mikudagur 15. oktober 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 198 - 15. oktober 2008
Elin D. Næs hevur
stovnað fyritøkuna
gangmeti, ið veitir
ráðgeving innan
kostvanar
Kostur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Elin D. Næs í Hvalba hevur
stovnað fyritøkuna Gagn
meti. Elin er útbúgvin kost
ráðgevi og ætlar sær eisini
at hava virksemi í Havn.
Hon
sigur,
at
nú
í
byrjanini fer hon at hava
góð tilboð, og at hesi eru
galdandi fram til jóla.
Ráðgeving
Elin D. Næs sigur um
arbeiðsgongdina, at vanliga
seta viðskiftafólk seg í
samband við kostráðgevan.
Eitt spurnarblað verður so
útfylt, har kostvanar verða
umrøddir.
Kostráðgevin
arbeiðir so við hesum og
kemur við ráðgeving um,
hvussu
betringar
kunnu
gerast. Eftir nakrar vikur
hittast
viðskiftafólk
og
kostráðgevi síðani aftur at
vita,
um
broytingar
í
kostinum hava gjørt mun.
Kostráðgeving er við
komandi, um trupulleikar
eru við t.d. blóðsukrinum,
vantandi orku í gerandis
degnum, um ein vigar ov
nógv ella ov lítið ella um
trupulleikar eru við strongd,
vantandi imunverju ella
ovurviðkvæmi, sigur Elin
D. Næs.
Um kroppurin ikki fær
tað, ið honum nýtist, so
kann hann ikki útinna tað,
ið hann skal. Hetta kann í
ringasta føri elva til sjúku.
Men eisini tey, ið bara hava
ynski um at broyta kost
vanar, kunnu fáa hjálp frá
kostráðgeva, leggur stovn
arin av Gagnmeti dent á.
Vanliga virkisøkið hjá
einum kostráðgeva, ar at
ráðgeva virkjum, barna
gørðum, skúlum og skipað
verður eisini fyri skeiðum
og fyrilestrum.
Leygardagin 18. oktob
er verður country
konsert í Norður
landahúsinum. Har
fara tríggir av okkara
fremstu countrysang
aranum at syngja. Tey
eru: Hallur Joensen
úr Klaksvík, Ragnar
í Vík, Haldórsvík og
Rannvá Vesturklett úr
Tórshavn
tónleiKur
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Hall kenna vit frá fløguni
"Pickin' Time in Nashville",
sum í fyrsta umfari seldi
uml. 4000 eintøk. Hetta er
eitt framúr høgt tal í Før
oyum í dag. Sangurin,
"Give my love to Rose", er
higartil
komin
upp
á
nummar 2 á evropiska
countryhitlistanum,
so
Hallur er bara eitt stig frá
ovasta toppinum.
Í Føroyum er mest spældi
sangurin hjá Halli óivað
"Kyss
ein
eigil
hvønn
morgun".
Ragnar
Ragnar í Vík hevur givið
tríggjar fløgur út. Tvær við
countryløgum á enskum og
seinasta
fløga
hansara,
"Lagnulogin", er á føroysk
um við orðum og løgum,
sum Ragnar sjálvur hevur
gjørt. Ragnar er heldur ikki
ókendur á evropiska coun
tryhitlistanum, og á kon
sertini verður tað sjálvandi
mest countrysangir á ensk
um, ið Ragnar fer at syngja,
men okkurt lag av nýggju
fløguni verða eisini spælt.
Rannvá
Mánamorgun,
aftaná
at
countrydansur hevði verið í
Ítróttarhøllini á Hálsi síðst í
januar
mánað,
fingu
vertirnir í morgunsendingini
hjá Kringvarpi Føroya eitt
sms við hesum spurningi:
Hvør var handan kvinnan,
ið sang so einastandandi
væl í dansinum leygar
kvøldið? Og svarið var,
Rannvá Vesturklett.
Tá Rannvá var yngri,
sang hon í gentukórinum
hjá Paula í Sandagerði, og
tey, sum plagdu at hyggja at
jólaløtuni í SVF seinast í
áttatiárunum, minnast hana
saman við Arinu Bishof og
Elis Poulsen sum jólamanni,
syngja sangin " Koyr okkurt
í mína hosu". Sangurin er á
kasettubandinum "Í Jóla
hýri", sum kom út í 1987.
Seinnu árini hevur Rannvá
sungið til dans við vælu
mtókta countrybólkinum
Twiligt, og hevur eisini
sungið á einum av country
túrunum hjá Norrönu.
