leygardagur 25. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 163 - 25. august 2001
Nr. 163 - 25. august 2001
5
– Eg havi fingið til
uppgávu at byggja
nýtt suðuroyarskip og
tí má eg eisini fáa
pening at gjalda tað
fyri, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýr-
ismaður. Hann held-
ur, at serligir útvegir
mugu finnast fyri at
finna fígging til
skipið
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Tað verður eitt tungt hoyggj
at draga at fáa hetta rokni-
stykki at ganga upp.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður í vinnumálum
hevur fingið eitt ringt
pusslispæl at leggja.
Hann
hevur
fingið
ábyrgdina av at byggja eitt
nýtt Suðuroyarskip, sum er
mett at kosta 305 milliónir
krónur.
Men harumframt krevur
hetta skipið, at nýggj havn
verður bygt í Suðuroy fyri
50-75 milliónir. Oman á alt,
hevur Løgtingið eisini sam-
tykt, at Smyril skal sigla á
Vág og har er eisini neyð-
ugt at byggja havnina út,
men tað skal gerast sum ein
partur av aðrari havnaút-
bygging, alt tað arbeiðið
kostar góðar 20 milliónir.
Suðuroyarferjan verður
liðug í 2004 og tá skulu
havnaviðurskiftini
eisini
verða komin í rættlag fyri
at skipið skal kunna leggja
at – og liggja trygt.
Bæði
Strandferðslan,
Landsverkfrøðingurin og
umsitingin í Vinnumála-
stýrinum hava mælt til, at
havnirnar verða bygdar út,
so at tær eru lidnar, sam-
stundis sum skipið er lið-
ugt.
–
Tilsamans
kostar
nýggja suðuroyarskipið og
havnaútbyggingarnar einar
360- 380 milliónir, sum
allar skulu betalast tey
næstu trý, fýra árini, sigur
Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at í ár hevur
Vinnumálastýrið 130 milli-
ónir til taks til útbyggingar
og tað verður neyvan meiri
tey komandu árini.
– Tískil er greitt, at suð-
uroyarskipið og havnirnar
fara avstað við tí allarmesta
av tí, sum vit hava til taks
yvirhøvur.
Hann vísir á, at sam-
stundis eru onnur arbeiðið í
gerð, sum tað ber illa til at
steðga.
Hann heldur tí, at tað er
ómøguligt at byggja skipið
innanfyri teir íløgukarmar,
sum eru lagdir.
Men hann leggur afturat,
at fyri honum er ongin ivi
um, at nýtt skip skal byggj-
ast.
– Og politisk viljin er at
byggja hetta ávísa skipið –
og tað verður bygt.
Finna eina loysn
Landsstýrismaðurin sigur,
at hann tí hevur skotið upp
at gera suðuroyarskipið til
eina serliga íløgu og at
leggja hana uttanfyri van-
liga íløgukarmin.
Hann sigur, at hetta letur
seg gera, uttan at tað fær
búskaparligar avleiðingar
fyri samfelagið.
– Hetta er eitt skip, sum
verður bygt uttanlands og
tað fer hvør króna uttan-
lands. Hetta er tí ikki ein
íløga, sum fer at hita bú-
skapin, ella at hava nakra
sum helst ávirkan á annan
hátt.
– Skal hetta skipið takast
við íløgukarmin, merkir
tað, at alt annað má leggjast
stilt í trý, fýra ár og tað ber
ikki til, tí tær íløgurnar, vit
gera, eru ógvuliga avmark-
aðar frammanundan. Skulu
vit stara okkum blind upp á
íløgukarmin,
mugu
vit
velja antin suðuroyarskipið,
ella aðrar útbyggingar, tí
bæði fáa vit ikki.
Ein vissur orðadráttur
hevur verið í samgonguni
um um, hvussu skipið skal
fíggjast, men landsstýris-
maðurin heldur, at partarnir
eru farnir at nærkast hvørj-
um øðrum.
Enn veit hann ikki, hvør
loysnin verður. Men hann
sigur, at hann góðtekur
ikki, at hann fær eina upp-
gávu at loysa, uttan at fáa
pening at loysa hana fyri.
Og hann ivast heldur ikki í,
at ein loysn verður funnin.
