mikudagur 15. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 198 - 15. oktober 2008
Ögmundur Jónasson
er floksformaður
fyri Vinstra-grøna
flokkin í Íslandi
og næstformaður í
pensjónsgrunninum
hjá fakfelagnum fyri
alment ansett
Reykjavík: - Kreppan er
sera, sera álvarsom, men vit
hava ikki sæð avleiðingarnar
av henni enn. Talan er jú
um
eina
domino-effekt,
sum spjaðir seg í vinnulív-
inum, og í hvønn mun virkir
fara at missa síni arbeiðir
og í hvønn mun fólk missa
sítt arbeiði, tað vita vit stutt
sagt ikki enn, sigur Ögmund-
ur Jónasson, altingslimur.
Hann sigur, at tað verður
neyðugt hjá Íslandi at fáa
hjálp uttanlands, og í løtuni
gongur kjakið upp á, hvar
teir skulu venda sær.
- Talan er um, at russarar
vilja lána okkum stórar upp-
hæddir, IMF er komið til
Íslands og tað eru fleiri sum
halda, at vit skulu venda
okkum til teirra. Men sjálv-
ur meini eg, at tað eru
norðurlendsku londini, vit
skulu venda okkum til, teir
standa okkum nærmast. Og
tað er kanska Noregi við
sínum mongu oljupengum,
sum er mest upplagda mál-
ið, tað er so mín meining,
sigur Ögmundur Jónasson.
Hann og flokkur hansara
sita í andstøðu, men hann
sigur, at tað stórt sæð er
semja í altinginum, tá tað
snýr seg um útlandið.
- Vit eru til dømis ógvu-
liga samdir, tá tað kemur til
bretsku innifrystingina av
virðum hjá íslendskum fyri-
tøkum í Bretlandi, sigur
Ögmundur Jónasson og
sipar til afturlatingina av
íslendskum
bankum
í
Bretlandi við álvarsomum
avleiðingum í Íslandi.
IMF ov stór krøv
Hann sigur, at tað verður tos-
að um, hvørt Ísland eigur at
leggja sak ann móti bretsku
stjórnini orsakað av hesum.
Men á øðrum økjum er
semjan ikki so stór, serliga
tá tað kemur til spurningin,
hvar Ísland skal venda sær
fyri at fáa nýggjan kapital
inn í fíggjarligu skipanina.
- Summi meina, at vit
eiga at fara til IMF, men tað
líkar mær ikki. IMF fer at
seta stór og umfatandi krøv,
fyri at hjálpa. Fyri tað fyrsta
fer IMF altíð at syrgja fyri,
at altjóða kapitalurin fer at
fáa sína skuld endurgoldna.
Fyri tað næsta verða treytir
settar fyri, hvønn politikk
vit skulu føra, sigur Ög-
mundur Jónasson.
Hann vísir til, at krøv
fara at verða sett til privati-
seringar av almennum stovn-
um, til dømis innan heilsu-
verkið
- Somuleiðis hevur mann
eisini sæð fyrr í tíðini, at
krøv eisini hava verið sett
fram um at privatisera orku-
sektorin, sigur Ögmundur
Jónasson.
Eg mótmæli fyri at
vit íslendingar skulu
sleppa kapitalistisku
og neo-liberalistisku
skipanini og seta á
stovn eitt sosialistiskt
samfelag í Íslandi,
sigur Rósa Eyvindar-
dóttir úr Reykjavík
við Sosialin og Rás2
Reykjavík: - Tað, sum eg
fyrst og femst mótmæli er,
at vit hava eina neo-liberal-
istiska
og
kapitalistiska
skipan í Íslandi. Avleiðing-
ina av hesum síggja vit í
dag. Húsagangur aftan á
húsagang og eina stjórn, ið
ikki virkar, og sum ikki
hevur virkað seinastu árini,
sigur Rósa Eyvindardóttir.
Hon sigur, at feilurin ligg-
ur í tí veruleika, at Ísland
hevur
eina
høgravenda
stjórn, sum bara hevur
áhugamálini hjá teimum
vælbjargaðu í huga.
- Og tað eri eg harðliga
ímóti. Eg vil hava eitt
sosialistiskt samfelag, har
øll eru so eins sum gjørligt,
og harvið sleppa undan
slíkum støðum, ið vit eru í í
dag, og sum ganga út yvir
meg og onnur við, sigur
Rósa Eyvindardóttir.
Hon segði, at bankarnir
hava lánt útlendskan kapital
fyri at gera íløgur uttan-
lands.