Góðir tónleikarar
Tónleikararnir á konsertini
vera Ólavur Øster solo,
Pauli
Magnussen
bass,
Jónleif Jensen trummur,
Daniel Nilesen fiól, Petur
Hermansen steel og Joan
Petur Hansen, betur kendur
sum
Peddi,
mandolin.
Hallur og Ragnar spæla
sjálvir rútmu til teirra
framførslur
og
Robert
Magnussen spælir rútmu til
framførsluna hjá Rannvá.
Nógvir føroyingar hava
verið á konsert í Grand Ole
Opry í Nashville. Við
nevndu sangarum og tón
leikarum ber til at uppliva
rætt Nashville huglag í
Norðurlandahúsinum.
Atgongumerkir á 275 kr
fásat á Shellstøðini við
Streymin, Statoilstøðini í
Sørvági, í Kunningarstov
unum í Runavík, Klaksvík
og Tórshavn.
Í Norðurlandahúsinum og
á www.nlh.fo Eisini kann les
ast um tiltakið á heimasíðuni
www.faroesound.com
Ragnar, Hallur og Rannvá
á countrykonsert
Gagnmeti veitir ráðgeving
um betri vanar
Elin D. Næs í Hvalba hevur
stovnað fyritøkuna Gagnmeti.
Elin er útbúgvin kostráðgevi
og ætlar sær eisini at hava
virksemi í Havn
VB/Sumba
tekur innan-
durakapping
uppaftur
Í mong ár var inn
andurakappingin
hjá VB stórfingin
endi á kappingar
árinum í fótbólti.
Nú verður roynt at
fáa lív í aftur hetta
tiltak
Kapping
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tað var stuttligt og
veitslukent í mong ár, tá
innandurakappingin hjá
VB setti eitt virðiligt
punktum fyri kappingar
árið í fótbólti. Av ymsum
orsøkum datt tiltakið
niðurfyri,
men
roynt
verður nú at blása lív í
aftur, og ætlandi verður
innandurakapping
um
hálvan november.
Feløgini frætta um
hetta í næstum, frættist
frá VB/Sumba, ið vónar,
at undirtøkan verður eins
góð, og hon plagdi at
vera.
Leikarar komu vanliga
fríggjakvøld til Vágs.
Síðani var gisting og
annað fingin í rættlag, og
so var dansur á skránni.
Leygardagurin gekk við
fótbóltskapping
og
á
kvøldi var stór veitsla,
har bestu leikarar, mál
skjúttar
og
málmenn
vórðu heiðraðir. Og so
var dansur á skránni.
Sunnudagin vóru final
urnar á skránni.
Miðlarnir fylgdu van
liga
eisini
væl
við
kappingini.
Fyrireikararnir ætla at
skipa komandi innan
durakapping eftir sama
leisti, og vinnandi lið
fær gávukort. Teir vóna
eisini, at luttøkan verður
góð, tí fótbóltur og sam
vera gingu í hægri eind,
tá leikarar soleiðis hittust
til leik og veitslu í nakrar
dagar, og var serstakur
dámur yvir hesum.
Endaligt dato er enn
ikki ásett, men hetta
frætta feløgini um í
næstum, frættist frá VB/
Sumba.
Mugu spara á Sandi
Á bygdarráðsfundi hjá Sands Kommunu mánadagin varð
uppskot til fíggjarætlan fyri 2009 á skránni. Hædd er tikin
fyri skattaprosentum og inntøkum til eina ætlan fyri 2009,
nú útlitini síggja ikki so bjørt út í landinum og nærum øllum
heiminum, skrivar bkv.fo. Harumframt við barnafrádráttin
um kr. 6.000,00. Ásannað verður, at búskaparligu útlitini
fyri komandi árini ikki eru av teimum bestu, og tað verður
annars ein rættiliga stór avbjóðing fyri eitt komandi komm
unustýri. Uppskot til fíggjarætlan 2009 skal viðgerast á
einum øðrum fundi til endalig støðutakan.
Eingin samanlegging
á Sandoynni
Á kommunustýrisfundinum mánadagin legði Fríði Nolsøe, úr minni
lutanum fram uppskot um at sandingar skulu atkvøðu um vegleiðandi
fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging á kommunuvalinum 11. nov
ember. Uppskotið fekk einans tvær atkvøður og fall. Meirilutin metti,
at skotbráið var ov stutt. Í stuttari viðmerking við heimasíðuna bkv.fo
sigur Friði, at tað hann ikki er samdur við hesum. Tað vísir seg at tað
altíð er góð valluttøka til eitt kommunuval á Sandi, sigur hann.