– Tess meiri eg hugsi
um tað, tess minni
fortreð havi eg av, at
tað kostar so nógv,
sigur Karsten
Hansen, landsstýris-
maður í fíggjarmál-
um
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
– Tað verður onki problem
at finna fígging til tað
nýggja suðuroyarskipið.
Tað er Karsten Hansen,
landsstýrismaður í fíggjar-
málum, púra sannførdur
um.
Hann sigur, at tað er ong-
in ivi um, at skipið skal
byggjast og at tað verður
heldur ongin ivi um, at
fígging verður funnin til
tað.
– Nú er tað óvist, hvussu
nógv, skipið fer at kosta,
tað kann einsvæl kosta 250
millíónir, sum tað kostar
omanfyri 300 milliónir.
Men Karsten Hansen
heldur framvegis ikki, at
nýggi Smyril skal gerast til
eina serliga íløgu, sum skal
leggjast uttanfyri vanliga
íløgukarmin hjá landinum
upp á slakar 200 milliónmir
um árið, hóast nýggja Suð-
uroyarskipið fer avstað við
meiri enn helvtini av øllum
íløgunum tey næstu trý
áríni.
– Tað ber væl til at fíggja
skipið innanfyri íløgukarm-
in, sigur hann.
Hann vísur á, at ein lang-
tíðar íløguætlan er gjørd og
á henni eru tilsamans 240
milliónir settar av til nýtt
suðuroyarskip í árunum frá
2000 til 2004.
Í ár eru 30 milliónir settar
av. Minnist meg rætt, eru
85 milliónir settar av til
endamálið í 2002 og aftur
85 milliónir í 2003 og rest-
in er sett av í 2004.
– Kostar skipið 300 milli-
ónir, skulu sostatt 60 milli-
ónir finnast afturat tey
næstu trý árini, ella 20
milliónir um árið.
Hann sigur, at tær 30
milliónirnar, sum eru settar
av til skipið í ár í ár, verða
ikki brúktar.
– Og eg dugi ikki at
síggja nakran sum helst
forðing í at fáa tær fluttar til
tey bæði komandu árini, so
at vit hava 100 milliónir til
skipið í 2002 og 2003.
– Hann sigur eisini, at
longu nú er tað greitt, at all-
ar útbyggingar, sum ætlan-
in var at gera í ár á ymsum
økjum, verða ikki gjørdar
kortini.
– Vit eru í løtuni í ferð vit
at fáa fulla greiði á, hvørjar
av teimum ætlaðu útbygg-
ingunum í ár, ikki verða
gjørdar kortini.
Hann sigur, at fyribils
metingar siga, at tað eru
íløgur fyri einar 40-50
milliónir, sum ætlanin var
at gera í ár, men sum ikki
verða gjørdar kortini.
– Tá ið vit hava fingið
greiði á tí, fara vit eisini at
kanna, hvørjar av íløgun-
um, sum ætlanin var at gera
næsta ár, kunnu framskund-
ast til í ár, so at tær kunnu
verða gjørdar fyri avlops-
peningin í ár ístaðin.
– Sostatt fara vit at kanna
eftir um tað ikki ber til at
býta um, og at flyta íløgur
ímillum árini, so at vit fáa
bygt skipið, uttan at broyta
tann samlaða íløgukarmin
og tað ivist eg onga løtu at
vit fáa.
Ein munandi
vinningur
Karsten Hansen sigur, at
hann kann gott vera samdur
í, at nýggja suðuroyarskipið
er ein serlig íløga.
– Sum sum støðan í sam-
felagnum er hesi árini, er
tað júst ein stórur vinning-
ur, at heili 50% av samlaða
íløgukarminum fara til eitt
endamál, sum ikki ávirkar
búskapin,
men
verður
brúktur til eitt skip, sum
verður bygt uttanlands.
– Hevði støðan í samfel-
agnum verið tann, at tað var
neyðugt at seta arbeiði
ígongd, hevði støðan verið
ein heilt onnur, sigur Karst-
en Hansen.
Tí er hann framvegis av
teirri sannføring, at suður-
oyarskipið skal fíggjast
innan tann íløgukarm, sum
er lagdur.
