mikudagur 15. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 198 - 15. oktober 2008
13
Tað verður ofta sagt, at
suðuroyingar knarra um
farleiðina millum Suður
oynna og Høvusstaðin.
Men er tað nú so?
Hvat mundi miðbúgvar
og Vágafólk sagt, um Vága
tunnilin var stongdur og
Sam gamli aftur var settur í
sigling um Vestmannasund.
Hvat høvdu norðingar
sagt, um Noroyðartunnilin
var stongdur og Ternan 1
sett í sigling um Leirvíks
fjørð. Ella hvat hevði skila
maðurin Hr. Lognberg sagt,
um Tróndur var settur í
sigling um Skopurnarfjørð
Eg spyrji bara.
Ikki er ringt at meta um
"Reaktiónirnar", av oman
fyri nevnda.
Svarið er yvaleyst: Rama
skríggj, "Blokadur", levind
og larmur v. m. Sjálvandi
vónar ongin, at okkara
allra snotusligu tunnlar
verða stongdir, men eitt er
vist, tað hevði ikki verði
góðtikið, at slíkar ferjur,
sum Tróndur, ella Ternan
1, vóru settar í sigling so
mikið, sum ein dag. Men
viðvíkjandi farleiðini mill
um Suðuroy og Tórshavn
sær út til, at alt ber til.
Øll sum hava nakað við
Suðuroynna at gera, vita, at
áliti er Smyril, hóast mín
meining er, at ferðaætlanin
ikki er nøktandi, og kundi
verði snikkað saman nógv
betri, men lat tað fara.
Tey flestu vita, at skip
mugu til sýn, ella í dokk
sum tað verður kallað, og
tískil er neyðugt við avloys
araskipið, og seinast tá
Smyril var á beding, var
avloysarskipið St.Olav.
Ein útslitin danga sum er
total ótíðarhóskandi, við
einans undantakið, íð er, at
skipið er sjógott.
Røddir vóru tá frammi
um, at slíkt ikki mátti
endurtakað seg.
Næstu ferð tá í Smyril
skuldi á beding, skuldi
annað skip finnast.
Eisini var okkurt frammi
um, at tað neyvan bleiv St.
Olav, ið skuldi avloysa
Smyril, tí sum skiltist, so
skuldi tann dangan seljast,
sum gamalt jarn.
Men enn siglir dangan,
um um skamma stund
verður hon áliti á farleiðini
um Suðuroyarfjørð Eftir
mínum tykki, er tað at
halda fólk og alt vinnulív
fyri spott, at seta hesa
danguna, at røkja sigling
ina um suðuroyarfjørð nú
Smyril skal í Dokk.
Aðrastaðni verður tosað
um "Regularitet" og "Kom
fort", eins og fleiri fín
fremmandaorð verða brúkt,
tó í hesum førinum hóskar
orðið gjøldur seg einamest.
Men hvar eru hini
knarrini?
Enn hoyrist rødd tykkara
ikki, men vónadi er hervið
okkurt at kjakast um.
Í Útlegd Á Mikkjal
messu 2008
GeorG eystan
Á
Suðurleiðin
Alt ov nógvir føroyingar
eru í mangar mátar ovmik
ið spiltir og sjálvsøknir.
Tað ger eisini sítt til, at
vit tíðum eru ovmikið
grenjut um smáting og í
ólukkumáta samanbera við
viðurskifti aðrastaðni, so
sum prísir og annað. Tað er
nú heldur eingin ivi um, at
nakrar útlendskar vørur eru
bíligari enn okkara egnu.
Í dag kostaði eitt egg av
Velbastað 2,70 krónur og
eitt útlendskt 1,83 krónur,
altso kostar velbastaðeggið
87 oyru meira enn tað út
lendska. Tað er so tað, sum
tað kostar meira um dagin,
um ein føroyingur etur eitt
egg av Velbastað um dagin.
Vit vita, at hønurnar á
Velbastað eru ikki búrhøsn,
men vit vita eisini, at tað
eru tær útlendsku.
Neyvan hugsi eg, at hasi
87 oyruni um dagin koyra
føroyingur av knóranum
fíggjarliga, tá íð hugsað
verður um, at hesin sami
føroyingurin til dømis ger
av at koyra í egnum bili til
arbeiðis hvønn dag heldur
enn at brúka ókeypis buss
arnar, sum kommunan bjóð
ar øllum havnarborgarum.
Ikki bara havnarfólki, men
øllum sum koma til Havnar.
Sjálvandi hava so at siga
øll húski í hesum landi ráð
til – enn í hvussu er – at
keypa føroysk egg. Men
tað er okkum so líkt, tí
verri, at vit hugsa ovmikið
egoistiskt og stuttskygt.
