mikudagur 15. oktober 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 198 • 15. okt. 2008
10. partur
Atsóknir í Konso og
Awasa
Eg havi verið á vitjan í Konso úr
Yirgalem, har eg nú arbeiði. Í
Konso eru forboð sett prestum og
evangelistum at fara út í bygd
irnar at samla fólk um Guds orð.
Á klinikkini í Konso hevur verið
serliga strævið hesa tíðina. Mes
lingar hava gingið. Fleiri túsund
fólk eru deyð. Tað varð mær
sagt, at ein maður hevði mist øll
børnini hjá sær, níggju í tali, og
eisini konuna av meslingum ella
av eftirsjúku. Her er sama støða
við meslingum, sum tað var í
Føroyum fyrr. Vandin er, tá ið fólk
ikki hava havt meslingar sum
børn, og tey verða smittað.
Yvirvøldin hevur nú tikið Tabor
Semenary bíbliu og forstøðu
mannaskúlan í Awasa, sum
er norðanfyri okkum. Luhersk
Missionssamband bygdi skúlan
fyri 17 árum síðani, og teir góvu
hann til Mekane Yesus kirkjuna.
Tað eru bert 45 ár síðan, at
kirkjan fekk skúlan aftur.
Nakrar dagar seinni tóku teir
eisini missiónsstøðina, sum hvítu
sunnumenn úr Svøríki hava bygt
í Awasa, sum nú er landsparta
høvuðsstaður. Har er stór og vøkur
kirkja, verkstaður og skúli fyri jarn
og træsmíð og nógv hús afturat.
Hátíðarhald fyri
kollveltingina
Nú eru vit í 1984. Til heystar
eru 10 ár síðani kollveltingina.
Ætlanin er at hava stórt hátíðar
hald um alt landið í hesum
sambandi.
Fólk vórðu mánaðir framman
undan tikin út til skrúgongu til
hátíðarhaldið, sum skaldi fara
fram.
Ljósperur eru settar upp, og
skulu tær brenna nátt sum dag alt
til heystar. Her í Yirgalem var rav
magn, men hetta var eitt óneyð
ugt oysl. Ikki minst, tá ið hugsað
verður um, at hungursneyð aftur
stóð fyri durum.
Aftur turkur í 1984
Á okkara leiðum hevur regnað
væl, síðan eg kom higar, og alt er
grønt og vakurt. So var ikki alla
staðni, og nógva staðni var turkur
við sama lag. Hungursneyðin var
tí stór. Fólkinum tørvaði nógva
hjálp við sama lag.
Hungursneyð var eisini aftur í
Konso og øðrum pørtum av landin
um. Hon var byrjað so smátt í 1982,
men nú merktist hon rættuliga.
Aftur gjørdist tað uppgávan hjá
Mekane Yesus kirkjuni at hjálpa til
at býta út neyðhjálp til fólkið.
Hesa ferð var ikki nakar
keisari at geva skuldina. Tí var
henda hungursneyðin eitt skot
fyri bógvin hjá kommunistiska
stýrinum. Hildið verður, at henda
hungursneyðin kostaði eina hálva
millión mannalív og hótti aðrar
fimm milliónir við tí sama.
Yirgalem var væl fyri við regni,
og vit merktu einki til hesa
hungursneyðina.
Evangelisturin
Shamebo sigur frá
Hann sat her í stovuni, gamli
evangelisturin Shamebo. Hetta er
í Arba Minch í oktober 1987.
Á ungum árum hoyrdi hann
um Jesus frá amerikanskum
trúboðarum í Kambata landsparti
num vestantil, har hann var
føddur fyrst í øldini.
Hann hevði slitið seg upp
sum evangelistur. Hann búði
nú í Addis Abeba. Tveir dagar
frammanundan var hann komin
higar at vitja vinir og kenningar.
Teir átti hann nógvar av, tí hann
hevði virkað her í fleiri ár.
Hann kom at arbeiða fyri Norsk
Luthersk Missionssamband.
Shamebo upplivdi eina serliga
hending, sum hann greiðir frá:
“Vit fóru til Garda í Gidole
økinum at hava møti. Eg las og
talaði Guds orð til teirra, og tey
lurtaðu væl eftir. So segði eg
teimum, at ætlanin var at koma
regluliga at læra tey at lesa og at
boða Guds orð. Eg spurdi so, um
tey vildu taka ímóti boðskapinum.
Teir gomlu menninir fóru útum
at tosa um hetta. Tá ið teir kom
inn aftur var svarið: ”Vit og
forfedrar okkara hava tænt Satan,
og vit ætla at halda áfram at ofra
til tað stóra træið, sum stendur
her uttanfyri. Tit kunnu læra
børnini og tey ungu, men vit vilja
halda áfram sum fyrr.” So fóru
teir út í myrkrið.
Tey ungu og børnini sótu eftir,
og vit fóru nú at læra tey bók
stavarøðina. Tá ið ein løta var
farin hoyrdist eitt brak uttanfyri.
Vit hvukku við og spurdu, hvat
hetta var, men eingin visti, so
hildu vit áfram við undirvísingini.
Ein løta gekk, so hoyrdist
aftur eitt brak, harðari enn fyrru
ferðina. Eg helt, at tað kanska var
grót, sum rullaði oman brekkuna.
Elsa Jacobsen:
Trøllkonan sum gjørdist
evangelistur
Tað er aftur turkur, og nú byrjar at rilla undir kollveltingini. Men framvegis heldur
ágangurin fram móti teimum kristnu. Á andaliga økinum gerst ein tann fremsti
stuðulin ein fyrrverandi trøllkona
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Nógv var gjørt burtur úr at hátíðarhalda ársdagarnar fyri kollveltingina
Fólk standa í bíðirøð eftir mati undir hungursneyðini. Summi vóru so illa fyri,
at tey duttu deyð niður, meða tey bíðaðu.