– Samanumtikið er hetta
ein spurningur um at stýra
samfelagnum, so at tað eis-
ini verður livandi her um 5
ella 10 ár, sigur Karsten
Hansen.
Og hann leggur afturat, at
hjá honum er nýggja suður-
oyarskipið raðfest allar
ovast tey næstu árini.
– Vit tosa um tunlar og
hvørt av sínum. Men hetta
er sjálvur »tunnilin« til
Suðuroyar og tað er avgjørt
neyðugt at tað verður gjørt
fyri at fáa Suðuroynna
krøkta upp í restina av
landinum, so at suður-
oyingar kunnu liva á jøvn-
um føti við okkum onnur.
Nýggi Smyril: Ringt at fáa pusslispælið
at ganga upp
Tað verður eitt ringt
pusslispæl at fáa at ganga
upp at finna fígging til
nýggju suðuroyarferjuna.
Men politiski viljin er til at
byggja hetta skipið, og tað
verður bygt, so fíggingina
finna vit eisini, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismaður
í Vinnumálum
Onki problem at fíggja nýggja suðuroyarskipið
– Hjá mær er nýggja suðuroyarskipið raðfest allar ovast tey
næstu árini og tað verður onki problem at finna fígging til tað,
sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Bygdaráðið heldur
tað verða óforsvarligt
við tveimum skúlum í
Mikladals kommunu,
og avgerðin hjá teim-
um viðvíkjandi
skúlanum á Trølla-
nesi er endalig
SKÚLASTRÍÐ
Eyðun Klakstein
Bygdaráðið í Mikladali
hevur tikið sína avgerð um
skúlan á Trøllanesi, og tann
avgerðin verður ikki broytt.
– Vit hava nú í nógv ár
satsað upp á skúlan í
Mikladali, og vit halda, at
tað er óforsvarligt nú at fara
at gera skúlan á Trøllanesi í
stand eisini, sigur Christian
Andreasen, sum er ein av
teimum trimum bygdaráðs-
limunum
í
Mikladals
kommunu.
Hinir báðir limirnir í
bygdaráðnum eru burtur-
staddir í løtuni.
– Skúlin í Mikladali er í
góðum standi, og vit hava
til dømis keypt teldur til
skúlan. Hinvegin er skúlin
á Trøllanesi ikki hildin sum
skúli seinastu mongu árini,
og vit halda ikki, at tað er
ráðiligt fyri kommununa at
fara at seta hann í stand nú,
sigur hann.
Kláraðu einki sjálvi
Nýggja
bygdaráðið
í
Mikladali kolldømdi av-
gerðina
hjá
fráfarandi
bygdaráð um at lata skúlan
á Trøllanesi uppaftur.
–
Gamla
bygdaráðið
hevði málið um skúlan á
Trøllanesi fyri í 1997, men
tað varð tað felt, og einki
varð gjørt við skúlan øll
hesi árini. Á seinasta fund-
inum áðrenn tey løgdu frá
sær, avreiddu tey hetta
málið, sum tey ikki kundu
semjast um, til nýggja
bygdaráðið, sigur Christian
Andreasen
– Fólk á Trøllanesi still-
aðu ikki upp til komm-
unuvalið, og tey atkvøddu
blankt á valinum. Tí hava
tey sjálvi sett seg uttan fyri
ávirkan og standa nú á
síðulinjuni og krevja nakað,
sum tey ikki sjálvi kláraðu
at fáa í lag, sigur Christian
Andreasen.
Trøllanesfólk
høvdu
meirilutan í gamla bygda-
ráðnum, meðan tað einans
eru fólk úr Mikladali, sum
nú eru í bygdaráðnum.
Skeiv mannagongd
Christian Andreasen held-
ur, at skeiv mannagongd er
brúkt í málinum um skúlan
á Trøllanesi.
– Tá Torbjørn Jacobsen
tók avgerðina um at lata
skúlan á Trøllanesi upp-
aftur, visti hann um støðuna
hjá
bygdaráðnum.
Vit
høvdu sagt honum frá okk-
ara avgerð, og hann fekk
eisini
grundgevingarnar
fyri avgerðini, sigur Christ-
ian Andreasen.
– Hóast tað tekur hann
avgerðin um at lata skúlan
uppaftur, og tað halda vit er
púra burturvið, sigur hann.
