Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 198 - 15. oktober 2008 Ögmundur Jónasson er næstformaður fyri pensjónsgrunninum hjá teimum alment og kommunalt ansettu, ein grunnur, sum hevur millum 300 og 400 milliardir íslendskar krónur, tann størsti í Íslandi Reykjavík: Sum næstfor­ maður fyri hesum grunni­ num hevur Ögmundur Jónasson eitt týðandi orð at siga, ikki minst nú stjórnin rør upp undir, at grunnurin tekur sínar pengar úr útlendsku plaseringunum og setir teir í íslendska fíggjarkervið. ­ Fyri nøkrum døgum síð­ ani tosaðu vit um hetta, at taka peningin heim til Ís­ lands, men so settu vit nakrar harðar treytir við fyri at gera hetta. Millum annað vildu vit vita, hvussu stjórnin ætlaði at nýta hesar pengarnar, sigur Ögmundur Jónasson. Hann sigur, at íslendsku pensjónsgrunnarnir eru ógvuliga sterkir, og hyggja vit at londunum uttan um okkum, so eru íslendsku pensjónsgrunnarnir sterkari enn til dømis norski olju­ grunnurin, vil íslendski politikarin vera við. Og ís­ lendsku pensjónspengarnir verða bert tiknir heim til Íslands, um ávísar treytir verða uppfyltar. ­ Tað, sum vit nú kjakast um, er, um íslendsku pen­ sjónsgrunnarnir skulu keypa størsta íslendska bankan, sum er farin av knóranum. Tað er soleiðis, at íslendsku pensjónsgrunn­ arnir hava mist nógvan pen­ ing orsakað av fíggjarkrepp­ uni. Hetta hendir orsakað av kursfalli á partabrøvum, sum vit eiga í útlandinum, sigur Ögmundur Jónasson. Men pensjónsgrunarnir hava eisini mist hópin av peningi, sum teir áttu í ís­ lendsku bankunum. ­ Vit áttu pengar í øllum teimum íslendsku bankun­ um, og høvdu stórar íløgur í bankunum eisini, og rokn­ að verður við, at tað er eitt stað millum 20 og 30% av ognum okkara, sum eru mistar í kreppuni, sigur Ögmundur Jónasson. Hann vísir kortini á, at tað er jú soleiðis, at kursirnir seinastu árini eru hækkaðir munandi yvir tað heila, og tí mugu tapini, sum koma nú, eisini síggjast í ljósinum av hesum. 300 til 400 milliardir ­ Men sjálvt um tað ikki sær so gott út í løtuni, so eri eg rættiliga bjartskygdur, tí Íslandski búskapurin í síni heild er sunnur, og um vit ikki høvdu verði so sterkt skuldarbundin seinastu árini av íslendsku bankunum, hevði staðið heilt væl til, sigur Ögmundur Jónasson. Hann heldur, at so leingi eplini standa í jørðini, og fiskurin svimur í havinum, stendur ikki so illa til. Enn hava pensjónsgrun­ narnir kortini ikki givið stjórnini nøkur lyfti um at flyta sínar pengar til Íslands. Har vilja tey fyrst hava sínar treytir uppfyltar. ­ Vit diskuteraðu fyri ein­ ari viku síðani, um vit skuldu fara inn við okkara pengum fyri at bjarga bank­ unum uttanlands, men nú er støðan ein onnur. Nú tosa vit um, hvønn veg vit skulu venda okkum fyri at fáa hjálp. Skal hjálpin koma úr Russlandi, frá IMF ella kanska frá Sveits, tað er spurningurin í løtuni, sigur Ögmundur Jónasson. Hann sigur, at ognin hjá íslendska pensjónsgrunni­ num, sum hann er næstfor­ maður fyri, liggur millum 300 og 400 milliardir ís­ lendskar krónur, og er hin størsti pensjónsgrunnurin í Íslandi. Samlað eru ognirnar hjá Íslendskum pensjóns­ grunnum 2000 milliardir íslendskar krónur. Men hóast hann er bjart­ skygdur um framtíðina, so væntar hann kortini ikki, at kreppan fer av hasa av alt fyri eitt. ­ Eg eri bangin fyri, at tað fer at taka nøkur ár, áðrenn alt er komið á rættkjøl aftur. Standa vit saman, so klára vit tað, men tað fer at ganga ein tíð, sigur Ögmundur Jónasson. Kapitalisman spælt fallit Hann dylur heldur ikki fyri, at kreppan fer at seta síni spor og kosta sínar upp­ sagnir, men fyri hansara egna fakfelag sær kortini ikki so dapurt út. ­ Tað er nú einaferð so­ leiðis, at innan land og kommunur hevur tú størstu trygdina, og væl størri trygd enn innan bankasektorin í løtuni og innan privata vinnulívið. So eg óttist ikki so nógv fyri mínum limum, sum eg óttist fyri teimum, sum eru á tí fría marknað­ inum, sigur Ögmundur Jónasson. Tað verður ein kurur at koma ígjøgnum hjá Íslandi, fyri at koma upp á beinini aftur, og tað skulu heilt nýggir bollar í suppuna. ­ Vit verða noyddir til at endurskoða alla politisku skipanina, eins