Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 163 - 25. august 2001 Nr. 163 - 25. august 2001 7 Tíðindaskriv Tónleikasamtakið Grót heldur áfram við kon- sertunum kring landið. Hetta vikuskiftið vera konsertir bæði í Klaks- vík og í Havn. Tríggir bólkar, Clickhaze, Flux og Diatribes fara á pallin. Í Klaksvík spæla Clickhaze og Flux, og í Havn spæla Flux og Diatribes. Allir hesir bólkarnir eru sera virknir á tón- leikaliga økinum í løt- uni. Clickhaze dríva á at venja til tey fara í Lundgaard studio at taka upp hin 03. september. Talan er um eina viku í studio, og Clickhaze vóna at fáa minst try til fyra løg í kassan, alt eftir hvussu væl alt gongur. Upptøkurnar í Lund- gaard studio eru partur av vinninginum frá Prix Føroyar finaluni 2001, ið Clickhaze vunnu. Flux fara mikudagin 29. august til Grønlands á konsertferð. Flux hava síðani Prix Føroyar út- viklað seg rættiliga nógv. Fyrst og fremst er guitarsnillingurin Ras- mus Rasmussen komin vid í bólkin. Hetta hoyrist aftur tónleik- inum, og nýggja sam- starvið millum Rasmus og hinar í Flux riggar sera væl. Flux hava gjørt hópin av nyggjum tilfari síðani Prix finaluna og eftir hesar bádar kon- sertirnar eru teir also á veg til Grønlands. Diatribes vóru við í grót harða undanumfar- inum í Prix-kappingini í Vági, tá Clickhaze vunnu og Tyr gjørdust nummar tvey. Hóast tað ikki eydnaðist at koma í finaluna, hava Diatribes tó ikki lagt seg afturá at letast. Teir hava vant nógv og eru nú í gongd við at gera eina fløgu, sum verður upptikin í Føroyum. Konsertirnar vera í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 22 og í hølunum hjá Grímu í Havn (Gamla Meiarí- num), leygarkvøldið kl. 22.00. Grót rullar í Klaksvíkini og Havnini hetta vikuskiftið Hóast talið av ferða- fólki, sum koma til Føroya, er vaksandi, so skulu Føroyar ikki meta seg sum nakran risa í ferðavinnu høpi. Hetta sigur Anders Sørensen frá Bornholms Forsk- ningscenter, ið hevur gjørt eina frágreiðing um føroysku ferða- vinnuna FERÐAVINNA Heri á Rógvi Hesi seinastu tvey árini hevur Bornholms Forsk- ningscenter kannað føroy- sku ferðavinnuna. Úrslitið av kanningunum eru tvær fylgjandi frágreiðingar. Tal- an er um sokallaðar »Steam« rapportir. Hetta slagið av frágreiðinum verður nýtt í nøkrum øðr- um londum eisini. Hini londini, har »Steam« frágreiðing er gjørd, eru m.a. Suður Afrika, Skot- land og England. Hetta slagið av kanningum er rættiliga sermerkt, og byggir hetta á formlar, sum kanska ikki ein og hvør dugur at skilja. Í Føroyum hava Petur Zachariassen, Jógvan Mørkøre og Bjarni Olsen mett um frágreið- ingin er eftirfarandi. Tað var Ferðaráð Føroya, sum heitti á hesar tríggjar at hyggja nærri at frágreið- ingini, tá hesir verða mettar sum serkønir. Anders Sørensen, sum umboðaði Bornholms Forskningscenter á einari verkstovu í vikuni, sigur, at teir í einari slíkari kanning royna at hava lokala servitan við í kanningar- arbeiðinum, og tað hava teir eisini gjørt hesuferð. Henda seinasta »Steam« frágreiðingin er gjørd útfrá kanningum og hagtølum í tíðarskeiðinum mai 2000 til apríl 2001. Samanborið verður í seinastu frágreið- ingini við hina undarfarnu frágreiðingina, sum varð gjørd fyri tíðarskeiðið mai 1999 til apríl 2000. Høvuðstølini vísa eisini eitt rák, sum sigur okkum so mikið, at fleiri fólk leggja leiðina til Føroya. Talið av ferðandi til Føroya er, sambært frágreiðingini, voksið við 21 %, og nýtslan er voksin við 12%. Hóast positivu gongdina, so heldur Anders Sørensen framvegis, at Føroyar eru at meta sum eitt lítið ferða- vinnuland. Hann sammetur Føroyar við Bornholm, sum hevur fleiri enn 500.000 ferðandi um árið. Greitt er sjálvandi, at Born- holm hevur ávísur fyri- munir í mun til Føroyar, men Anders Sørensen held- ur framvegis, at Føroyar eru lítið ferðamannaland. Fylgja við Henda seinasta frágreiðing- in er sum áður nevnt skrivað útfrá tíðarskeið- inum mai 2000 til apríl 2001. Anders Sørensen sigur, at talan er um eina sokallaða kvantitativa og representativa kanning, sum fyrst