- Teir hava keypt Magasin
og Illum og hava annars
gjørt íløgur í alt møguligt
uttanlands. Tak bara mín
banka, sum er Glitnir. Teir
hava sett pengar í líkt og
ólíkt, og nú noyðist eg at
gjalda fyri teirra tap, sigur
Rósa Eyvindardóttir.
Hon vísir á, at avleiðing-
arnar fyri hana eru, at hon
nú gjøgnum tann skattin,
hon rindar, er við til at
afturgjalda skuldina hjá
Glitnir.
Lánini dýrka
Sjálv er Rósa Eyvindardóttir
lesandi í Danmark og fær
lán og stuðul frá íslendska
statinum.
Men
kreppan
hevur gjørt, at hon ikki í
dag kann flyta íslendskan
pening úr Íslandi til bankar
í Danmark.
- Og um eg var í Danmark
í løtuni, so hevði eg kanska
als ongar pengar havt og
hevði kanska verið noydd
at gevast við lesnaðinum og
fingið mær arbeiði í staðin,
sigur Rósa Eyvindardóttir.
Hon hevur eisini kent
sviðan av fíggjarkreppuni á
annan hátt.
- Eg havi eisini lán í hús-
um mínum, og tey lánini
eru farin upp, so nú skal eg
rinda
tríggjar
milliónir
meiri, enn eg gjørdi framm-
an undan.
Rósa Eyvindardóttir er
kortini í teirri hepnu støðu,
at hon hevur leigarar, so har
fær hon eitt gott íkast til
lánið.
- Men nú veit eg ikki.
Halda lánini fram at hækka,
verða tey til endans størri
enn húsini eru verd, og so
komi eg rættiliga í knípi,
sigur íslendska kvinnan.
Velja røttu fólkini
Rósa Eyvindardóttir hevur
kortini einki boð upp á,
hvussu long tíð skal ganga,
áðrenn viðurskiftini aftur
verða normal.
- Tað, sum haldi er
loysnin upp á trupulleikan,
er, at vit sleppa okkum av
við kapitalistisku skipanina
og neo-liberalismuna og í
staðin seta í verk eina sosial-
istiska skipan. Síðani skulu
bankarnir tjóðartakast sam-
an við teimum fyritøkum,
sum eru ringast fyri. Um vit
bara loysa kreppuna ad hoc
nú, so fer ikki at ganga long
tíð fyrr enn alt fer út at
koyra aftur. Og IMF er
heldur ikki nøkur loysn, tí
tað er bara eitt framhald av
tí, sum vit hava havt, sigur
Rósa Eyvindardóttir.
Hon hevur kortini ikki
stórar vónir um, at hon fær
sín vilja í hesum málinum.
- Tað hevði verið deiligt,
um íslendingar nú kundu
vaknað og sagt, at nú vilja
vit hava broyting. Nú gong-
ur tað út yvir okkum, so nú
vilja vit hava okkurt nýtt.
Men vit hava jú demokrati í
Íslandi, og kunnu vit bara
finna út av at velja fólk inn
í Altingið, sum tað er skil í,
so hevði eg verið bjartskygd,
sigur Rósa Eyvindardóttir
við Sosialin og Rás2.
Ísland sum
sosialistiskt
samfelag
Sambært Rósu Eyvindardóttir er einasta
vón fyri Ísland, at kapitalisman og neo-
liberalisman verða slept, og ein sosialistisk
skipan sett í staðin
➘
Eiga at venda okkum til Noregi
Formaðurin fyri íslendska
andstøðuflokkin,
Vinstri-Grøni Flokkurin,
Ögmundur Jónasson,
heldur, at loysnin
upp á álvarsligu
fíggjarkreppuna skal
finnast í norðurlendsku
grannalondunum og helst
í Noregi
Stóratjørn aftur útsett
Fíggjarkreppan ger, at tann stóra Stóratjørn-verkætlanin er útsett. Stóratjørn er ein
føroysk verkætlan, og fíggjarkreppan í Íslandi hevur onga ávirkan á hana, hóast
íleggjarin býr har, tí Jákup á Dul Jacobsen hevur virksemi í nógvum londum, sigur
útvarpið hjá Kringvarpinum. - Men tað er púra greitt, at tað er vónleyst at fáa fígging til
Stórutjørn nú, sigur stjórin, Bárður Nielsen, við útvarpið. Hann ásannar, at Stóratjørn
framvegis er ein verkætlan, men at hon verður enn eina ferð útsett. Bárður Nielsen torir
ikki at koma við nøkrum boði uppá, nær farast kann undir byggingina. Men støðan í
Íslandi, har sum íleggjarin í Stórutjørn, Jákup á Dul Jacobsen, býr, hevur ikki ávirkað
verkætlanin, sigur Bárður Nielsen við Kringvarpið.