst við Njøri, sum Norðís átti. Í 1972 keypti hann saman við øðrum 60 tonsaran Eyst- felli úr Nólsoy, sum teir góvu navnið Norðsøki. At Norðsøki gjørdist lívsverk hansara, er ikki ov nógv sagt. Hann var hans- ara lív fyri at siga tað, sum tað er. Og tað gekk væl. Tá bát- urin varð seldur aftur, hevði hann yvirlivað bæði bú- skaparkreppur og fiska- loysi, og kundi kortini selj- ast uttan at skylda nøkrum nakað. Men tað var mangan hart. Nógvir dagar eru brúktir umborð. Bæði til fiskiskap og eisini til annað arbeiði, sum fyrlgir við. Nógvar eru vøkunæturnar, tá brimið stóð í grasið, og hildið varð vakt umbroð. Tað var ikki sum nú, at góð havn var á Eiði. Nei, farið varð suður í Svínáir, har allur flotin hekk í ein- um betonklossa, sum ikki var pláss við. Soleiðis var lívið. Tað var ikki frídagur, hóast ikki vóru útróðrar- líkindi. Men rímiligt vóru eisini góðir dagar á útróðri. Bæði so og so. Og tað er ikki smávegis, Norðsøki hevur ført til lands hesi árini. Men mangan vóru dagar- nir langir. Minnist at hava borið døgurðan oman á bryggjuna, tá teir komu aftur at landi. Ikki varð farið heim, men bert lagt upp fisk og stampar. Nýggjar stampar umborð og ein mann afturat, so ein alla tíðina kundi hvila seg. Norðsøki hevði ongantíð minni enn fýra mans umborð, tá róð varð út. Umframt vóru so teir, sum egndu uppi á landi. Og tað sást eisini aftur, at nokk var av fólki. Fiskurin varð ordiliga hagreiddur, og fólkið hevði eftir umstøð- unum livilig kor. Tað var so mangan, at hoyra Jákup tosa um, at tað skuldi ikki verið annað enn rímiligt, at teir, sum av- reiddu góðan fisk, fingu betri prís enn teir, sum seld- ur skræpu. Men so varð ikki, fyrr enn uppboðssølan kom. Líka meinkunnugur, hann er á Norðhavinum, er hann kendur á vanligu snelluleiðunum undir Ís- landi. Og ikki eru fáar last- irnar førdar heim haðani. Alt av Stoksnesi til Boðan suður úr Reykjanesi. Og tey fyrri árini, tá loyvt var at fiska tosk, eisini á Eystur- og Norðurlandinum. Tá kreppan var upp á tað ringasta í fyrru helvt av nítiárunum, fór Jákup, saman við øðrum í Tinga- nes at biða lova sær eystur í Barentshavið á saltfiska- veiðu við snellu. Tað var av berari neyð, tí ikki vóru hesir smáu batarnir útgjørdir til slíkar langferðir. Men hinvegin vóru tað júst hesir túrarnir í 1993 og 1994, sum bjarg- aðu teimum árunum. Hung- ur er hvast svørð, og var hetta einasta gongda leiðin tá. Og eisini hesi árini bar til at reka Norðsøka, uttan at tað restaði í. Jákup var formaður í Eiðis Útróðrarfelag í fleiri ár. Sat rættiliga nógv ár í nevnd Meginfelag Útróðr- armanna, og hevði sínar meiningar, sum hann ikki smæddist við at siga hart. Bæði á skrift og í talu. Eisini í øðrum sam- felagsviðurskiftum hevur hann verið virkin. Sat tvey skeið í bygdarráðum og Eiði, eins og hann hevur verið limur í ikki so fáum nevndum, sum settar hava verið í samband við ymisk fiskivinnumál. Men tað slítur at vera út- róðrarformaður,og tá heils- an fór at tala at í seinnu helvt av nítiárunum, varð gjørt av at selja Norðsøka. Tá var júst farið at ganga upp eftir aftur við fiski- skapi undir Føroyum, og var tað tí rætta tíðin at selja. Ikki kann sigast annað, at tað gjørdist søla, sum varð báðum pørtum til gleði. Norðsøki rør enn út á Eiði. Raskir men hava keypt, og gongur tað væl og fer vónandi at gera tað eisini í framtíðini. Jákup er ikki mynstraður meira av enn so, at hann enn hevur eina ávísa kenslu fyri bátinum. Hann egnir, tá ein løta er, og annars einki annað, sum er meira neyð- ugt, er at gera. Í aðrar mátar eru tað veðrarnir, føroyski dansur- in, Norrøna Felagið og hvat ein pensionistur nú kann finna uppá, sum dregur. Men heimafronturin hev- ur eisini verið drúgvur. Marna hevur sanniliga ikki lagt sín part eftir. Tað hava tey mongu, sum komin eru á gátt, bæði í privatum al- mennum ørindum, sannað. Ivaleyst verða tey eisini fleiri, sum fara at vitja tykkum sunnudagin. Tær verður ynskt hjarta- liga tillukku við teimum sjeyti árunum við vón um nógv virkin ár í komandi tíðum. Edvard NØVN Í VIKUNI Ein útróðrarmaður fyllir sjeyti C M Y K 3 2