og fremst vísir á, hvussu rákið er. -Tað er torført at koma við teimum hundrað pro- sent røttu tølunum, tá vit ikki spyrja hvønn einasta ferðandi, um hvør hann ella hon er, ella hvat hann ella hon nýtir av pengum. Frágreiðingin byggir á hagtøl og kanningararbeiði. Kanningararbeiði er serliga gjørt við at nýta spurnar- bløð. Eisini eru hagøtl savanaði ymstastaðni frá. - Alt í alt eigur henda frágreiðingin at vísa eina mynd, hvussu støðan er hjá ferðavinnuni í Føroyum. Somuleiðis eigur frágreið- ingin at siga, hvussu rákið er, sigur Anders Sørensen, sum er útbúgvin fólka- lívsfrøðingur. Beinleiðis og óbenleiðis À tí fíggjarligu síðuni ger henda seinasta kanningin upp, hvat hesi hesi góðu ferðafólk leggja eftir seg, t.e nýtslan hjá teimum, sum í frágreiðingini verður rópt beinleiðis nýtsla. Somu- leiðis verður vist á ta so- kallaðu óbeinleiðis nýtsl- una, sum hesi somu ferð- andi hava. Beinleiðis nýtslan byggir eisini á kanningar við spurnarbløðum og somu- leiðis eisini hagtøl. Hin faktorurin, nevniliga tann óbeinleiðis nýtslan, er heldur torførari at máta, men hetta byggir í høvuðs- heitum á tær íløgur og tann kostna, sum verður knýttur at árinunum av ferða- vinnuni. Hetta snýr seg eitt nú um byggingar- og umvælingararbeiði, sum kann verða sett í sambandi við hesi somu ferðandi. Bæði tann beinleiðis og óbeinleiðis nýtslan eru voksnar ávíkavíst 11 og 12 prosent. Samlaða effektin er, sambært frágreiðingini, 183 mío kr. Tað skal viðmerkjast í hesum sambandi, at inn- tøkur frá ferðaseðlum ikki eru við í tølunum yvir fíggjarligu effektina. Fleiri vilja vera við, at hetta talið, 183 mío, eigur at verandi munandi hægri. Anders Sørensen avvísir heldur ikki, at tølini kanska eru hægri, men frágreið- ingin er bygd á rættiliga »konservativ tøl«, og tað er fyrst og fremst rákið, sum vit eiga at leggja okkum eftir, sigur Anders Søren- sen. Útisetar Hyggja vit nærri eftir teimum, sum ferðast til Føroya, so sæst, at talið er hækkað við 9% í mun til seinastu frágreiðingina hjá. Frá mai 2000 til apríl 2001 hava 40.481 vitja oyggj- arnar. Broytingin skyldast, sambært Anders Sørensen, mestir einari øking av sokallaðum feriugestum. À øllum økjum uttan tí, sum verður rópt »Ikke- serviceret indkvartering« er ferðafólkatalið hækkað. Tað, sum kanska er eitt sindur misvísandi, er, at av teimum gott 41.000 ferð- andi, so eru 17.382 av teimum ferðandi, ið verða bólkaði undir »ophold og familie og venner«. Hetta tal er sett at vera konstant fyri hesar báðar seinstu frá- greiðingarnar. Bróðurpart- urin av hesum fólkunum eru mestir útisetar, har kanska størsit parturin er lesandi og føroyingar, sum starvast í øðrum londum. Bornholms Forskningscenter: -Føroyar eru eitt ógvuliga lítið ferðamannaland Anders Sørensen frá Born- holms Forskningscenter, her avmyndaður saman við Biritu Nolsø frá Ferða- ráðnum, heldur ikki ferða- vinnuna í Føroyum vera nakað serliga stóra. Føroyingar skulu yvirtaka danska skip- aeftirlitið í Føroyum 1. januar komandi ár. Jørgen Niclassen, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at nýggi stovnurin skal vera í Vágum. Fiski- málastýrið fer í næst- um at søkja eftir stjóra til nýggja Skipaeftirlitið YVIRTØKA John Johannessen Politisk semja er fingin í lag við danir um at miðja eftir, at Skipaeftirlitið verð- ur yvirtikið 1. januar kom- andi ár, eins og løgtingið hevur samtykt. Og við grundarlag í hes- um, hevur Jørgen Niclas- sen, landsstýrismaður í fiski- og sjóvinnumálum, gjørt av, at nýggi føroyski stovnurin skal vera í Vágum. Tríggir samráðingarfund- ir hava verið við danskar myndugleikar um yvirtøk- una av Skipaeftirlitinum, og landsstýrismaðurin met- ir samráðingarnar vera komnar so mikið langt, at hann í næstum fer at søkja eftir stjóra til føroyska Skipaeftirlitið. Stjórin skal longu setast 1. oktober. Liður í økismenning Jørgen Niclassen, lands- stýrismaður, sigur, at av- gerðin um at leggja nýggja Skipaeftirlitið í Vágum er liður í skipaða økismenn- ingarpolitikkinum hjá landsstýrinum. Landsstýrismaðurin