Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. oktober 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 198 - 15. oktober 2008 Á Tannlæknastovuni hjá Tórshavnar kommunu eru í hesum døgum tveir rundir starvsdagar. Dagny Isaksen, ættað úr Klaksvík, hevur verið í starvi sum klinikk­ assistentur í 30 ár og Unn Jacobsen, ættað av Skála, hevur verið í starvi sum tannlækni í 25 ár. Sigrid Arge, tannlækna­ stjóri, letur væl at arbeiðin­ um og tí stóra trúfestinum á Tannlæknastovuni. ­ Tær støðast so væl, at vit hava havt fleiri høgar starvsdagar og í dag kunnu vit so hátíð­ arhalda at Dagny hevur ver­ ið hjá okkum í 30 ár og Unn í 25 ár. Á degnum handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny og Unn blómutyssi. Í talu við morgunmatarborð­ ið heilsaði borgarstjórin teimum báðum starvsfólk­ unum og hugleiddi um tað drúgvu tíð, tær hava verið í starvi og hvussu nógv er broytt í býarmyndini. – Og 30 ár eru ikki 30 dagar, segði borgarstjórin og nam við tað at vaksa til og eldast, men samstundis at kunna fylgja teimum, ið sum børn hava sitið í tannlæknastóli­ num og nú eru vaksin. Hóast vitanin um tannrøkt er betri í dag enn nakrantíð, er evnið lýst í øldir. Til døm­ is skrivar kendi læknin Pan­ um um føroyska tannrøkt longu í 1846: ”Færinger udmærker sig ved fortrinelige og durable Tænder. Kariøse Tænder sees sjeldent hos de egent­ lige Færinger, og man kan ofte see Folk paa 70 Aar med fuldstændigt Gebis.” Skúlabarnatannarøkt fyri kommununar rokning byrj­ aði í Havn í 1942, í Klaksvík 1944, í Vági 1945 og á Tvøroyri 1947, í Vestmanna og Fuglafirði nakað seinni. Frá 1946 til 1957 fingu skúlabørnini í Havn, 7 til 14 ár, tannarøkt 2 ferðir um árið á flytbarari klinikk, sum var sett upp á skrivstov­ uni hjá skúlastjóranum. Á bygd vóru tey eina ferð á hvørjum ári. Tannheilsu­ støðan í 50­unum var tó so vánalig, at teir privatu tann­ læknarnar í 1957 søgdu skúlabørnini frá sær. Fyrsta skúlatannlækna­ stova í Føroyum við kommu­ nalt settum tannlækna kom í Havn 1959. Tá næsta skúlaár byrjar, í august 2009, verða sostatt hálvt hundrað ár síðani Tann­ læknastovan hjá Tórshavnar kommunu fór at virka. Í dag eru 20 starvsfólk, sum øll eru kvinnur, á Tann­ læknastovuni. Bert hend­ ingaferð eru menn avloysar­ ar. Fyrr vóru tveir tann­ læknar, sum báðir vóru menn, Erling Simonsen og Erling Johannesen.  Kelda. www.torshavn.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum  rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 30 og 25 ára starvsdagar Á myndini handar Heðin  Mortensen, borgarstjóri, teim­ um báðum Unn Jacobsen og  Dagny Isaksen blómutyssi á  runda starvsdegnum, ið varð  hátíðarhildið í hugnaligu  matstovuni í hjallaranum í  Tannlæknastovuni Mynd: www.torshavn.fo Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá kæra mamma, omma og langomma okkara Thomina Vang Hansen Nólsoy andaðist og varð jarðað. Vit takka fyri blómur og gávur til Vistarheimið, eins og vit takka øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk til tykkum, sum gjørdu tað gjørligt hjá okkum avvarðandi at verða samlað í Nólsoy. Tøkk til Hera Joensen og Sonju Klein, sum gjørdu jarðarferðina so fjálga og viðkomandi. Eisini ein tøkk til kirkjutænarar, og øll tykkum, sum hjálptu so væl til við jarðarferðini og ervið. Ein serlig tøkk til starvsfólk á Vistarheiminum, sum fjálgaðu um Thominu og rúmaðu okkum øllum, bæði í góðum og tungum løtum. Takk, øll somul. Ragnar, Erling, Marlene, Uni og Maud við familjum Nú fer at bera til at seta upp vindmyllur – men tær skulu lúka krøvini í reglugerð, sum Kommunu­ samskipan Føroya hevur samtykt ORKA Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kommunusamskipan Før­ oya hevur nú gjørt reglugeð um uppsetan av vindmyll­ um. Sum byggivald hava kommunurnar rætt at regu­ lera uppsetan av vindmyllum til búsbrúk sum byggimál. Kommunan kann eisini sum umhvørvismyndugleiki regulera vindmyllur til hús­ brúk fyri soleiðis at tryggja sær, at hesar virða tær um­ hvørvisreglur, ið kommunan sum umhvørvismyndugleiki hevur ábyrgd av. Fólk kunnu ikki seta myllu upp, fyrr enn skrivt loyvi fyriliggur frá komm­ ununi. Vindmyllur til húsbrúk eru smáar vindmyllur, ið geva ískoytisorku til húsar­ haldið, og sum ikki spenna meira enn tveir metrar í tvørmát. Tá søkt verður um byggi­ loyvi til vindmyllur, skal umsóknin í minsta lagi fevna um: Støðumynd við mátum og plasering á grundstykki og fjarstøðu til næstu grannamørk og grannabygn­ ingar, síðumyndir, tvørskur við øllum neyðugum mát­ um, fundamenttekningar og upplýsingar um mastratypu, skjalprógv fyri, at myllan livir upp til ásettar óljóðs­ treytir, frágreiåing um, hvussu myllan er fest og skjalprógv fyri, hvussu nógvan vind myllan tolir. Krøvini til myllurnar eru m. a.: Tvørmát í mesta lagi tveir metrar. Loyvda hæddin er í mesta lagi 3,5 metrar oman fyri mest loyvdu byggihædd – tókann mesta hædd ikki vera meira enn 12,5 metrar. Til nærmasta grannamark skal í minsta lagi vera 10 metrar. Myllan skal undir øllum um støðum standa nærri húsinum, ið fær orku frá mylluni, enn grannahús­ inum. Óljóð frá mylluni má ikki vera meira enn 39 og 37 desibel við vindmegi á ávikavist 8 og 6 m/s mált inni á grannaogn við næsta húsavegg. Vindmyllan skal vera styrkigóðkend til í minsta lagi 60 m/s. Varnast kommuna – ella verður hon gjørt varug við at myllan ikki lýkur áset­ ingarnar, kann kommunan krevja at vindmyllan fyribils verður steðgað. Verða viður­ skiftini ikki fingin í rættlag, kann komunan krevja, at vindmyllan verður tikin niður. Eisini verður í reglugerð­ ini gjørt vart við, at tað er eigarin, sum hevur endur­ gjaldsskyldu, um skaði stendst av mylluni – og ikki kommunan sum byggi­ og umhvørvismyndugleiki. Reglugerðin er samtykt á stýrisfundi hjá Kommunu­ samskipan Føroya 10. oktober 2008. Nú kom reglugerðin um vindmyllur