og alt vinnu­ lívið má rannsaka segt sjálvt. Vit mugu endurreisa Ísland eftir heilt øðrum fyri­ treytum, enn vit hava gjørt fyrr, og tað mugu vit læra av teirri altjóða fíggjar­ kreppuni, sum herjar í løt­ uni. Tí hetta er ikki nakað, sum er avmarkað til Ísland. Allur vesturheimurin líðir undir kreppuni, sigur Ög­ mundur Jónasson. Hann heldur, at ókontroll­ eraða kapitalisman megnar ikki eina endurreisn. ­ Ókontrolleraða kapital­ isman hevur spælt fallit sum samfelagsskipan, og vit verða tí noydd at hugsa heilt av nýggjum á øllum økjum. Eftir at Reagan og Thatcher komu vil valdið, og neo­liberalisman tók seg fram, fóru vit frá lands­ og kommunustýring til ein frían marknað, sum skuldi klára alt, sigur Ögmundur Jónasson. Hann heldur, at vit nú síggja, hvussu kapitalisman hevur stýrt, og hvussu tað ikki ber til at stóla upp ámarknaðarkrreftirnar, tá tað kemur til infrastrukturin í samfelagnum. ­ Tí má samfelagið varð­ veita infrastrukturin, heilsu­ skipanina, útbúgvingarskip­ anina og aðrar stovnar, sum eiga at verða stýrdir av landinum, sigur Ögmundur Jónasson. Grunnar hjálpa Men íslendingar skulu jú koma víðari, og hóast tað ikki verður lætt, so er vert at leggja sær í geyma, at íslendingar eru í sama potti sum so mong onnur. ­ Bankar um allan heim fara á húsagang, og kapital­ isman hevur somu trupul­ leikar aðrastaðni sum her. Men standa vit saman, og koma vit saman gjøgnum kreppuna, so ger tað einki, um víðagitni íslendski stolt­ leikin fær eitt skot fyri bógv­ in. Tað týdningarmesta er tó, at vit læra av tí, sum er hent, sigur Ögmundur Jónasson. Hetta bakkastið, sum Íslandi nú hevur verið fyri, bumbar landið fleiri ár aftur í tíðina. ­ Ikki fyri tað, vit líða ikki júst nakra neyð. Hvat so hendir við arbeiðsloys­ inum er ilt at siga, men tað hevur alstóran tydning, at vit halda so mongum hond­ um í arbeiði sum gjørligt, og har koma pensjónsgrunn­ arnir inn í myndina við kapitali fyri at halda vinnu­ lívinum gangandi, sigur Ögmundur Jónasson. Rentan niður Hinvegin ræðist altings­ maðurin ikki so illa stóru inflatónina, tí tað hava tey roynt so ofta fyrr í Íslandi. ­ Í 1983 var inflatiónin næstan 100%, og í 1990 millum 20 og 30%. Men tá gjørdu vit eina felags avtalu á øllum arbeiðsmarknaðin­ um í Íslandi, har tað eydnað­ ist at fáa inflatiónina niður á 2­3%, og har hevur hon hildið sær stórt sæð síðani, sigur Ögmundur Jónasson. Sjálvandi verður tað trupl­ ari hesaferð, tí nú er tað ikki bert innanlands prís­ hækkingar, sum stríðst verð­ ur ímóti, men eisini uttan­ lands. ­ Men fyrst og fremst ræður tað um at standa sam­ an. Vit skulu fyrireika okk­ um til stórar príshækkingar komandi tíðina, og tað sum er við at henda er, at vit eru í ferð við at lata landið aftur og loysa trupulleikarnar innanlands. Og har ræður tað fyrst og fremst at fáa rentuna niður, tí rentan í Íslandi er sera høg. Síðani tørvar okkum eisini út­ lendskan valuta, so vit standa væl búgin, tá vit lata landið upp aftur. Men fyrst og fremst mugu vit fáa eina felags avtalu við allan arbeiðsmarknaðin, sigur Ögmundur Jónasson, for­ maður í Vinstra­grøna flokk­ inum í Íslandi. Standa vit saman klára vit tað Ögmundur Jónsson er altinglimur og fakfelagsmaður, og sum slíkur er hann næstformaður fyri størsta pensjónsgrunninum í Íslandi Janus Petersen selt partabrøv í Føroya Banka Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, seldi í gjár meira enn helvtina av sínum partabrøvum í Føroya Banka. Tað segði útvarpið hjá Kringvarpinum í gjárkvøldið. Í fráboðan til keypsskálarnar sigur Føroya Banki, at Janus Petersen hevur selt 22.500 partabrøv í Føroya Banka í keypsskálanum í Reykjavík fyri miðalkursin 160. Eftir søluna eigur Janus Petersen 15.466 partabrøv eftir í Føroya Banka. Hann hevur sambært hetta selt partabrøv fyri okkurt um 3,6 milliónir krónur. Tá ið Føroya Banki fór á partabrævamarknaðin var kursurin 189, so eftir hesum hevur Janus Petersen mist góðar 650.000 krónur við søluni. Fyri einum mánaði síðan seldi hin stjórin í Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, eisini bróðurpartin av sínum partabrøvum í Føroya Banka.