vísir á, at trygdarskeiðið fyri sjó- menn er í Klaksvík, at Almanna- og Heisluskúlin er lagdur í Suðuroynni, at innkrevjingin til Barns- burðargrunnin er løgd í Suðuroynni, at skattainn- krevjingin fyri oljuvinnuna skal vera í Suðuroynni og í Norðoyggjum, at MRCC- støðin skal vera í Havn, at Stuðulsstovnurin skal vera í Eysturoynni, at Lista- og Tónleikaskúli skal vera á Sandoynni og at umsitingin í sambandi við frítíðarløn skal vera í Suðuroynni. Eftir at hava sitið og spælt sær við at seta hesar eindir sum matadorhús á eitt Føroyakort, er lands- stýrismaðurin komin til tað niðurstøðu, at Vágoyggin er tann einasta, sum stendur ber, og tí heldur hann tað vera heilt náttúrligt at leggja Skipaeftirlitið har. Men valár er, og Jørgen Niclassen er sjálvur úr Vágum. Tí er hugsandi, at avgerðin hjá landsstýris- manninum er valagn. Hesum vísir Jørgen Niclassen tó aftur. – Tað er torført at gera av, hvar ein slíkur stovnur skal vera. Tí alt hevur verið lagt kring Havnina fyrr. Vit kundu gjørt av at lagt Skipaeftirlitið onkra aðra- staðni. Men so hevði Vág- oyggin staðið eftir, sum tann einasta oyggin, ið ong- an stovn fekk. – Eg haldi, at vit við at leggja Skipaeftirlitið í Vág- um prógvað, at landsstýrið hevur arbeitt fyri økis- menning kring alt landið, sigur Jørgen Niclassen. Bert praktiskir trupulleikar Tað krevur nógv fyrireik- ingararbeiði at stápa eitt føroyskt Skipaeftirlit upp á beinini, tí nógvir lógar- tekniskir spurningar eru, sum greiða skal fáast á, eins og samstarvsavtalur skulu gerast við danir. Men politisk semja er fingin í lag við danir, um at teir skulu hjálpa at, tað teir kunnu, so vit fáa eitt føroykst Skipaeftirlit. Og tær samráðingarnar, sum nú fara fram, eru millum embætisfólk og snúgva seg um tekniskar spurningar. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur ikki hug neyvt at útgreina og seta vekt á, hvørjir eru teir størstu praktisku og lógarteknisku spurningar- nir, ið skulu útgreinast. Men hann ger greitt, at arbeitt verður við fullum seglum fyri at hava alt klárt, so Skipaeftirlitið kann yvirtakast 1. januar 2002, eins og løgtingið hevur samtykt. Tó torir Jørgen Niclassen ikki at lova, at Skipa- eftirlitið verður yvirtikið júst 1. januar. – Vit arbeiða sum sagt við fullum seglum. Men stutt tíð er eftir til 1. januar, og vit skulu finna høli, fáa starvsfólkaviðurskiftini upp á pláss og so fram- vegis. So eg tori einki at lova, sigur Jørgen Niclas- sen. Í sambandi við ætlaðu yvirtøkuna av Skipaeftir- litinum hava summið ivast í, um slakað fer at verða í minstukrøvunum. Men Jørgen Niclassen vissar um, at trygdin fer at verða sett í hásæti við einum føroyskum skipa- eftirliti. – Krøvini fara tó helst at verða lagað eitt sindur til føroysk viðurskifti. Danska Skipaeftirlitið setir strong krøv til ferjur og farmaskip, meðan tað setur linari krøv til smábátar, meðan krøvini í Íslandi eru hørð til smábátar. Hetta kemur av, at danir hava so nógvar ferjur og farmaskip og fáar smábátar. Í Føroyum hava vit nógvar smábátar, og fer eitt føroyskt eftirlit tí helst at seta strangari krøv til smábátar, enn tað verandi danska, greiðir Jørgen Niclassen frá. Í sambandi við trygdina ætlar Jørgen Niclassen, at Føroyar skulu fáa atlimaskap í IMO, ið er altjóða stovnurin, ið setur minstukrøvini fyri trygd umborð á skipum. Danir skulu hava fund við IMO í London í oktober, og har vera føroyingar við, fyri at kanna møguleikan fyri atlimaskapi. Í løtuni eru tað bert tvey lond, ið hava fingið atlimaskap í IMO. Tey eru Hong Kong og Makao. Men Jørgen Niclassen vónar kortini, at tað fer at bera til hjá føroyingum. Atlimaskapur í IMO merkir, at vit fáa øll rættindi og allar skyldur, sum limalondini hava, men at vit ikki fáa atkvøðurætt. Trygd á altjóða støði Skipaeftirlitið verður í Vágum Vágoyggin er einasta oyggin, sum ongan almennan stovn hevur fingið tey seinastu árini. Tí hevur Jørgen Niclassen gjørt av, at føroyska Skipaeftirlitið skal vera í Vágum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 7 6