Christian
Andreasen
staðfestir, at teirra avgerð
er endalig, og at einki
verður gjørt meira við
málið.
Hvat so við børnunum,
sum eru tikin úr skúlanum?
– Tað fáa vit sum bygda-
ráð einki gjørt við. Vit hava
sent
fráboðanina
til
myndugleikarnar, og teir
mugu taka sær av tí, sigur
hann.
– Skúlagongdin á Trølla-
nesi hevur riggað sera væl
øll hesi árini, og tí er eingin
orsøk at broyta hetta.
Sama íløgu
Christian Andreasen held-
ur, at búskaparpolitikkurin
í landinum forðar fyri, at
skúlin á Trøllanesi skal
gerast í stand og takast í
nýtslu.
– Landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum sigur, at tvær
kommunur, sum eru grann-
ar, skulu ikki gera somu
íløgu, men heldur sam-
starva um tær. Í hesum
førum er talan um at gera
somu íløgu á tveimum
støðum í somu lítlu komm-
unu, og tað kann ikki verða
rætt,
sigur
bygdaráðs-
limurin í Mikladali.
– Vit halda, at hetta málið
varð avgreitt fyri langari tíð
síðani, og tað visti Menta-
málastýrið av. Tí er tað
løgið, at teir nú mæla til at
lata skúlan á Trøllanesi
uppaftur, sigur Christian
Andreasen.
Tað er ikki bara í
Noregi
at
Haakon
Magnus giftist leygar-
dagin. Seinastu tíðina
hava vit sæð lýsing í
bløðunum, at eitt brúd-
leyp verður í Leirvík
leygardagin og her eit-
ur brúdgómurin júst tað
sama sum norsku krún-
prinsurin. Hann er eis-
ini er eisini føddur
sama dag sum norski
krúnprinsurin og hann
er ættaður úr Kollafirði.
je
Føroyskur Haakon
Magnus giftist eisini
Avgerðin er endalig
Bygdaráðið í Mikladals
kommunu hevur avgjørt, at
skúli skal bara verða í
Mikladali og ikki á
Trøllanesi, og tann avgerðin
er endalig
Donku syskini Anders
og Lotte Glob fara
komandi
mánan,
at
hava eina keramikk- og
málningaframsýning í
norðurlandahúsinum.
Í meðan Anders Glob
býr Danmørk, hevur
Lotte Glob búðleikast í
Skotlandi í mong ár.
Bæði eru tey sera
náttúru áhugaði, og
sæst aftur á verkum
teirra.
Anders Glob hevur
havt framsýningar í
Danmørk síðan 1964,
meðan Lotte Glob eis-
ini verið uttanlanda við
verkum síðnum, í á-
víkavist USA, New
Zealandi, Skotlandi og
Írlandi.
Framsýningin byrjar í
dag kl. 14.00 og er í
húsinum til og við
sunnudagin 23. septem-
ber.
Keramikk- og
málningar
Rólant W. Dam
Aftur í ár gevur Føroya
Skótaráð eina bók. Bókin
»Skóti 2001/2002« er
eitt sera hent amboð.
Í bókini er millum ann-
að álminakkin, upplýs-
ingar um fyrstuhjálp,
ymiskir knútar, hvussu
ein skal nýta kort og
kumpass,
skótasangir,
morsi talvan og mangt,
mangt annað.
»Skóti 2001/2002« er
prentað í 2000 ein-
tøkumlatin øllum skótum
í Føroyum.
Í novembur 2000 gjørdi
ungdómsblaðið Krydd
hjá Dimmu av at gera
eina stuttsøgukaping fyri
ung undir 30 ár. Vinnarin
av hesi kapping gjørdist
»Russiskur dansur« eftir
Marjun Kjælnes, og nú
eitt lítið ár seinri eru 9 av
teimum 38 innsendu
stuttsøgunum savnaðar
saman til eitt stuttsøgu-
savn.
Bóklingurin ið kallast
»Russiskur dansur - eitt
stuttsøgusavn« kostar 50
krónur og kemur í bók-
abúðirnar í dag.
Lummabók til skótar
Rólant W. Dam og Birita
H. Christiansen
Russiskur dansur
Birita H. Christiansen
C
M
Y
K
5
4