Fyri mær er ongin ivi
um, at hildu vit saman um
føroyska framleiðslu, so
hevði mangt virksemi ikki
verið noytt til at givið
skarvin yvir. Um Egg
virkið á Velbastað kundi
selt øll síni framúr góðu
egg, so høvdu tey allarhelst
blivið nøkur oyru bíligari
stykkið, hóast tað í roynd
og veru onki petti hevði
havt at týðað fyri flestu
húsarhald her á landi.
Samanhaldið vísir seg
enntá at vera so vánaligt, at
ein hópur av fólkinum
heldur koyrir í dýrum
bilum ígjøgnum undir
sjóvartunlar til Havnar at
keypa húsarhaldsvørur, tí
at til dømis eitt tilboð er
uppá tvey blikk av donsk
um rognum, sum kosta
nakað tað sama sum eitt
blikk av føroyskum. Vik
una eftir kunnu tey útlend
sku rognini aftur kosta tað
sama sum okkara egnu.
Tískil noyðast fleiri og
fleiri av handlunum í egn
um umhvørvi at gevast og
lata aftur. Hvat tað kostar
at koyra henda innkeyps
túrin í bensini og øðrum
ferðaútreiðslum hevur
ongan sum helst týdning
ikki enn í hvussu er, men
hvør veit?
Virki eftir virki noyðist
at gevast av hesi somu
ólukkuligu orsøk ov lítið
samanhald, men heldur
klandur og stríð og mis
skild smáligheit – tíverri.
Tað verður javnan undir
strikað, hvussu umráðandi
tað er, at vinnulívið hevur
fleiri bein at standa á, men
noyðist eggvirkið á Velba
stað at lata aftur, verða
umleið 6000 bein kvett
undan føroyskum virksemi.
Sjálvur fari eg at sakna
tey vøkru, ljósabrúnu og
góðu eggini av Velbastað,
hóast eg ikki eti meira enn
tvey ella trý um vikuna, so
tað koyrir ikki meg ella
flest onnur fólk í Føroyum
av knóranum fíggjarliga.
Er tað kortini so galið, at
nakar føroyingur noyðist at
venda hvørjum oyra fyri at
fáa ráð til at keypa sær tey
føroysku eggini, sum
tørvur er á, so er tað
einfalda og sjálvsagda
skylda hjá okkara fólka
valdu, vælløntu tænarum,
at teir fáa hetta í rættlag alt
fyri eitt. Tað eru tað væl
sagtans ráð til – enn ...
Harmaljóð um eggini av Velbastað
tummas
michael
smith
Aftur í ár skipar
Smyril Line fyri
jólatúri til Edinburgh
í Skotlandi. Í fjør var
útselt á túrinum, og
tí bjóðar Smyril Line
aftur gott túsund
føroyingum á jólatúr
við Norrønu
FERÐAVINNA
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Jákup Sverri Kass, sølu og
marknaðarstjóri á Smyril
Line sigur, at higartil hava
umleið
500
føroyingar
keypt sær ferðaseðil til
Edinburgh á jólum.
Skotski høvuðsstaðurin,
Edinburgh, er á tremur við
søgu, mentan, handlum og
jólahýrði. Har ber til at síggja
vøkur slott, góðar matstovur
og pubbur. Har eru eisini
spennandi
og
hugnaligir
handlar við góðum úrvali,
lágum
prísum
og
sera
vinarligum
jólamonnum,
sigur Jákup Sverri Kass.
Umborð
á
Norrønu
verður undirhald við m. a.
Jens Marna Hansen Band,
trubadurinum Petko, View
to a Point og øðrum.
Matstovurnar, náttklubb
arnir og taxfreehandilin
verða øll á tremur við góð
um tilboðum til øll ferða
fólkini.
Vit vóna, at alt hetta fer
at seta sín serliga dám á
jólini hjá teimum, sum velja
leggja leiðina til Edinburgh
í ár – og fara vit at gera
okkara besta til tess at øll
tey
ferðandi
fáa
ein
ógloymandi túr til søguliga
skotska høvuðsstaðin, sigur
sølu og marknaðarstjórin á
Smyril Line.
Norrøna fer av Havnini
mánamorgunin 24. novemb
er klokkan 8 og liggur í Edin
burgh frá klokkan 11 týsdag
til klokka 12 mikudag.
Norrøna er aftur á Havn
ini
hósdagin
tann
27.
novembur klokkan 14.
Norrøna fer jólatúr til Edinburgh
Fleiri enn 500 fólk hava longu keypt sær ferðaseðil til jólatúrin hjá Norrønu til Edinbourgh seianst í november